Uttanlands

Bretska stjórnin leggur trýst á oljufeløg at gera fleiri íløgur

Ì næstu viku verða helst methøg yvirskot hjá oljufeløgum kunngjørd. Umboð fyri bretsku stjórnina royna nú at leggja trýst á feløgini um at brúka størri part av vinninginum til íløgur í bæði olju- og gass og varandi orkukeldur í Norðsjónum. Fylgja tey ikki ráðunum verður hótt við  nýggjum oljuskatti.

2022-05-01 16:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Eitt av stóru málunum, sum eru frammi í Bretlandi í løtuni, er spurningurin um ein nýggjan skatt á olju- og gassfeløg, nú hesi forvinna meira enn nakrantíð fyrr, samtíðis sum vanlig húsarhald í Bretlandi ongatíð áður mugu rinda so nógv fyri eitt nú gass.

Kwasi Kwarteng, bretski ráðharrin í vinnumálum og ein av oddamonnunum í bretsku stjórnini, er ímóti nýggja oljuskattinum, tí hann kann minka hugin at gera íløgur í nýtt orkuvirksemi. Tí heitir hann nú hava oljufeløg um at økja um íløgurnar í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum, skrivar The Guardian.

Hetta bæði fyri at økja um framleiðsluna á bretska landgrunninum og fyri at forða fyri, at ein møguligur nýggjur oljuskattur, “Windfall tax”, sum hann verður nevndur, verður settur í verk. Hesin skal annars verða við til at gjalda húsarhaldum í Bretlandi tilskot til støðugt vaksandi orkuprísirnar. Tað halda fleiri andstøðupolitikarar eigur at verða goldið av stóru yvirskotunum hjá oljufeløgunum.

Arbeiðaraflokkurin vil hava stjórnina at samtykkja henda nýggja skattin, men higartil hevur stjórnin hjá Boris Johnson verið ímóti tí av ótta fyri, at oljufeløgini tá fara at minka um íløgurnar í nýtt virksemi og harvið verður Bretland framhaldandi heft at innfluttari orku úr eitt nú Russlandi.

Tað er ikki at tilvild, at bretski ráðharrin kemur við hesi áheitan á oljuvinnuna júst nú, tí í komandi viku verða  roknskapirnir hjá stóru oljufeløgnum kunngjørdir og roknað verður við, at teir fara at vísa methøg yvirskot. Tá fer stórt trýst at verða lagt á stjórnina frá bæði andstøðu og almenningum annars um  at fáa hana at seta í gildi serliga oljuskattin, sum skal gera tað lættari fyri vanlig húsarhald í Bretlandi at kunna rinda methøgu orkuprísirnar fyrst og fremst á gassi, sum flestu húsarhald brúka.

Kwasi Kwarteng tosaði fríggjadagin við fleiri av stjórunum fyri tey stóru olju- og orkufeløgini og heitti á teir um at brúka fleiri pengar til menning av bæði oljuvinnuni og eisini vindorku í Norðsjónum. Á tann hátt kunnu feløgini vera við til at forða fyri nýggja skatti. Hann hevur eisini skrivað oljufeløgunum bræv, har hann ger greitt, at hann og Boris Johnson vilja hava feløgini til at binda seg til at  gera íløgur í m.a. reinari orku og menning av tøkni í hesum sambandi, tí hesi hava alstóran týdning fyri búskapin og fyri í framtíðini at fáa orkuprísirnar niður aftur á eitt rímuligt støði.

Sambært blaðnum Times er røringur í stjórnini. Fyrst hevur stjórnin tvs. fleiri ráðharrar gjørt greitt, at teir eru ímóti nýggja skattanum, tí hann kann tarna ella steðga vøkstrinum í egnari orkuframleiðslu. Men síðani hevur fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak sáað iva um hesa støðuna og nevnt møguleikan fyri kortini at seta skattin í verk.

Ì sendingini hjá BBC, Sonday Morning, segði vinnuráðharrin, at hóast hann sjálvur  vil hava orkufeløgini at gera íløgur heldur enn at skatta tey, so liggur endaliga avgerðin í hondunum á fíggjamálaráðharranum, sum skal leggja fram nýtt budget í oktober. Hann sigur, at nýggi skatturin er framvegis á borðinum til støðutakan, og at ráðharrar fara at umhugsa hann, um orkufeløgini ikki kenna sína vitjanartíð við íløgum.

Somu orkufeløg gera tó vart við, at tey longu hava sett út í kortið ætlanir um at gera fleiri íløgur í Bretlandi. Eitt umboð fyri felagið hjá vinnuni, “Offshore Energies UK” (OEUK) sigur, at teirra limir ætla at gera íløgur fyri 200 mia. kr. í olju- og gassverkætlanum í Bretlandi fram til 2026, og tað er væl hægri enn vanligt. Víst verður eisini á, at feløg fara at brúka 600 mia. kr. í havvindorkuverkætlanum komandi 7-8 árini.

Shell boðaði fyrr í mánaðinum frá, at tað ætlar at brúka 250 mia. kr. uppá nýggjar verkætlanir komandi árini, harav tveir triðingar eru til havvind, vetni og undirstøðukervi til elbilar. Eisini BP hevur kunngjørt, at tað fer at tvífalda sínar íløgur í Bretlandi í havvind, sólorku og vetni.

Greinarar halda, at ein nýggjur skattur fer ikki bert at raka stór feløg sum BP og Shell men hann fer eisini at raka smærri feløg, sum framleiða mestu oljuna í Norðsjónum, serliga hart.

Væntað verður at olju- og gassprísirnir fara at hækka uppaftur meira í heyst. Higartil eru 30 fyritøkur, sum selja gass á bretska heimamarknaðinum, farnar á heysin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder