Uttanlands

Danmark undir nýggja olju- og gassleiting

Danska Orkustýrið hevur latið upp eina mini-útbjóðing í Norðsjónum

2023-07-08 12:29 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað kemur helst óvart á mong og her ikki minst tey, sum ganga á odda í grøna orkuskiftinum, at danskir myndugleikar hava avgjørt at lata up p fyri nýggjari  leiting eftir olju og gass í einum øki í Norðsjónum, har tað frammanundan er nógv virksemi. Tað var annars táverandi danska stjórnin við stórum meiriluta í Fólkatinginum, sum nøkur ár herfyri sum ein tann fyrsta í heiminum gjørdi av at steðga allari nýggjari leiting eftir kolvetnum. Tó var tað fyrivarni gjørt, at um leiting skuldi loyvast, so skuldi tað vera nærhendis verandi loyvum og virksemi.

Økið, sum nú verður bjóðað út til leiting, liggur millum gassleiðirnar Elly og Luke, sum verða mettat at goyma 5,4 mia. kubikkmetrar av gassi. Talan er um gassleiðir við høgum trýsti og høgum hita, nakað, sum er ein fyrimunur. 

Orkustýrið sigur í eini viðmerking, sambært DR, at orsøkin til nýggju útbjóðingina er ein umsókn frá einum orkufelag. Norska felagið Bluenord (fyrrv. Noreco) hevur boðað frá, at tað hevur søkt um leitiloyvi.

Norðsjóvargrunnurin verður partur í nýggja loyvinum, tá og um tað verður latið. Vegna danska statin skal grunnurin eiga 20% í loyvinum.

Ein stórur meiriluti í danska fólkatinginum hevur fyrr samtykt, at alt kolvetnisvirksemi í donskum øki skal steðga heilt í 2050.

Danski veðurlags- og orkumálaráðharrin Lars Aagaard vísir aftur atfinngum um, at Danmark við hesi útbjóðingini er gingið frá gomlu Norðsjóvarsemjuni. -Okkara veðurlagsmál, gassnýtsla og endadagurin fyri framleiðslu standa framvegis við. Málið hjá stjórnini um 100% grønt gass í 2030 stendur við. Harafturímóti fer ein møgulig nýggj gassframleiðsla at stuðla upp undir orku- og veitingartrygdina í Evropa sigur hann, sambært DR.

Danska skipanin við loyvisgeving minnir ikki sørt um ta føroysku skipanina við Open Door. Tvs. talan verður ikki um nakra nýggja stóra útbjóðing, men feløg hava møguleika at søkja um leitiloyvi í einum longu kendum øki og til tess at fáa loyvi skal umsóknin leggjast út alment, soleiðis at eisini onnur hava møguleika at søkja.

Bretskir orkumiðlar gera nógv burtur úr donsku avgerðini at lata upp fyri nýggjari leiting og vísa á, at Danmark var nettupp tað landið, sum stovnaði ein felagsskap, ið  hevði til endamál at fáa onnur lond í heiminum heilt at gevast við leiting eftir olju og gassi.

Annars er orkufelagið TotalEnergies í løtuni í gongd við at seta til aftur risastóru Tyra gassleiðina í Norðsjónum, sum er vorðin umvæld og nútímansgjørd. Henda gassleiðin, sum áður hevur verið álitið í donsku orkuveitingini, stendur til at lata orku til umleið 90% av donsku nýtsluni. Neyðugt hevur verið at skifta út gomlu pallarnar við nýggjar, soleiðis at talan er um eina spildurnýggja orkuframleiðslu, sum skal troyta stóru nøgdirnar av gassi í donsku undirgrundini.

Sambært Norðsjóvaravtaluni skal kortini øll framleiðsla á danska landgrunninum steðga heilt í 2050 tvs. um 27 ár.

Danska avgerðin at lata upp fyri eini nýggjari útbjóðing, mini ella ikki, fer at fáa mong at yppa øksl, skrivar altjóða orkumiðilin Energy Voice og heldur fram: 

-Nógv varð gjørt burtur úr, tá fleiri Norðurlond í 2020 søgdu frá, at tey fóru ikki at loyva nýggjari leiting og Danmark stovnaði felagsskapin “The Beyond Oil and Gas Alliance”, BOGA undir COP26 ráðstevnuni í Glasgow. Undir leiðslu av Danmark og Costa Rica, sum ongantíð hevur troytt kolvetni, varð farið at sannføra onnur lond um at gerast limir í hesum felagsskapinum og eitt nú Grønland, Írland og Fraklandi tóku undir. Eitt skifti ljóðaði, at eisini Skotland ætlaði sær uppí.

Um somu tíð, skrivar Energy Voice víðari, hava Føroyar, sjálvstýrandi partur av Danmark, gjørt greitt, at tað hevði onga ætlan um at fara uppí felagsskapin BOGA men heldur at hava dyrnar opnar fyri olju- og gassleiting.

Keldur DR, Energistyrelsen og  Energy Voice.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder