Greining. Tað er ein ókend og tvílig - ambivalent - støða, sum orkuvinnan í Bretlandi fer inn í í hesum nýggja árinum. Øðrumegin rudda stóri eftirspurningurin eftir orku her m.a. eisini gassi og olju eins og høgi orkuprísurin slóð fyri nýggjum virksemi. Hinumegin togar nýggjur orkuskattur og grøna mótstøðan tann øvugta vegin. Tað er tí ein heldur ógreið støða, sum bretska orkuvinnan er komin í, nú eitt nýtt ár stendur fyri framman.
Um somu tíð sum bretska stjórnin vil hava orkuvinnuna at gera íløgur í ikki bert varandi orku men eisini olju og gass, tí landið vil gerast óheft at innfluttari orku úr Russlandi serliga, so er eisini mótstøða millum politikarar bæði í Onglandi og Skotlandi at leitast skal eftir olju og enn minni at útbyggjast skulu longu funnar olju- og gassleiðir. Hóast hesa støðu so hevur stjórnin í London tó gjørt púra greitt, at olju- og gassvirksemið í Norðsjónum ikki bert skal halda fram men mennast og víðkast.
Hyggja vit eftir gongdini eystan fyri Føroyar, so kunnu vit tó rokna við fleiri hendingum, sum eisini kunnu fáa týdning fyri framtíðar olju- og gassleiting við Føroyar.
Leitiútbjóðing letur aftur í morgin
Tann 12. januar letur 33. leitilútbjóðingin eftir olju og gassi í Norðsjónum og her eisini eystan fyri Føroyar aftur. Stórur spenningur er í orkuheiminum, hvussu undirtøkan fer at verða fyri nýggjari leiting, sum nú hevur ligið í dvala í tvey ár.
Tað var m.a. kríggið í Ukraina við teimum avleiðingum tað hevði fyri orkuveiting og orkutrygdina í Evropa, sum hevði við sær, at bretska stjórnin tók stig til at lata uppaftur fyri leiting eftir olju og gassi. Hetta fyri at kunna tryggja, at Bretland í framtíðini kann gerast óheft at innfluttari olju og gassi m.a. úr Russlandi. Hóast Bretland ikki longur er limur í ES, so er hetta í tráð við orkupolitikkin, sum skuldi koma í gildi í ES 1. januar, har gass og kjarnorka verða mett sum grøn orka.
Spurningurin er so, um nýggi eykaskatturin á serliga olju- og gassfeløg fer at hava við sær, at færri feløg fara at søkja um nýggj leitiloyvi. Hetta hóast partur av nýggju skattaskipanini sleppur feløgum undan eykaskattinum, har tey gera íløgur í nýtt virksemi so sum leiting og útbyggingar.
Í útbjóðingini, sum verður latin aftur í morgin, eru eisini fleiri øki boðin út, sum liggja tætt við føroyska markið. Um áhugi er fyri hesum kann tað møguliga geva eitt tekin um, hvørt orkufeløg vilja gera íløgur í hesum umráðinum sum heild, tvs. møguliga eisini fara at hyggja eftir undirgrundini føroysku megin markið, ikki minst um stóru útbyggingarnar av Cambo og Rosebank keldunum við markið fara av bakkastokki.
Útbyggingar á skránni
Eitt er so leitingin. Annað eru útbyggingar av olju- og gassleiðum, sum longu eru funnar. Her hava orkufeløgini Equinor og Itacha Energy longu boðað frá, at tey tíðliga í hesum árinum fara at taka endaliga støðu til útbygging av teimum báðum risakeldunum Rosebank og Cambo, sum liggja stutt frá føroyska markinum. Aftrat hesum fara eisini BP og TotalEnergies at taka støðu til enn tvær útbyggingar, nevniliga Clair South og Glendronach. So nógv stendur uppá spæl í hesum partinum av Atlantsmótinum nærhendis Føroyum.
Cambo og Rosebank keldurnar eystan fyri føroyska markið skulu helst útbyggjast við framleiðsluskipi og palli umframt útbúnaða og rørleiðing á havbotninum til gass.
Herfyri bórust so tíðindi um, at umrøddu oljufeløg hava skipað seg í ein bólk, sum skal arbeiða fram móti at elektrifisera allar útbyggingarnar. Tvs. at tær skulu rekast við streymi antin úr landi ella frá havvindmyllum. Hetta er eitt krav frá bretsku myndugleikunum fyri at geva útbyggingarloyvi.
Elektrifisering er vorðið eitt av lyklaorðunum í orkutilgondini kring allan Norðsjógvin og nú eisini á Atlantsmótinum, sum er økið milllum Føroyar og Hetland. At brúka grønan streym heldur enn gass til at reka pallar við fer at minka munandi um CO2 útlátið. Í førum við upp til 70%.
Stóru ætlaninar og íløgurnar í fleiri havvindmylnulundir bæði eystan og vestan fyri Hetland hava alstóran týdning fyri hesa elektrifiseringsætlan, eins og framtíðar olju- og gassútbyggingarnar fara at hava stóran týdning fyri framtíðar havvindorkuframleiðarar. Ì vikuni frættist, at norska Equinor hevur gjørt avtalu við veitarar at gera eitt framleiðsluskip klárt til komandi framleiðslu á Rosebank leiðini eystan fyri Føroyar.
Komandi mánaðirnir fara tí eftir øllum at døma at hava avgerandi týdning fyri framtíðina hjá olju- og gassvinnuni í økinum vestan fyri Hetland. Her eru longu funnar olju- og gassleiðir, sum teljast millum tær størstu á breska landgrunninum í heila tikið. Tíðin fer so at vísa, hvønn veg tað ber.
Eitt av heimsins størstu oljufeløgum Shell, sum tók seg úr stóru útbyggingarætlanini av Cambo í fjør, men sum framvegis eigur 30% av kelduni, hevur nýliga boðað frá, at tað framvegis hyggur eftir útbyggingarmøguleikum her.
Nevndarformaðurin í fyristøðufelagnum fyri Cambo, Ithaca Energy segði herfyri, at brikkarnir eru so smátt við at koma uppá pláss viðvíkjandi útbyggingini av Cambo. Tað kundi ljóðað sum Shell kortini verður partur av eini útbygging, og møguleiki er so sjálvandi eisini fyri, at okkurt annað felag vil keypa seg inn í loyvið tætt við føroyska markið.
Hóast skotska stjórnin í Edinburgh vil seta ferð á niðurraðfesting av olju og gassi, liggur endaliga avgerðin hjá bretsku stjórnini í London, og hon hevur gjørt greitt, at olju- og gassvirksemið í Norðsjónum skal uppraðfestast.
Ósemja millum skotskar politikarar og vinnuna
Alt hetta hendir um somu tíð, sum stór ósemja hevur tikið seg upp millum olju- og gassvinnuna í Skotlandi og skotsku stjórnina, ið júst hevur latið kunngera eina nýggja orkustrategi. Henda hevur sum endamál at skunda undir grøna orkuskiftið í Skotlandi við eitt nú at niðurraðfesta olju- og gass frá Norðsjónum. Bretskir miðlar gera nógv burtur úr nýggja útspælinum frá skotsku stjórnini og vísa m.a. á, at tað hevur til endamál heilt at steðga olju- og gassvirkseminum í Norðsjónum um 20 ár.
Umboð fyri vinnuna eru sera ónøgd við útspælið frá skotsku SNP/grønu stjórnini og siga, at hon er við at taka grundarlagið undan vinnuni, sum telur 90.000 størv bara í Skotlandi.
Ein teirra, sum hevur funnist harðliga at skotsku stjórnini og hennara olju- og gasspolitikki er kendi skotski vinnulívsmaðurin Sir Ian Wood, sum heldur stjórnin er við at undirgrava ein stóran og týðandi part av skotska vinnulívinum, sum landið fer at hava stóran tørv á í framtíðini. Og at hetta eisini kann hava álvarsligar avleiðingar fyri orkutrygdina hjá øllum Bretlandi.
Aðrastaðni í vinnuni verður isini verður víst á, at talan er bara um proklamatiónir frá stjórnini í Skotlandi, tí hon veit, at tað í síðsta enda er stjórnin í London, sum hevur avgerandi orðið í orkupolitikkinum, og tað er framvegis, at olju- og gassvirksemið í Norðsjónum skal mennast fyri at gera Bretland óheft at innfluttari orku eins og tað er avgerandi fyri sjálva orkutrygdina. Uppaftur onnur spyrja, hvør skal gjalda fyri eina møguliga loysing frá Bretlandi, um eingin olju- og gassvinna er eftir.
Umboð fyri skotsku stjórnina siga harafturímóti, at skal Paríssáttmálin haldast, so er neyðugt at ganga burtur frá olju og gassi, og tess skjótari tað verður gjørt, tess skjótari fæst eisini gongd á grøna orkuskiftið. Hetta siga umboð fyri vinnuna er ikki rætt, tí júst olju- og gassvinnan eru ein týðandi leikari í royndunum at fremja tað grøna orkuskiftið.
Umboð fyri meginfelagið hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK, Jenny Stanning, sigur sambært Energy Voice, at olja og gass hava og fara framvegis at hava alstóran týdning fyri orkuveitingina í øllum Bretlandi. 79% av allari orkunýtsluni í Skotlandi stavar frá olju og gassi. Umleið 24 mió. húsarhald í øllum Bretlandi, 85%, verða upphitað við gassi, og 42% av streymnýtsluni stava frá gassi. Aftrat hesum koyra 32 mió. akfør við bensini og diesel. Hesar sannroyndir vísa, at Bretlandi fer at tørva olju og gass í fleiri tíggjutals ár aftrat, sigur Stanning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald