Uttanlands

Bretska orkuvinnan kennir seg hótt av nýggju stjórnini

Bretska Labour lovaði undan valinum at brandskatta  olju- og gassvinnuna enn meira og banna nýggja leiting. Nú ger fíggjarmálaráðharrin greitt, at tiltøk at skerja vinnuna fara at verða sett í verk. 

2024-08-05 11:08 Author image
Jan Müller
placeholder
Tíðindini koma stutt eftir valið í Bretlandi, sum gav Labour flokkinum stóran meiriluta. Undan valinum gjørdi flokkurin greitt, at  hann fór at skunda undir  grøna orkuskiftið við m.a. at áleggja olju- og gassvinnuni nýggjar skattir eins og steðga nýggja leiting eftir olju og gassi. Eingin hevði tó roknað við, at stjórnin fór at gera vallyftini til veruleika so stutt eftir valið. Vinnan og politikarar í økjum, sum umboða nógv arbeiðspláss innan olju- og gassvinnuna, høvdu sett sítt álit á, at nýggja stjórnin fór at verða sinnað til at viðgera støðuna við vinnuna, áðrenn hon tók stig til at herða tiltøkini móti olju- og gassvinnuni. Hetta vísir seg nú at verða av ongum, nú boð eru komin frá fíggjarmálaráðharranum um, at olju- og gassfeløg skulu rinda 78% í skatti í mun til verandi 75%. Haraftrat verður undantakið í skattinum fyri nýggjum íløgum í útbyggingar sett úr gildi.  Og aftrat hesum fer nýggi eykaskatturin at fevna um eitt longri tíðarskeið heilt fram til 2030. 

[object Object]
Olju- og gassvinnan hevur alstóran týdning fyri Aberdeen og aðrar havnir í Skotlandi. 

Hetta hevur fingið umboð fyri stóru orkuvinnuna í Bretlandi og her serstakliga á Aberdeen leiðini at rópa varskó og gera greitt, at 200.000 arbeiðspláss eru í vanda eins og øll olju- og gassvinnan er á deyðastráð. Mett verður at avgerðin hjá stjórnini er at geva vinnuna mønustingin. Formaðurin í felagsskapinum fyri olju- og gassvirksemi, OEUK (Offshore Energy UK), David Waterhouse sigur, at avgerðin hjá stjórnini fer heilt at taka grundarlagið undan hesi enn sera týðandi vinnuni og fer at fáa ógvusligar avleiðingar fyri Bretland, bæði hvat arbeiðsplássum og inntøkum til samfelagið viðvíkur eins og fyri ta so týðandi orkutrygdini. Hann sigur, at olju- og gassvinnan hevur alstóran týdning fyri grøna orkuskiftið í Bretlandi og hevur vinnan longu gjørt seg út til at vera partur av orkuskiftinum við at minka um bæði útlát og gera aðrar broytingar. 

[object Object]
Formaðurin í felagnum hjá orkuvinnuni í Bretlandi, David Whitehouse minnir stórnina á stóra týdningin, sum olju- og gassvinnan hava fyri Bretland og heitir á stjórnina um umhugsa sína støðu til vinnuna. 

Avleiðingin av nýggja orkupolitikkinum fer m.a. at hava við sær, at fyritøkur fara at gevast at gera nýggjar íløgur í olju- og gassútbyggingar, sum kunnu stuðla uppundir grøna orkuskiftið. Feløg hava longu gjørt álvara av at stegða íløgum í Norðsjónum og ístaðin flyta sínar íløgur til onnur lond og øki í heiminum. Tað fer at hava við sær, at Bretland fer at verða noytt til at innflyta uppaftur meira olju og gass úr øðrum londum. Bretland fer rætt og slætt at gera seg enn meira bundið at innfluttari orku. Haraftrat kemur, at nógv av hesi orku hevur nógv størri útlát enn tann, sum bretska orkuvinnan kann framleiða. Útbyggingar í Norðsjónum fevna m.a. um elektrifisering av framleiðsluni, sum skal minka munandi um útlátið. 

Bretska stjórnin vísir aftur atfinningunum og sigur, at tess politikkur er tann rætti til at røkka málinum um reina orkuframleiðslu við null útláti. Íløgur í vindmyllur á landi og á sjógvi eins og onnur grøn tiltøk skulu gera, at Bretland røkkur sínum máli í veðurlags- og orkupolitikkinum. Hóast útmeldingarnar frá fleiri ráðharrum í stjórnini eru rættiliga greiðar, so vónar umboð fyri vinnuna kortini, at komandi fíggjarlógaruppskotið, sum verður lagt fram í oktober, fer at taka hædd fyri ávaringunum frá vinnuni. 

[object Object]
Nýggi bretski orkuráðharrin Ed Miliband ynskir oljuvinnuna har piparið grørt. 

Spurningurin er so, hvørjar avleiðingar nýggi politikkurin hjá bretsku stjórnini kann fáa fyri Føroyar. Tvs. um nýggjar ætlaðar útbyggingar eystan fyri markið verða raktar av avgerðini hjá stjórnini at avmarka møguleikarnar hjá olju- og gassvinnuni, kunnu taka møguleikan frá føroyskum fyritøkum at veita vørur og tænastur til virksemið hinumegin markið - og at minka um møguliga áhugan at fara undir leiting føroysku megin markið?

Í løtuni arbeiðir norska orkufelagið Equinor við at byggja út eina stóra olju- og gassleið stutt frá føroyska markinum, nevnd Rosebank. Hóast bretska stjórnin hevur gjørt greitt, at tess politikkur ikki fer eftir at stegða verandi loyvum og útbyggingum, so metir leiðslan í Equinor kortini, at nýggju krøvini, sum verða sett til virksemið, koma at gera tað nógv torførari at fremja eina slíka útbygging. 

Fer bretska stjórnin at gera álvara av sínum ætlanum at avmarka møguleikarnar hjá olju- og gassvinnuni í eitt nú Norðsjónum og á Atlantsmótinum, fer tað uttan iva at geva føroyskum myndugleikum bæði avbjóðingar og møguleikar.

Føroyska veitaravinnan fylgir eyðsýnt væl við, hvat fer at henda við markið, nú stórar útbyggingar standa fyri framman har,  og um nýggi politikkurin hjá Labour stjórnini fer at seta fót fyri ella tarna hesum komandi virkseminum. 

Nú skattatrýstið á oljufeløg í bretskum øki fer at verða hækkað enn meira, koma Føroyar brádliga í eina nýggja støðu, har  vit kunnu bjóða orkufeløgum uppaftur nógv betri skattatreytir enn okkara bretski granni. Um tað so er nóg mikið til at sannføra orkufeløg um, at tey eiga at gera íløgur í leiting í Føroyum vil so bara tíðin vísa.

Tað kann so vera eitt gott høvi hjá  teimum, sum standa fyri marknaðarføringini av Føroyum sum leitiøki, at gera eitt enn meira miðvíst og uppsøkjandi arbeiði til tess at kunna um jaligu møguleikarnar at leita eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini. 

Møguliga er tíðin komin hartil, nú vit síggja, at orkufeløg longu eru farin at venda bretska landgrunninum bakið vegna herdu og óstøðugu treytirnar at virka undir.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder