Uttanlands

Byrjandi bjartskygni valdar aftur í oljuvinnuni

Niðurstøðan á ársfundinum hjá bretsku orkuvinnuni herfyri var, at bjartskygni nú aftur hómast í vinnuni.

Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi og Barbara Thorsteinsson, jarðfrøðingur á ársfundinum hjá meginfelagnum hjá bretskari orkuvinnu, Offshore Energies UK. Mynd Jan Müller

Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi og Barbara Thorsteinsson, jarðfrøðingur á ársfundinum hjá meginfelagnum hjá bretskari orkuvinnu, Offshore Energies UK. Mynd Jan Müller

2025-07-08 15:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir stórar rembingar í kjalarvørinnum á grøna orkuskiftinum er olju- og gassvinnan í Bretlandi nú aftur við at fóta sær. Tað var niðurstøðan á ársfundinum hjá felagnum, sum umboðar bretska orkuvinnu. Umboð fyri Jarðfeingi og FOÍB luttóku á fundinum, teirra millum Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi. 

Um somu tíð sum stórar útbyggingar fara fram hjá grannanum Norra og nýggj leitiloyvi verða latin, hevur gingið tann øvugta vegin í Bretlandi, har myndugleikarnir hava álagt vinnuni sera høgan serskatt umframt at steðga nýggjari leiting. Oman á hetta kom so eisini ein avgerð hjá dómstóli um, at umhvørvistreytirnar fyri at kunna fara undir framleiðslu skulu gerast nógv strangari.

Alt hetta hevur fingið vinnuna í Bretlandi at rópa varskó og ávara myndugleikarnar um, at heldur henda gongdin fram verður tað mønustingurin fyri olju- og gassvinnuna. Í seinastuni eru tó komin nýggj signal frá stjórnini um, at broytingar fara at verða gjørdar, sum skulu gera tað lættari fyri vinnuna at arbeiða. Hetta tí at myndugleikarnir sanna, at tørvur fer at verða á olju og gassi í nógv ár aftrat, um somu tíð sum grøna orkuskiftið verður ment.

[object Object]

Hetta var so eisini nakað, sum fylti nógv á stóra ársfundinum hjá meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK í Aberdeen nú um dagarnar, har framløgurnar um framtíðina í Norðsjónum vórðu merktar av byrjandi bjartskygni í vinnuni.

Og tað var so eisini nakað, sum stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe legði sær í geyma, tá hann luttók á stóra tiltakinum, har Barbara Thorseinsson, jarðfrøðingur hevði eina spennandi framløgu um møguleikarnar fyri leiting við Føroyar.

[object Object]

Niels Christian Nolsøe segði eftir tiltakið seg bíta merki í serstakaliga eitt hugtak í mongu framløgunum á ársfundinum, nevniliga “Homegrown Energy”.

-Tað var eitt lyklahugtak á ráðstevnuni, og tað sipar til alla orku, sum eitt land kann framleiða, heilt frá olju, gassi, vindi, sól o.s.fr

Sjónarmiðið er, at vit eins væl sjálvi kunnu framleiða ta orkuna vit brúka, sum at innflyta hana. [object Object]

-Hetta er sjálvandi serliga galdandi fyri olju og gass, sum bretska stjórnin vegna útlátið av CO2 í atmosferuna higartil hevur gjørt nógv fyri at steðga framleiðsluna av. 

Tað eru tó nógv tekin um, at bretar sum heild nú hugsa, at tað er absurd at keypa ta oljuna uttanlands frá, sum landið undir øllum umstøðum brúkar, tá tey sjálvi kunnu framleiða hana úr Norðsjónum.

Sum ein oljustjóri tók til: vit skapa ongan eftirspurning eftir olju og gassi, vit nøkta bara tann tørvin, sum er.

[object Object]

‘Energy Mix’ var eitt annað lyklahugtak á ráðstevnuni, ið sipar til áðurnevndu orkukeldur, har sjónarmiðið er, at olja og gass eisini má hava eitt pláss í mixinum, men sjálvandi minkandi sum frá lýðir. Heilt at avskriva olju og gass gevur onga meining, tá tað óivað verður eftirspurningur eftir hesum produktum nógv áratíggju afturat.

[object Object]

[object Object]

Niels Christian Nolsøe: -Okkara íkast til ráðstevnuna, sum Barbara Biskupstø Thorsteinsson framførdi framúrskarandi, varð sera væl móttikið. Bretar gleðast um, at føroyska stjórnin er jalig mótvegis oljuleiting í føroyskum øki, og okkurt oljufelag og onkur íleggjari í oljuvinnuni  vóru áhugað í at hoyra meira um møguleikarnar við Føroyar.

[object Object]Stjórin í meginfelagnum hjá bretskari orkuvinnuni, OEUK, David Whitehouse (í miðjuni) á ársfundinum í Aberdeen herfyri. Hann fegnaðist um føroysku luttøkuna. Mynd Jan Müller. 


Eitt triðja hugtak var 'Managed Decline', ið sipar til stýrda niðurlaging av framleiðsluni av kolvetni í bretska partinum av Norðsjónum. 

Spurningurin er bara, hvussu skjótt hendan niðurlaging kann gerast. Ansast má eftir at tað ikki gongur so skjótt, at vit koma út í “orkufátækradømi”, segði ein framleggjari, tvs. at sparast má so nógv upp á orkuna, at tað ávirkar lívsgóðskuna munandi. At fólk onkuntíð sita køld og av og á mugu eta kaldan mat.

Niels Christian Nolsøe og Barbara Biskopstø Thorsteinsson eru nú farin heimaftur til Føroya fyri m.a.  at tilrættaleggja møguliga luttøku á stóru altjóða orkuráðstevnuni og messuni "Offshore Europe 2025" í Aberdeen í september.

Endamálið við luttøku á slíkum ráðstevnum er at leggja fram nýggjastu kanningarúrslitini av føroysku undirgrundini og koma á tal við feløg og íleggjarar, sum kunnu hava áhuga í at koma til Føroya at gera kanningar, sum so aftur kunnu skapa grundarlag fyri nýggjum boringum.

Niels Christian Nolsøe fegnast um henda seinasta møguleikan at fáa atgongd til henda stóra pallin í hjartanum á bretskari orkuvinnu og vónar, at slík føroysk luttøka kann bera ávøkstur sum frálíður.  

[object Object]Barbara Thorsteinsson frá Jarðfeingi saman við einum av mongu luttakarunum á ársfundinum. Slík høvi geva møguleika fyri at knýta nógv nýggj sambond, sum kunnu vera sera hent í týðandi arbeiðinum hjá eitt nú Jarðfeingi, ið hevur ábyrgdina av at marknaðarføra Føroyar til leiting eftir kolvetnum. Mynd Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder