Flótandi havvindmyllur standa ovast á breddanum, tá talan er um at fremja grøna orkuskiftið í Norra og Danmark í løtuni. Í báðum londum er semja um at gera risastórar íløgur í at menna flótandi havvindorku nógvu komandi árini.
Men meiningarnar í báðum londunum eru ymiskar, tá talan er um, hvussu stóran leiklut tað almenna skal hava í fíggingini av risastóru íløgunum.
Ein stórur meiriluti í danska fólkatinginum samdist í vikuni um ta higartil størstu útbjóðingina av økjum til havvindverkætlanir. Umframt teir tríggjar flokkarnar í stjórnini taka eisini sjey andstøðuflokkar í Fólkatinginum undir við eini avtalu um at útbyggja havvindorkuna, har almenna luttøkan er 20% av fíggingini.
Í Norra taka stjórnarflokkarnir saman við nøkrum andstøðuflokkum eisini undir við einum líknandi leisti, tó at stóri andstøðuflokkurin Høgra heldur, at almenni leikluturin eigur at verða nógv minni.
Hóast ymsar áskoðanir rundan um almennu luttøkuna, so er støðan tann í báðum londunum, at streymframleiðslan frá havvindmyllum skal økjast munandi fyri at kunna avloysa streymframleiðandi fossilriknu orkuverkini í framtíðini.
Í Danmark er støðan tann, at settar longu eru upp havvindmyllur, sum kunnu framleiða 2,3 gigawatt. Við nýggju avaluni er málið at kunna framleiða 9 gigawatt í 2030, sum so aftur kann hækka til 14 gigawatt nøkur ár seinni.
Danski veðurlagsráðharrin Lars Aagaard sigur, at tá allar hesar myllurnar mæla er tað nóg mikið til at nøkta alla streymnýtsluna í Danmark við grønum streymi eins og at kunna útflyta stórar nøgdir av streymi til Evropa. Framleiðsluorkan er nóg mikið til at veita streym til 14 mió. húsarhald.
Tað nýggja við hesi avtaluni er, at danski staturin verður medeigari í stóru verkæltanini við 20%. Lagt varð út við 25%, men hetta varð broytt undir samráðingunum.
Talan er í byrjan um seks havvindmylnulundir, tríggjar í Norðsjónum, ein norðan fyri Sæland, ein í Eystrasalti og ein í Kattegat. Enn ein havvindorkuætlan, sum verður nevnd “Orkuoyggj Bornholm”, er við í fyrireikingunum til at menna grønu orkuna. Í tí førinum skal leggjast ein elkaðal uppá 170 kilometrar frá Bornholm inn á danska meginlandið. Kortini eru enn fleiri ivamál rundan um henda partin av samlaðu vindorkuverkætlanini.
Samlaða upphæddin fyri at gera stóru vindorkuætlaninar til veruleika er mett til 100 mia. kr. Tað merkir, at talan er um stórar upphæddir, sum staturin her bindur seg til at vera við til at fíggja.
Í avtaluni verður eisini lagt upp fyri at taka hædd fyri umhvørvinum og náttúruni og settar verða av ein hálv mia. kr. í ein havnáttúrugrunn.
Mett verður annars, at danski staturin fer at fáa 13 mia. kr. í inntøkum frá havvindmylnulundunum komandi 30 árini.
Nú semja er um eina framtíðar ætlan fyri útbygging av havvindorkuni verður so næsta stigið at bjóða út økini til íløgu- og orkufeløg - vitandi at danski staturin bjóðar seg at standa fyri 20% av íløgunum.
Í Norra eins og í Danmark eru stjórnarflokkarnir samdir um at menna havvindorkuna í syðra partinum av Norðsjónum saman við trimum av andstøðuflokkunum.
Kjakið um útbygging av havvindorkuni í Norra hevur leingi staðið ovast á breddanum og eru stórar ósemjur millum politikararnar og onnur, hvat og hvussu hetta skal gerast.
Víst verður á stóru útreiðslurnar, sum verða nógv hægri enn tað, sum stjórnin higartil hevur lagt fram. Eitt nú hevur størsti andstøðuflokkurin Høgra funnist at stóra statsstuðulinum til menningina av havvindorku og heldur, at hann kann hava óhepnar avleiðingar við sær. Talan er í fyrstu atløgu um verkætlanina “Syðri Norðsjógvurin 2”.
Stjórnin hevur fyrr skotið upp eitt loft uppá 15 mia. kr. í statsstuðuli til botnfastan havvind. Nú ljóðar, at talan er um heilar 23 mia. kr. í almennum stuðuli til útbygging av havvindi.
Partur av ósemjununum snýr seg um, hvørvítt ein stór havvindorkulund skal flyta út orku til Evropa eisini ella bara til Norra.
Stjórnin hevur áður sagt, at hon ynskir ikki, at streymurin skal sendast til Evropa frá Syðru Norðsjóvar 2 ætlanini. Hon ynskir at streymurin bara skal í land í Norra.
Framtíðar útbygging av havvindorkuni í Norra liggur m.a. í syðra partinum av Norðsjónum.
Eisini í okkara parti av heiminum, tvs. í norðasta partinum av Norðsjónum og í økinum millum Hetland og Føroyar eru ætlanir um útbygging av havvindorkuni.
Stórar útbyggingar eru longu framdar í skotskum havøki og í Bretlandi sum heild. Bæði í Lerwick í Hetlandi og í Aberdeen í Skotlandi gera havnirnar seg út til stóra komandi havvindmylnuævintýrið.
Herfyri vitjaðu umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna í Hetlandi og í Aberdeen, har tey fingu innlit í bæði vindorku á landi og til havs.
Tað verður eisini í føroyska orkukjakinum róð framundir, hvussu havvindur kann gerast partur av grøna orkuskiftinum í Føroyum í framtíðini.
Kort yvir møguligar framtíðar havvindmylnulundir í bretskum øki. Í fleiri av økjunum eru longu latin loyvi til útbyggingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald