Uttanlands

Bretski forsætisráðharrin vil skunda undir olju- og gassvirksemi

Við hesum tekur Rishi Sunak avgjørt frástøðu frá andstøðuni, sum ætlar at steðga nýggjum olju- og gassvirksemi.

Bretski forsætisráðharrin Rishi Sunak fer nú at skunda undir olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar.

Bretski forsætisráðharrin Rishi Sunak fer nú at skunda undir olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar.

2023-08-01 16:00 Author image
Jan Müller
placeholder

-Tað gevur onga meining, tá Labour skjýtur upp at banna olju og gassi úr Norðsjónum. Tað fer at gera okkara orkutrygdarstøðu vánaligari og fer at styrkja einarætisharrar so sum Putin sigur Rishi Sunak í samrøðu við fleiri bretskar miðlar, eitt nú BBC og Sunday Tlegraph. Hann vísir á, at tað fer eisini at hótta 200.000 arbeiðspláss í nærum øllum liðum í búskapinum eins og hava við sær ein miss í skattainntøkum uppá 80 mia. pund ella 700 mia. kr.

[object Object]

Sunak sigur seg vilja stðula bretska orkuídnaðinum, sum skal tryggja streym og orku til alt Bretland. -Ein og hvør skilagóður persónur skilur, at vit hava brúk fyri fossilum brennievnum til tess at røkka netto nul útláti sigur hann víðari. Hann sigur í samrøðu við BBC, at hesi boðini á ongan hátt skulu skiljast sum at konservativa stjórnin vendir grøna orkuskiftinum bakið. Tvørturímóti fara avgerðirnar hjá stjórnini at vera við til at stuðla uppundir orkuskiftið.

Ì farnu viku gjørdi bretski orkutrygdarráðharrin Grant Shapps greitt, at hann fer at troyta stóru goymslurnar í Norðsjónum til fulnar heldur enn at lata tær liggja. Tað fekk m.a. umhvørviskvinnuna Gretu Thunberg at skýra Bretland fyri eitt land, sum vendir veruleikanum bakið. Hon luttók annars í mótmælisgongu í London nú um dagarnar móti útbyggingini av oljukelduni Rosebank við føroyska markið. 

Eisini veðurlagsvísindafólk gera vart við, at herviligu hitabylgjurnar, sum raka Evropa  í løtuni eru mannaskaptar og er orsøkin til tær fyrst og fremst brenningin av fossilum brennievnum.

[object Object]

Bretska stjórnin fer sum ein tann fyrsta í heiminum beinleiðis at stuðla verkætlan, sum skal fanga og goyma CO2 í undirgrundini í Norðsjónum. 

[object Object]

Bretski forsætisráðharrin, sum í hesum døgum er á vitjan í norðureystur Skotlandi, har olju- og orkuvinnan hava stóran týdning, sigur við BBC, at stjórnin fer at skunda undir fangan og goymslu av CO2 sum ein týðandi part av framtíðar orku- og umhvørvispolitikkinum. Eisini fer stjórnin at stuðla uppundir framleiðsluna av vetni.

Bretland vil viðhesum vísa, at tað gongur á odda í heiminum og hevur stjórnin samtykt at stuðla eini stórari CCS (Carbon Capture Storrage) verkætlan, nevnd Acorn, út fyri skotsku strondini og í Peterhead, har Shell rekur eina stóra móttøkustøð í St. Fergus fyri olju og gassi úr Norðsjónum og av Atlantsmótinum. 

Labour er ósamt við konservativu stjórnina og vil seta eitt punktum fyri nýggjari leiting eftir olju og gassi men kortini loyva verandi loyvishavarum at fremja útbyggingar á loyvum teir hava fingið tillutað longu. 

[object Object]Bretski forsætisráðharrin á vitjan á móttøkustøðini hjá Shell í Peterhead, St. Fergus. 

Rishi Sunak sigur, at stjórnin fer í næstum at geva grønt ljós til meira enn 100 nýggj leitiloyvi í Norðsjónum sum part av 33. útbjóðingarumfarinum. Fyrstu av hesum loyvunum verða longu latin í heyst og restin seinni í ár.


[object Object]

[object Object]


Rishi Sunak á Twitter við boðunum, sum fingu flest allar miðlar í Bretlandi at rudda forsíðurnar. 

Bretska orkuumsitingin NSTA, North Sea Transition Authority sigur í eini fráboðan í gjár, at gass, sum Bretland framleiðir í Norðsjónum hevur fýra ferðir minni útlát enn gassið, sum Bretland í dag innflytir úr  øðrum londum. Við hesum undirbyggir hesin almenni eftirlitsstovnurin avgerðina hjá stjórnini at fara undir at framleiða meira kolvetni í Norðsjónum. 

[object Object]

Í frágreiðing frá NSTA verður eisini víst á, at Bretland í dag er bundið at innfluttari orku í stóran mun, og tað fer landið eisini at vera í 2050, tá útlátið skal vera komið niður á null. Eisini eftir at hava rokkið málinum tá fer 25% av bretsku orkunýtsluni at koma úr øðrum londum. Tað er fyri at minka um innfluttu orkuna, at bretska stjórnin nú av álvara leggur seg eftir at økja um egna framleiðslu. 

[object Object]Bretski orkutrygdarráðharrin, Grant Snapps á Twitter 

Um somu tíð sum orkuvinnan í Bretlandi fegnast um avgerðina hjá stjórnini, so eru umhvørvisfelagsskapir og øll tey, sum vilja hava, at Bretland gevst við øllum olju- og gassvirksemi, á gosi og krevja, at Bretland gevst við at økja um olju- og gassvirksemið í Norðsjónum. 

[object Object]Mótmælisfólk í London við Greta Tunberg á odda. 


Keldur: BBC, Sunday Telegraph, Energy Voice, DR, Ritzau og AFP




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder