Uttanlands

Bretska orkuvinnan ávarar stjórnina

Ger Labour stjórnin av at seta ætlanina um at brandskatta  og gera umstøðurnar hjá olju- og gassvinnuni uppaftur verri, so fer hetta at raka bæði vinnuna og orkurygdina í Bretlandi.

Risastórar íløgur í orkuvinnuna eru í vanda, um bretska stjórnin ger álvara av at seta fót fyri vinnuni sigur 42 vinnufeløg í skrivi til ráðharra

Risastórar íløgur í orkuvinnuna eru í vanda, um bretska stjórnin ger álvara av at seta fót fyri vinnuni sigur 42 vinnufeløg í skrivi til ráðharra

2024-08-23 14:01 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta gera 42 orku- og veitarafeløg vart við í einum skrivi, sum felagið hjá vinnuni “OEUK”, Offshore Energy UK, hevur sent nýggju bretsku stjórnini. Ein heil vinna við hundraðtúsundtals arbeiðsplássum er í vanda, um stjórnin ger álvara av sínum hóttanum at seta fót fyri framtíðar virkseminum.

Formaðurin í felagnum, sum umboðar 400 ymsar fyritøkur og feløg innan samlaðu orkuvinnuna,  David Whitehouse, sigur, at vinnan og myndugleikar eiga at samstarva, so tað besta fæst burtur úr mongu arbeiðsplássunum í orkuvinnuni. Hann heitir á stjórnina, nú hon leggur til rættis komandi fíggjarætlan at leggja fram 31. oktober, at taka vinnuna við uppá ráð, nú ein framtíðar orkupolitikkur skal setast út í kortið. 


[object Object]

[object Object]

[object Object]Ed Miliband, nýggi orkuráðharrin, sum higartil hevur vent olju- og gassvinnuni bakið. Spurningurin er nú, um forsætisráðharrin sjálvur fer at lurta eftir ávaringunum hjá vinnuni og siga avgjørda orkuráðharranum, hvar "skápið" skal standa. 

Víst verður á, at íløgur fyri 200 mia. pund eru í vanda, um so er at stjórnin heldur fram við at mótarbeiða vinnuna heldur enn at stuðla henni. Her er eisini talan um tær íløgur, sum olju- og gassvinnan ætla at gera í grøna orkuskiftið mongu komandi árini. 

Fleiri olju- og gassfeløg hava seinastu tíðina gjørt vart við, at ger stjórnin álvara av sínum hóttanum, fer tað at hava við sær, at feløgini fara at flyta sínar íløgur til onnur lond og øki í heiminum. Hetta hevur m.a. fingið norskar politikarar at heita á feløgini um at gera íløgur í norskum øki eisini. 

[object Object]David Whitehouse, stjóri í stóra meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, OEUK,  heitir inniliga á stjórnina um ikki at seta fót fyri vinnuni. 


Nú um dagarnar legði orkufelagið Ithaca, sum er partur av Rosebank útbyggingini við føroyska markið og sum stendur fyri eini aðrari útbygging eisini, nevniliga Cambo, ið eisini liggur við markið, fram roknskapin. Felagið stúrir fyri útlitinum uppá longri sikt. Felagið er í ferð við at leggja saman sítt virksemi í Norðsjónum við risastóra ENI og vil tá gerast størsti framleiðarin í Norðsjónum, men nýggi og herdi skattapolitikkurin kann seta forðingar í vegin fyri menning av framtíðar virkseminum.

Felagið sigur sambært The Telegraph, at arbeitt verður framhaldandi  við at útbyggja bæði Rosebank og Cambo. Felagið leitar í løtuni eftir einum felag at gerast partur av Cambo verkætlanini og ætlar endaliga at góðkenna Cambo seinni í ár. Tó eru framvegis stórar óvissur rundan um Cambo, nú stjórnin hevur ætlanir um at skerja møguleikarnar hjá oljufeløgunum. 

Almenni orkumyndugleikin NSTA, North Sea Transition Agency, sum varar av loyvum og útbyggingum í Bretlandi, hevur eisini ávarað nýggju stjórnina um, at ger hon av at seta forðingar fyri nýggjum loyvum og útbygginum fer hetta at minka munandi um framleiðsluna av olju og gassi komandi árini og harvið gera Bretland enn meira heft at innflutningi. 

[object Object] 


Keldur: Energy Voice, The Telegraph, Offshore Energy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder