Uttanlands

Danmark raðfestir grøna orkuskiftið í ES

Nú Danmark hevur fingið formansskapin í ES fer tað at raðfesta grøna orkuskiftið ovast

2025-07-11 14:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta kemur til sjóndar í sambandi við ætlanina at samtykkja nýtt veðurlagsmál fyri øll ES londini. Tað málið fyri útlát skal vera 90% longu í 2040. Hóast greiðu støðuna hjá Danmark so verður roknað við, at fleiri ES lond fara at seta fót fyri uppskotinum.  Fleiri teirra eru rætt og slætt ikki tilreiðar til at samtykkja veðurlagsmál sum hetta orsakað av avleiðingum hetta fer at fáa fyri búskap, vinnu oa. 

Tað verður uppgávan hjá danska formansskapinum at sannføra øll hini londini í ES, at nýggja veðurlagsmálið er tað rætta. Í sambandi við formansskiiftið hava uttanríkis- og veðurlagsráðharrarnir í ES londunum verið á vitjan í Danmark, har teir eru kunnaðir um danska umhvørvis- og veðurlagspolitikkin, sum m.a. setir út í kortið eina reinari náttúru.

[object Object]

Sambært DR vísir ein spurnarkanning, at ein stóru partur av íbúgvunum ynskir, at politikararnir taka veðurlagsmálini í størri álvara, tó at einki verður sagt um, hvussu hetta skal gerast og hvørjar avleiðingar hetta skal hava fyri gerandisdagin. Sambært Ole Ryborg, sum arbeiðir hjá DR í ES, so verður tað ikki ein einføld uppgáva hjá einum donskum formansskapi at sannføra hini ES londini um, at málið fyri útlátið skal setast til 90% í 2040.

Sambært Ryborg, so vilja alsamt fleiri ES lond raðfesta krút og kúlur framum veðurlagspolitikkin. Hóast hesa sannroynd, so stendur danski formansskapurin, sum situr við borðendan í eina tíð, fast við at grøna orkuskiftið skal raðfestast ovast.

[object Object]

Sum formansskapur er tað Danmark, sum avger, hvørji mál ES skal taka til viðgerðar og raðfestingina av teimum. At hini 26 ES limalondini hava eina aðra hugsan kemur so ikki at broyta donsku raðfestingina. Danskir ES politikarar siga, at grøna orkuskftið er eisini trygdarpolitikkur. Eitt nú har man roynir at gera ES óheft at fossilum brennievnum úr Ruslandi.

Í donskum eygum byggir grøna orkuskiftið á m.a. hetta: At fara burtur frá fossilum brennievnum sum kol, olju og gassi. Burðardygt byggjarí. Meira endurnýtsla. Og loksins at landbúnaður og matvøruframleiðslan skal vera meira klimavinarlig. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder