Uttanlands

Danskir umhvørvis-rættarserfrøðingar bilsnir av Shell dómi

Spurningurin er, um hálendska avgerðin er við til at flyta markið millum dómstólar og lóggevarar sigur danskur umhvørvis-rættarserfrøðingur

2021-05-28 09:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Ovfarakæti var á umhvørvisfólkunum, sum vóru tilsteðar í rættinum í Haag, tá hesin feldi dóm yvir oljufelagið Shell, um at tað skal skerja sítt útlát við 45% innan 2030. Ein dómur, sum tó eftir øllum at døma fer at verða  kærdur til hægri rætt, nú hann er tann fyrsti av sínum slag.

Sambært heimasíðuni hjá Danmarks Radio, DR.dk, so eru danskir umhvørvis-rættarserfrøðingar sera bilsnir yvir dómin.

-Eg eri ovfarin. Hetta er at fara sera langt. Væl er tað frammi í tíðini, at statir verða álagdir at taka hædd fyri veðurlagnum, men her er talan um eina privata fyritøku. Og málið snýr seg heldur ikki um brot á lógina, men um at binda seg til at fremja nakað í framtíðini, sigur Bent Ole Mortensen, professari við Syddansk Universitet, sambært heimasíðuni hjá DR.

Hann fer so langt sum at siga, at spurningurin er, um hálendska avgerðin flytir markið millum dómstólar og lóggevarar. Vanliga er tað jú eitt fólkavalt ting, sum skal seta í verk altjóða krøv, sum landið so skal liva upp til. Men her er tað ein dómstólur, sum fer inn og sigur, at nú skal Shell minka so og so nógv um sítt útlát. Tað er ikki víst, at eitt fólkavalt ting var komið fram til tað sama. Tað kundi havt álagt einum øðrum sektori at staðið fyri minkingini, sigur hann.

Starvsfelagi hansara, Peter Pagh, professari í umhvørvisrætti við Keypmannahavnar Universitet, er samdur og sigur, at hálendsku dómararnir eru farnir ov langt.

Hetta er “dybt problematisk”, sum hann málber seg. Tí man “kortsluttar” ta politisku prosessina við argumentinum um, at man hevur eina moralska skyldu til at handla í mun til veðurlagið og tí kann leypa um teir legitimt valdu lóggevararnar.

Hann heldur eisini, at tað er skeivt at áleggja Shell at minka um sítt útlát, tá eingin neyvt kann siga, hvussu stóran part av globalu upphitingini fyritøkan er sek í.

-Tað er ikki so, at globala upphitingin steðgar, tí Shell ikki longur framleiðir olju, sigur hann sambært DR.  

Hetta eru somu grundgevingar, sum Shell hevur brúkt undir rættarsakini.

-Tað er upp til stjórnir at gera lógir og seta krøv til fyritøkurnar, og  tað gevur onga meining at døma eina fyritøku til at steðga við at framleiða olju, soleingi heimurin framvegis eftirspyr olju, tí tað vil bara merkja, at aðrar fyritøkur økja um sína framleiðslu.

Tað er so eisini helst orsøkin til, at Shell fer at kæra dómin.

Umboð fyri Greenpeace í Danmark, Helene Hagel sær málið øðrvísi enn donsku rættarserfrøðingarnir. Hon heldur dómurin  kann gerast eitt søguligt vegamót. Tá politikararnir ikki megna at liva upp til Parísavtaluna, so er neyðugt at fara í rættin við málinum.

Hetta er annars fyrstu ferð, at ein dómstólur gevur einum oljufelag boð um at minka um útlátið til eitt støði, sum er í tráð við Parísavtaluna og veðurlagsvísindina leggur hon aftrat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder