Danmark hevur verið kallað vindorkulandið, nú tað var eitt tað fyrsta landið í heiminum at fara undir at framleiða streym frá vindmyllum. Og síðani hevur tað bara gingið ein veg. Vindmyllur eru settar upp kring alt landið, myllur, sum oftani eru framleiddar í Danmark.
Seinastu tíðina hevur vindorkuvinnan tó verið í mótvindi. Fyrst og fremst tí at avgreiðslutíðin frá umsókn til endaligt loyvi at seta upp vindmyllur hevur tikið so drúgva tíð. Harnæst tí at USA og Kina eru farin at lata almennan stuðul til vindorkuvinnuna, og tað hevur gjørt, at vindorkuvinnan í eitt nú Danmark hevur ikki verið kappingarfør.
Danmark hevur sett út í kortið tvær risastórar orkuoyggjar, ein í Norðsjónum og ein á Bornholm í Eystrasalti. Hesar eru komnar í drag. Nú vil danska stjórnin við einum nærum samdum Fólkatingi aftanfyri seg spenna seg út við at byggja út orkulundir á landi við bæði vind- og sólorku.
Endamálið hjá donsku stjórnini um meiri grønan streym er fyrst og fremst, at Danmark skal innan 2030 vera heilt óheft at nátúrgassi.
Tað samtykti ein stórur meiriluti í Fólkatinginum í 2022. Fyri at røkka hesum máli skal framleiðslan av grønum streymi frá solkyknum og vindmyllum á landi fýrfaldast fram til 2030. Tað svarar til 50 mió. kilowatt tímar ella meira enn nokk til 11 mió. húsarhald. Tað merkir so aftur, at tað verður tørvur á nógv størri økjum á landi til bæði sólpanel og vindmyllur.
Til tess at røkka hesum málum skulu setast upp 32 orkulundir í 19 kommunum í Danmark. Hvør orkulund skal kunna framleiða fýra ferðir meira orku enn 8 stórar vindmyllur.
Nýggja ætlanin hjá donsku stjórnini varð løgd fram mánadagin. Hon ber í sær, at grannarnir, har orkulundirnar verða settar upp, fáa pengar frá landinum, og tað skal so eisini taka stytri tið at fáa orkutiltøkini framd. Ætlanin er at seta upp orkulundir í 32 økjum ymsa staðni í Danmark.
Ein av teimum, sum dámar uppskotið hjá stjórnini er Brian Vad Mathiesen. Hann er professari í orkutilrættalegging við Aalborg Universitet og granskar í grøna orkuskiftinum í Danmark.
Hann sigur sambært DR, at hóast ætlanin hjá stjórnini ikki er nóg mikið til at fýrfalda grønu orkuna innan 2030, so er hon eitt týðandi stig á leiðini. Honum dámar sera væl ætlanina at lata fólki, sum búgva í økjum nærhendis komandi orkulundum, eina gularót tvs. pening í kompensatión.
Eisini veðurlags- orku- og veitingarráðharrin Lars Aagaard er nøgdur við ætlanina og serstakliga búskapin aftanfyri. Lagt verður upp til at íalt 4,5 mia. kr. skulu býtast fram til 2030. Umleið ein fjórðingur til grannar og restin til lokalsamfelagið.
-Vit hava brúk fyri, at øll kunnu síggja fyrimunirnar við grøna orkuskiftinum. Tí skulu tey, sum búgva tætt við, fáa meira í kompensatión enn tey fáa í dag sigur Lars Aagaard. Pengarnir skulu koma frá orkufeløgum, sum seta upp orkuskipaninar. Pengar eru nevniliga at forvinna við at byggja vindmyllur og sólpanel í dag.
Ráðharrin legði fram ætlanina hjá stjórnini í Vejen í Jútlandi, har hann legði dent á, at tað skal vera lættari og skjótari at seta upp tær nýggju orkulundirnar. Hetta er neyðugt, skal grøna orkan fáa undirtøku millum fólk. Lóggávan, sum skal tryggja hetta, má koma uppá pláss skjótt. Tað hevur tí skund at fáa góðkenningarskipaninar at ganga nógv skjótari sigur Brian Vad Mathiesen.
Tað tekur Kommunernes Landsforegning eisini undir við. Felagið heldur gongdin higartil hevur verið alt ov sein og trek at fáa nýggjar verkætlanir í gongd. Neyðugt er, at Christiansborg skapar neyðugu lógarkarmarnar. Forkvinnan í KL heldur tað eisini vera gott, at stjórnin nú kemur við fleiri pengum til lokalsamfeløgini, har orkulundirnar koma at liggja.
Eisini Green Power Denmark, sum umboðar orkuvinnuna, hevur bara gott at siga um nýggju ætlaninar við orkulundum. Men undirstrikar at nú er nokk tosað. Nú má nakað henda.
Í løtuni gongur tað við sniglaferð við grønari orku á landi. Veðurlagið vil hava, at tað gongur skjótari, fyritøkurnar vilja sleppa í gongd og sama er við brúkaraunum, sum vilja hava biligari grønan streym sigur Kristian Jensen, stjóri í Green Power Denmark.
Hann heitir á Fólkatingið um at gera eina breiða avtalu so skjótt til ber soleiðis, at hetta bara verður fyrsta stigið á leiðini.
Lars Aaagaard heldur tað vera møguligt at koma í gongd innan eitt til hálvtannað ár.
Hann vísir tó á, at fólk og myndugleikar mugu hava virðing fyri, at tað skulu gerast ætlanir fyri lokaløki, eins og umhvørvisgóðkenningar skulu gerast. Tað slepst ikki undan, at tað tekur sína tíð, men vit mugu seta meira ferð á heldur hann.
Keldur: DR, Politiken, EnergyWatch
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald