Uttanlands

Vindorkuvinnan undir trýsti

Tað melur rætt og slætt ikki runt

2023-08-29 11:34 Author image
Jan Müller
placeholder

Stórir partar av vindorkuvinnuni í Evropa hava avbjóðingar at dragast við. Orsøkirnar eru fleiri eitt nú væntandi inntøka. Tað hendir í eini tíð, har lond, sum hava góð ráð, skrúva upp fyri stuðlinum, nú stórar íløguavgerðir skulu takast.

Hetta skrivar danski netmiðilin EnergiWatch, sum komandi vikur fer at varpa ljós á støðuna í vindorkuvinnuni. Tað hendir um somu tíð, sum orkan frá vindmyllum á landi og til havs er ein av  berandi súlunum í grøna orkuskiftinum. 

Høvuðsorsøkirnar til støðuna í hesi so týðandi grønu vinnuni eru vaksandi útreiðslur, inflatión og trýst frá kappingarneytum í londum, sum fáa statsstuðul. Tað eru so gott sum allir veitarabólkar til hesa risastóru vinnu, sum stríðast við at fáa tað at mæla runt í hesum árum. EnergiWatch skrivar, at vinnan skal til at taka støðu til stórar íløgur í eini tíð, har inntøkurnar í vindvinnuni eru nærum horvnar. 

Støðan er so mikið álvarssom, at tey bæði vinnufeløgini Green Power Denmark og DI Energi taka hana í størsta álvara. Bæði í Evropa og kring heimin annars stendur vindorkan til at verða útbygd nógv komandi árini. Til tess skulu sera stórar íløgur gerast í eini tíð, har útreiðsluvøksturin økist og inflatión ger seg galdandi um somu tíð. Og har onnur lond geva stór ískoyti sum stuðul til vinnuna verður torført at taka kappingina upp í londum uttan stórvegis stuðul. 

Taka vit Danmark, so liggja vindmyllur ovast á ynskilistanum hjá politikarunum og stjórnini yvir framtíðar grønar orkuloysnir, sum skulu sleppa okkum undan CO2 útláti. Hóast stórar útbyggingar eitt nú í londunum kring Norðsjógvin, so hevur tað kortini gingið skeiva vegin at fáa gongd á byggingina av myllum m.a. orsakað av drúgvu viðgerðartíðini í almennu skipanini. Í 2022 minkaði talið av sáttmálum til nýggjar vindmyllur við 47% sammett við árið frammanundan. 

Í Evropa standa vindmyllur til eina framleiðsluorku uppá 80 GW í bíðistøðu. Tvs. at verkætlanir og tíðarætlan ganga als ikki hond í hond. Stjórarnir í bæði Green Power Denmark og DI Energi siga, at tað hevur skund at fáa broytt og bøtt um støðuna. Útlit eru m.a. til stórar stórar útbjóðingar til havvind, og feløgini mugu vera til reiðar við bæði vørum og tænastum til at gera stóru sáttmálarnar til veruleika í framtíðini. 

[object Object]

Varastjórin í DI Energi, Troels Ranis sigur við EnergiWatch, at stórar útbyggingar av vindorkuni, sum liggja fyri framman, standa ikki mát við ta kreppu, sum ídnaðurin er í. Øll spyrja hvønn annan, nær gjøgnumbrotið kemur, nær vit fara at forvinna pengar aftur og nær vit  aftur kunnu gera íløgur sigur Troels Ranis. Í Danmark eru havvindútboð uppá 9-14 GW á tekniborðinum og í Evropa er gongdin tann sama. Øll tosa um vindorku men støðan er tann, at bíðað verður eftir, at hon skal loysa seg og geva yvirskot. 

Um somu tíð sum hetta er støðan í Danmark og Evropa annars, so merkist trýstið frá stuðulskipanum í bæði USA og Kina, sum stuðla teirra egnu vindídnaði. USA hevur júst samtykt lóg um eina stuðulskipan, "Inflation Reduction ACT" ella IRA, sum sprænir mia. av dollarum inn í orkuvinnuna, og í Kina verður eisini latin almennur stuðul til orkufyritøkur. Tað gevur eina órættvísa kapping sigur Jan Hylleberg, varastjóri í Green Power Danmark við EnergiWatch.

Hann fer so langt sum at bera ótta fyri, at stuðulsskipaninar í USA og Kina kunnu heilt seta fót fyri vindorkuvinnunum í Danmark og Evropa sum heild.

-Um vit ikki gera tað vit kunnu fyri at tryggja okkum, at tann tøknin, sum skal nýtast, kemur frá evropeiskum fyritøkum, eri eg ikki í iva um, at vit fara at síggja kinverskar vindmyllur í donskum sjógvi sigur Jan Hylleberg.

Besti hátturin hjá Evropa fyri at standa ímóti trýstinum úr øðrum heimspørtum er at skipa fyri egnum stuðulsloysnum.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder