Verður tosað um grøna orkuskiftið um okkara leiðir tvs. kring Norðsjógvin og í Evropa sum heild, so fylla havvindmyllur alsamt meira og meira. Hjá grannunum í bæði Norra og Bretlandi verður vindorkan raðfest sera ovarliga í grøna orkuskiftinum. Men eisini longur inni á evropeiska meginlandinum fær orka frá serstakliga havvindmyllum størri og størri raðfesting. Danir, sum munnu vera teir, ið liggja fremst bæði tá talan er um at framleiða vindmyllur og seta tær upp í egnum umhvørvi, ætla nú at økja munandi um streymorku frá havvindmyllum við tilsamans fýra gigawatt aftrat í 2030.
Í fjør varð størsta havvindmylnulundin í Norðurlondum, Kriegers Flak í Eystursjónum, latin upp til framleiðslu. Tilsamans 72 vindmyllur, ið standa á havbotninum millum Danmark, Svøríki og Týskland, skulu framleiða 600 MW um árið, sum svarar til nýtsluna hjá 600.000 húsarhaldum. Tað er 16% av samlaðu vindorkuframleiðsluni í Danmark. Streymurin frá Kriegers Flak fer gjøgnum kaðalar á havbotninum til bæði Svøríki og Týskland. Vindmylnulundin liggur 15 til 40 kilometrar frá donsku strondini. Tað tók nærum 10 ár at avgreiða hesa stóru vindorkuverkætlan, hvørs endamál er bæði at framleiða grønan streym og liva upp til veðurlagslógina fram til 2030.
Nú hava danir so kunngjørt menning av havvindmylnulundum, sum skulu framleiða fimm ferðir so nógvan streym sum verandi vindmyllur í dag framleiða. -Danmark skal hava nógv meiri havvind, enn vit hava í dag. Tað skulu vit, tí vit vilja ikki hava gassið hjá Putin, sigur Dan Jørgensen, ráðharri við Finans, sambært DR. -Vit fara at arbeiða breitt og koma eisini at framleiða meira vindorku á landi. Men havvindur er ómetaliga týdningarmikil, tí hann er tað slagið av varandi orku, sum er støðug og hvørs prísur er lækkandi, orsakað av tøkniligu menningini sigur Dan Jørgensen.
Frammandan hesi seinastu avgerðini hjá stjórnini hevur hon tikið stig til at útbyggja havvind til at vaksa um streymframleiðsluna úr 2,3 gigawattum til 8,9 gigawatt í 2030. Hetta nýggjasta málið fer at fimmfalda framleiðsluna í mun til í dag, svarandi til 12,9 gigawat. Tað svarar til, sambært Veðurlags og orkumálaráðnum, at tað í 2030 verður framleitt streymur frá havvindmyllum til nýtsluna hjá 15 mió. húsarhaldum í Evropa. Tvs. at danska streymframleiðslan frá havvindi verður nógv størri enn nýtslan í Danmark. Tí er ætlanin umframt at selja streym til onnur lond eisini at brúka vindorkuna í framleiðsluni av eitt nú vetni at brúka í sjóvinnuni.
Streymurin frá vindmyllunum á Kriegers Flak fer víðari til Týskland gjøgnum havbotnskaðalar
Donsku útmeldingarnar skapa sum vera man gleði í nærumhvørvinum her ikki minst á Møn og Falster, sum eru næstu grannar á landi til stóru havvindmylnulundina Kriegers Flak. Fyri vinnulívið í økinum koma útsøgnirnar frá stjórnini sera væl við, nú vindmylnuvinnan longu hevur verið við at at skapa 100 nýggj arbeiðspláss í økinum. Her í sambandi við goymslu og uppseting eins og umvæling av mongu havvindmyllunum. Hetta merkist serliga í Klintholm Havn, sum longu virkar sum tænastuhavn fyri havvindmylnulundina. Kring alt Danmark royna havnir nú at bjóða seg fram og gera klárt til eina framtíð sum tænastuveitarar til framtíðar havvindmylnuvinnuna.
Havnin á Møn, sum nú ger klárt til eina vindmylnuframtíð sum tænastuveitari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald