Í gjár gingu døpru spádómarnir hjá orkuvinnuni í Bretlandi út. Bretska stjórnin hevur nevniliga gjørt av at herða brandskattingina av olju- og gassvinnuni í Norðsjónum. Fyri tíð síðani var skatturin 40%. Síðani hækkaði hann við 35%, og nú hevur so nýggja bretska stjórnin tikið eitt stig víðari og lagt 3% omaná, soleiðis at skatturin á olju- og gassvinnuna er 78%.
Men ikki nóg mikið við tí. Stjórnin hevur haraftrat longt tíðina við hesum stóra eykaskattinum til 2030 eins og hon hevur avgjørt at taka av aftur frádráttin í skattinum fyri nýggjar íløgur, ið hevur verið galdandi. Tó ger stjórnin tað undantak, at frádrátturin í íløgum kann halda fram tað fyrsta árið.
Samanumtikið ger nýggja Labour stjórnin bara ilt verri, staðfestir vinnan, nú fleiri og fleiri orkufyritøkur umhugsa og hótta við at flyta sínar íløgur úr Bretlandi til onnur lond, har olju- og gassvinnan hava betri umstøður.
Longu dagin eftir tíðindini um at leggja enn størri skatt á oljuvinnuna verður tosað um avleiðingarnar fyri tey mongu arbeiðsplássini í vinnuni serstakliga í økinum í norðureystur Skotlandi við Aberdeen í miðdeplinum. Ein av teimum, sum longu hevur gjørt viðmerkingar til avgerðina hjá skattaráðharranum, er stjórin í meginfelagnum hjá orkuvinnuni í Bretlandi, Offshore Energies UK, David Whitehouse.
Hann harmast um, at tað ikki hevur eydnast vinnuni at gera støðuna í vinnuni nóg greiða fyri landsins stjórn um, at slíkar eyka byrðar at leggja á vinnuna kunnu koma at kosta túsundtals arbeiðspláss umframt raka orkutrygdina í landinum. Hann sigur, at stjórnin átti heldur at sæð møguleikan at arbeitt saman við vinnuni til tess at troyta tey stóru virði, sum liggja goymd í Norðsjónum, og sum kunnu hava stóran týdning fyri bretska búskapin í framtíðini.
“With industry and government working in partnership we can protect the North Sea as a national economic asset. It can and should serve as an engine to realise UK economic growth and climate coals.”
Stjórin í OEUK sigur víðari, at orkuvinnan í Bretlandi og her eisini olju- og gassparturin eru virkin í grøna orkuskiftinum og fara at vera ein týðandi partur av hesum komandi mongu árini eisini.
Hann fegnast annars um úttalilsini hjá nýggja skattaráðharranum um, at høgt útbúnu og royndu fólkini í olju- og gassvinnuni hava alstóran týdning fyri bretska búskapin og fyri orkutrygdina í landinum. Ráðharrin hevur so gjørt greitt, at hann fegin tekur eitt prát við vinnuna í 2025 fyri at viðgera støðuna.
Fyritøkur, sum virka í bretsku orkuvinnuni, hava eisini viðmerkt nýggjastu skattahækkingarnar hjá stjórnini og dylja ikki fyri, at hesar eru við til at seta fót fyri framtíðar menningini í vinnuni. Fleiri teirra, sum eru stórir framleiðarar av olju og gassi í Norðsjónum, bera ótta fyri, at stórar útbyggingarætlanir kunnu fara fyri bakka vegna nýggju forðingarnar stjórnin hevur sett í verk. Tær skilja ikki, hvussu bretska stjórnin við sínum politikki við nærum at leggja lok á olju- og gassvinnuna, um somu tí kann tosa um at betra búskapin við at økja um íløgurnar og inntøkurnar í samfelagnum.
Nýggjar íløgur í eina olju- og gassvinnu, sum eisini ynskir at taka atlit til grøna orkuskiftið og harvið at minka um útlátið, er ein av fortreytunum fyri at kunna skapa búskaparliga menning í Bretlandi siga umboð fyri orkufyritøkur. Tey vísa á, at tað gevur onga meining at harta og brandskatta eina vinnu við støði í teimum sera høgu oljuprísunum, sum vóru galdandi áður, men sum ikki eru tað longur. Í løtuni er oljuprísurin lækkaður til góðar 70 dollarar fyri tunnuna. Umboð fyri stór oljufeløg so sum Harbour Energy tosa nú um at selja sínar ognir í Bretlandi og gera íløgur aðrastaðni. Sama er galdandi fyri onnur stór feløg, sum hava nógv virksemi í Norðsjónum og sum harvið hava alstóran týdning fyri stóra veitingarídnaðin í fleiri skotskum havnum.
Gongdin í orkuskipanini í Bretlandi er tann, at olju- og gassframleiðslan minkar vegna manglandi íløgur í nýggja framleiðslu. Í dag verða 40% av orkunýtsluni innflutt. Olja og gass standa fyri 3/4 av samlaðu orkunýtsluni í Bretlandi. Helvtin av hesum verður innflutt. Meira enn 24 mió. húsarhald brúka gass til upphiting. Og 1,5 mió. húsarhald brúka olju til upphiting. Meira enn 30% av elnýtlsuni kemur frá gassverkum. 38 mió. akfør í Bretlandi koyra við bensini ella gassi.
Meginfelagið hjá orkuvinnuni Offshore Energies UK fevnir um 400 ymsar fyritøkur við meira enn 100.000 limum. Felagið fevnir um bæði olju og gassfyritøkur og fyritøkur, sum arbeiða við vind- og sólorku, fangan og goymslu av CO2, vetnisframleiðslu eins og stuðlar uppundir at verja bretsku orkutrygdina og til at røkka netto null málunum.
Heitið á hesi grein "Bretska oljuvinnan í tungum sjógvi" sigur okkum eisini, at tað kemur ein tíð eftir hesa, har - hvør veit - tað møguliga fer at ganga móti betri tíðum fyri vinnuna, tá landsins myndugleikar kanska fara at sanna, at tað ber ikki til at kvetta á stokkinum við at gera íløgur í olju og gass her og nú.
Tað eru teir eygleiðarar, sum halda, at hóast semju um grøna orkuskiftið er rætt og neyðugt, so er tað eisini ein spurningur um, hvussu skjótt hetta skal ganga, soleiðis at skiftið ikki fær ov ógvusligar og óhepnar avleiðingar. Víst verður m.a. til gongdina í Nýsælandi. Har bannaði stjórnin í 2018 allari oljuleiting fyri at røkka longuri á grønu leiðini. Í 2024 kendi stjórnin seg tó noydda at taka bannið av, tí varandi orkukeldurnar, vindur, sól og vatn vóru ikki nóg mikið til at halda orkuhjólunum gangandi. Tað eru tey, ið bera ótta fyri, at tað sama kann henda í Bretlandi, har nýggja stjórnin hevur í hyggju at banna nýggjari oljuleiting eins og seta í verk umfevnandi tiltøk, sum skerja olju- og gassvirksemið.
Bretska stjórnin við Ed Miliband orkuráðharra á odda ber eftir øllum at døma ikki ótta fyri slíkari gongd, tí hon heldur, at tað skulu íløgurnar í grøna orku forða fyri. At stjórnin hevur álagt orkuvinnuni størri skatt er eisini partur av samlaða politikkinum hjá nýggju stjórnini um, at vinnulívið í Bretlandi má vera við til at fíggja mongu útreiðslurnar, sum framhaldandi skulu tryggja vælferðarsamfelagið.
Risastóra útbyggingin av Rosebank kelduni skamt frá føroyska markinum er ein av teimum størstu útbyggingunum á bretska landgrunninum og verður farið at bora framleiðslubrunnar longu tíðliga komandi ár. Framleiðslan er ætlað at byrja í 2026.
Komandi tíðina fara vit helst at frætta meira um tær stóru útbyggingarnar, sum longu eru í gongd, ella sum eru á tekniborðinum. Ein av hesum er Rosebank eystan fyri Føroyar og ein onnur Cambo somuleiðis nærhendis markið. Áhugavert verður at fylgja teirri gongdini.
Orkan.fo fer at kunna um hesa gongdina og um orkumál sum heild hjá okkara næsta granna, sohvørt nakað hendir.
Keldur: Energy Voice, The Telegraph, The Herald, The Financial Times, Reuters, BBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald