Ein av gullrandaðu orkufyritøkunum í Danmark, Ørsted hevur stórar fíggjarligar trupulleikar at dragast við í løtuni. Greinarar vænta, at fyritøkan fer at lata aftur fleiri av sínum deildum. Fleiri nýggjar verkætlanir verða lagdar á hillina og útbýti til íleggjarar hvørvur heilt. Tað eru tey, sum halda, at Ørsted hevur verið ov seint til at taka neyðug stig til at betra um støðuna.
Ørsted noyddist nú um dagarnar at taka seg úr tveimum milliarda verkætlanum og fremja niðurskrivingar fyri 28 mia. kr. við møguleika fyri at niðurskriva fyri 11 mia. kr. aftrat í sambandi við, at felagið hevur tikið seg úr amerikonsku havvindverkætlanunum Ocean Wind 1 og 2. Tað fer at kosta fyritøkuni 18 mia. kr. at siga seg úr verkætlanunum.
Umboð fyri Danske Bank sigur sambært EnergyWatch, at fyritøkan helst fer at taka seg úr uppaftur fleiri havvindverkætlanum. Væntandi fer fyritøkan eisini at taka seg úr verkætlanunum Skipjack og Sunrice Wind.
Hóast stóru afturgongdina halda greinarar ikki, at hetta verður framtíðar støðan innan altjóða havvindorku. Roknað verður tó við, at Ørsted eftir mongu avbjóðingarnar fer at leggja seg meira eftir at menna vindorkuætlanir á landi eins og sólorkuverkætlanir. Ørsted roknar við einum undirskoti móti endanum av triðja ársfjóðringi uppá góðar 22 mia. kr. Hetta stavar so fyrst og fremst av stóru niðurskrivingunum.
Tað er tó ikki bert Ørsted, sum er komið illa fyri við sínum íløgum í havvindorku. Fleiri aðrar fyritøkur eitt nú BP hava verið í mótvindi og tók fyritøkan herfyri avgerð um at niðurskirva virði í verkætlanini Empire Wind við 540 mió. dollarum.
Havvindur í USA er í høvuðsheitum við at fara grundleggjandi fyri skeyti segði Anja-Isabel Dotzenrath stjóri hjá BP fyri offshore vindi, tá hon tók lut í kjaki á FT Energy Transition Summit í London nú um dagarnar. Inflatión, hækkandi rentur og seinkingar í veitingaliðinum eru alt nakað, sum hava rakt havvindídnaðin og havvindverkætlanir meint. Eisini í Týskalandi merkja tey til trupulleikarnar í havvindídnaðinum. Týska risastóra orkufyritøkan Siemens Energy, sum eigur vindframleiðslufyritøkuna Siemens Gamesa, hevur stórar trupulleikar í løtuni.
Danska Ørsted, sum danski staturin eigur stóran part í, hevur eisini aðrar partaeigarar so sum pensiónsgrunnar, har tey av røttum eru farin at ivast í teirra íløgustrategiium í sambandi við havvind. Tað hevur ljóðað, at norska Equinor skal vera áhugað í at keypa Ørsted, nú partabrævið hjá fyritøkuni er lækkað við nærum 23%.
Stjórin í Ørsted Mads Nipper sigur, at felagið fer møguliga at umhugsa sína grønu strategi. Seinasti mótvindurin móti Ørsted kemur frá guvernørinum í New Jersey í USA, sum hóttir við at krevja sera stórar upphæddir frá Ørsted fyri at ríma frá ábyrgdini at seta upp tvær havvindmylnulundir í statinum.
Keldur: EnergyWatch, Recharge, Financial Times
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald