Spurningurin um kolvetni – fossilu brennievnini kol, olju og gass – hevur javnan verið frammi á veðurlagsstevnuni í Glasgow, men óvissa er um seinasta dagin á COP26, hvønn leiklut framleiðsla av kolvetnum fer at hava í endaligu avtaluni millum tey 197 luttakandi londini.
Higartil hava heimsins størstu framleiðarar av olju, gassi og koli ikki viljað tikið undir við danska initiativinum. Hesir eru m.a. USA, Russland, Saudi Arabia og Kanada. Og Kina hevur boðað frá, at tað fer ikki at framskunda endaliga dagin fyri kolaframleiðslu, sum tað hevur ásett til 2060. Nakað, sum mong halda er alt ov leingi.
Uppskotið um at áseta ein dato fyri at steðga framtíðar kolvetnisframleiðslu hevur skapt ikki sørt av tvídrátti, nú m.a. verstlandið Bretland hevur gjørt greitt, at tað fer ikki at skriva undir avtaluuppskotið frá m.a. Danmark og sum annars enn bert fá lond hava tikið undir við.
Tað eru Danmark og Costa Rica, sum hava tikið stig til at skipa eina samgongu av londum, sum vilja gevast við nýggjari oljuleiting, gevast við at byggja út nýggj olju- og gassfelt og haraftrat at áseta ein dag fyri, tá oljuframleiðsla er søga.
Við nýggja felagsskapinum, "The Beyond Oil and Gas Alliance”, royna hesi bæði stigtakaralondini saman við eitt nú Fraklandi, Grikkalandi, Írlandi, Svøríki, Quibeck og Wales at fáa onnur lond til at taka undir við tiltkainum tvs. at taka stig til at forða fyri nýggjari oljuframleiðslu. Danmark gjørdi annars herfyri av við lóg at steðga nýggjari oljuleiting í Norðsjónum og at seta ein endadag fyri oljuframleiðslu til 2050. Í gjár tók so eisini Grønland undir við tiltakinum. Her kann so nevnast, at Føroyar ganga inn fyri at halda fram við oljuleiting.
At vertslandið fyri COP26 Bretland við Boris Johnson, forsætisráðharra á odda, hevur gjørt greitt, at tað tekur ikki undir við danska útspælinum, tí hetta er ikki rætta tíðin til at fara heilt burtur frá olju og gassi, er ikki fallið í góða jørð hjá eitt nú mongum umhvørvisfelasskapum, sum halda, at Bretland sum vertsland fyri COP26 kann ikki loyva sær halda fram við framtíðar oljuleiting og framleiðslu. Teir vísa á, at avmarking av olju- og gassframleiðslu eigur at verða raðfest fremst skal tað eydnast at steðga altjóða upphitingini omanfyri 1,5 stig. Víst verður m.a. til útsøgn frá IEA, altjóða orkustovninum, at skulu vit røkka málinum frá Parísavtaluni um 1,5 hitastig, so eiga ongar nýggjar útbyggingar av olju- og gassfeltum at fara fram.
Men sum skilst stendur Bretland við sítt og vísir entá á, at landið gongur á odda fyri at minka um útlátið.
-Eingin olju- og gassframleiðandi tjóð er farin so langt sum Bretland við stigvíst at stuðla tí grøna orkuskiftinum til eina framtíð við lágum útláti, segði ein umboðsmaður hjá Boris Johnson og helt fram:
-Nú meðan bretski tørvurin á olju og gassi minkar, fer tað kortini at vera brúk fyri hesi brennievnum komandi mongu árini, um som tíð sum nýtslan av varandi orku verður ment. Bretland hevur sett sær fyri at vera klimaneutralt í 2050, og í mars í ár varð avgjørt at minka um útlátið frá olju og gassi úr Norðsjónum. Gevst Bretland við at gera íløgur í nýggjar kolvetnisframleiðslur, so fær tað álvarsligar avleiðingar. Verður steðgað alt ov knappliga við at minka um framleiðslua av kolvetni, tá fer at mangla orka og fer tað aftur at fáa avleiðingar fyri prísin.
Bretska stjórnin hevur eisini í orðaskiftinum undan COP26 víst á, at landið fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat, og verður einki sett ístaðin fyri goymslurnar, sum eru við at tømast, tá fer landið at vera tvungið til at økja um innflutningin av kolvetni úr øðrum londum, sum á ongan hátt livir upp til somu umhvørviskrøv sum bretska framleiðslan í Norðsjónum.
Í dag fáa vit so at vita, hvat fer at standa í endaligu avtaluni á COP26 um m.a. olju, gass og kol. Og greitt er, at henda seinasta dagin fer m.a. danski veðurlagsráðharrin Dan Jørgensen at brúka til at sannføra fleiri lond um, at danska uppskotið er rætta leiðin at ganga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald