Tað var ikki fyrr enn tíðliga í morgun, at heimsins lond loksins samtyktu eina veðurlagsavtalu á ST veðurlagsráðstevnuni í Sharm el-Sheikh í Egyptalandi. Ráðstevnan skuldi annars havt endað fríggjadagin, men varð hildið fram til í morgun fyri at røkka eini avtalu.
Avtalan snýr seg um at stovna ein grunn, sum m.a. skal veita stuðul til lond, ið eru rakt av náttúruvanlukkum orsakað av veðurlagsbroytingunum. Peningurin, sum tey ríkaru londini skulu rinda, fer til at gjalda fri fyri tap og skaðar í menningarlondunum. Tað eydnaðist í seinastu løtu at fáa USA og ES við í avtaluna.
Nú verður so spurningurin at vísa í verki, at ríkaru londini taka avtaluna í álvara. Í fyrstu atløgu er talan um lond í Asia og Afrika, eitt nú Pakistan og Nigeria, sum eru rakt av yvirflóð og turki.
Menningarlond hava í meira enn 30 ár sóknast eftir einum slíkum grunni og er avtalan á COP27 søgulig. Umboð fyri fátækari londini siga, at veðurlagsbroytingar stava í stóran mun frá útlátum í ídnaðarlondunum, og tí eiga tey eisini at rinda fyri tær oyðileggingar, sum hesi hava fyri eitt nú menningarlondini.
Amerikanski forsetin, Joe Biden her á COP27
At lond sum USA og ES hava verið afturhaldandi at góðtaka eina slíka avtalu kemst av teirra ótta fyri, at rokningarnar frá menningarlondunum kunnu gerast ov stórar. At fleiri av ríkaru londunum ætla at taka pengarnar frá menningarstuðulinum tey frammanundan lata til menningarlond er ikki fallið í góða jørð.
Ein spurningur, sum skapti stóra ónøgd í ríkaru londunum, er páhaldni hjá Kina og Saudi Arabia, at tey eisini eru menningarlond. Tað hava tey verið men eru tað ikki longur, nú teirra búskapir eru so nógv vaksnir. Ætlanin er nú at seta eina nevnd, ið skal arbeiða við stovnan av einum grunni og skal hetta arbeiðið verða klárt at leggja fram á komandi veðurlagsráðstevnu COP28.
Hóast avtaluna hevur verið stór ónøgd millum lond um, at ov lítið verður gjørt fyri at seta tiltøk í verk, sum kunnu tryggja, at hitabroytingar ikki hækka meira enn 1,5 stig við aldarskiftið. Kortini er partur av endaligu avtaluni á COP27 eitt krav frá ES, at avgerðin frá bæði París og Glasgow um, at hitin má ikki hækka meira enn 1,5 stig, verður varðveitt. Eisini eru mong ónøgd við, at tað ikki fekst ein avtala um at útfasa olju og gass. Eitt uppskot frá India um hetta varð ikki samtykt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald