Norska orkufelagið Equinor fer eftir øllum at døma at vera enn meira virkið á bretska landgrunninum skulu vit taka orðini hjá stjóranum fyri Bretland, Írland og entá Føroyum, Arne Gurtner í álvara. Og tað skulu vit sambært bretska orkumiðlinum Energy Voice, sum í gjár endurgevur norska orkustjóran fyri at siga, at Equinor ætlar sær at gera fleiri íløgur í olju- og gassvirksemi í bretska partinum av Norðsjónum og harvið eisini á Atlantsmótinum, sum er økið millum Hetland og Føroyar.
Flestu olju- og gassleiðirnar á Atlantsmótinum liggja nær føroyska markinum og teirra millum eisini Rosebank, sum Equinor helst fer at útbyggja til framleiðslu.
Í seinastuni hevur ljóðað, at 90% av oljufeløgunum, sum arbeiða í Norðsjónum, ætla sær at avmarka sítt virksemi, nú bretska stjórnin hevur álagt teimum ein eykaskatt uppá 35%. Hetta ætlar norska Equinor kortini ikki at lata sær lynda. Felagið sær nevniliga stórar møguleikar fyri framtíðar virksemi í bretska partinum av Norðsjónum og hevur tí sum eitt fyrsta stig tikið avgerð um at keypa ognirnar hjá oljufelagnum Suncor í Norðsjónum fyri nærum 8,5 mia. kr.
Ein orsøkin til hesa avgerðina hjá norska orkurisanum er undantaki í skattalógini um, at nýggi eykaskatturin ikki fevnir um íløgur í nýggja leiting og útbyggingar.
Úttalilsini hjá Arne Gurtner koma stutt eftir, at samtaksstjórin í Equinor, Anders Opedal herfyri segði, at felagið ætlar sær at skunda undir leiting og útbygging av olju- og gassvirkseminum í Norðsjónum, samtíðis sum tað eisini ger stórar íløgur í grøna orkuskiftið fyri m.a. at kunna minka um útlátið.
"Vit eru sera spent uppá at menna okkara olju- og gassvirksemi samtíðis sum vit raðfesta grønar varandi orkuloysnir og minkan av útlátinum. Hetta er nakað vit fara at skunda undir í bretskum øki," sigur Arne Gurtner.
Avgerðin hjá Equinor at raðfesta bretskt øki í sínum framtíðar íløguætlanum kemur helst óvart á tey, sum hava borið ótta fyri, at nýggja skattalógin fór at styggja oljufeløg burtur frá Norðsjónum og heldur gera íløgur í øðrum pørtum av heiminum, har treytirnar eru munandi lagaligari. Tað er so ikki galdandi fyri Equinor og helst eisini fleiri onnur oljufeløg, sum framhaldandi síggja stórar møguleikar í Norðsjónum.
"Okkara seinasta avtala um at keypa ognirnar hjá Suncor byggir á okkara strategisku kós innan altjóða leiting og framleiðslu. Vit hava sagt, at vit fara at gera nógv meira burtur úr virkseminum eitt nú í økjum sum Bretlandi, sum er vorðið eitt av okkara kjarnuøkjum. Vit ætla at halda tað, sum vit longu hava lovað", sigur Arne Gurtner við Energy Voice.
Hann sigur víðari, at Equinor sær stórar møguleikar at skapa nýggj virði fyri Equinor gjøgnum eitt keyp sum hetta, har bæði verandi framleiðsla og helst eisini komandi eru við.
Við keypinum av Suncor ognunum eigur Equinor nú 80% av risastóru olju- og gassleiðini skamt frá føroyska markinum. Aftrat hesum fær Equinor eisini nærum 30% av stóru framleiðandi oljuleiðini í Norðsjónum Buzzard. Í løtuni er Equinor eisini fyristøðufelag fyri enn eini stórari oljuleið í norðara partinum av Norðsjónum, Mariner. Umframt olju- og gassvirksemi er Equinor eisini týðandi partur av grønum orkuskipanum so sum stóru havvindmylnulundini Dogger Bank. Í øðrum førum er Equinor við í verkætlanum at fanga og goyma CO2.
Spurdur um vit kunnu vænta, at Equinor fer at gera uppaftur fleiri íløgur í orkuvirksemi í Bretlandi sigur Arne Gurtner, at felagið hevur bundið seg til at vera partur av Dogger Bank D vindorkuútbyggingini eins og øðrum verkætlanum í sambandi við tað grøna orkuskiftið.
Bretskir myndugleikar seta stór krøv til orkufeløg, sum virka á bretska landgrunninum gjøgnum nýggja átakið "The North Atlantic Transition Deal", ið er ein sáttmáli millum myndugleikarnar og vinnuna, sum hevur til endamál at minka um CO2 útlátið. Í hesum sambandi verður nú arbeitt við verkætlanum at reka bæði verandi og komandi olju- og gasspallar við streymi frá eitt nú havvindmyllum. Hesar ætlanir fevna eisini um Rosebankkelduna eystan fyri Føroyar, sum eftir øllum at døma skal útbyggjast í næstu framtíð.
Spurningurin um elektrifisering av kolvetnisvinnuni til havs, sum Norra hevur royndir við, hevur vakt stóran ans í Bretlandi, tí við hesum ber til at minka munandi um útlátið frá vinnuni. Tøl sum minking uppá 70% verða nevnd. Hetta verða so fyrstu royndirnar við elektrifisering á bretska landgrunninum.
Tá tosað verður um elektrifisering í oljuvinnuni verður longu serliga varpað ljós á risastóru olju- og gasskelduna Rosebank, sum stendur til at verða útbygd. Har eru fleiri feløg farin at kanna møguleikar at fáa streym úr landi ella frá havvindmyllum. Fleiri av feløgunum, sum eru virkin eystan fyri Føroyar, eru partur av hesum samstarvinum. Tvs. at roynt verður at finna eina elektrifiseringsloysn, sum fevnir um fleiri oljukeldur so sum Clair, Schiehallion, Cambo og nú eisini Rosebank. Ein møguleiki er at leggja ein elkaðal úr Hetlandi til oljuleiðirnar vestanfyri.
Væntandi fer Equinor at taka eina endaliga avgerð um at útbyggja Rosebank í hesum árinum. Sama er galdandi fyri grannakelduna Cambo, sum liggur uppaftur nærri við føroyska markið. Hesa kelduna er oljufelagið Ithaca Energy fyristøðufelag fyri.
Hesar báðar keldurnar hava annars staðið fyri skotum frá umhvørvisfelagsskapum, sum siga, at tær fara at gera veðurlagsstøðuna uppaftur verri. Hinvegin sigur bretska stjórnin, at keldurnar hava stóran týdning fyri bretsku orkutrygdina og skulu vera við til at tryggja, at Bretland í framtíðini kann dúva uppá egna orkuframleiðslu heldur enn at skula innflyta olju- og gass úr øðrum londum so sum Russlandi og londum í Miðeystri.
Mótmælisfólkini siga, at framtíðar orkan frá umrøddu keldum fer als ikki at enda í Bretlandi men á heimsmarknaðinum. Tí halda tey lítið um grundgevingina, at útbyggingarnar báðar skulu veita Bretlandi størri orkutrygd.
Til hetta sigur stjórin hjá Equinor í Bretlandi, Arne Gurtner m.a., at Rosebank verkætlanin er ein týðandi partur av orkutrygdini í Bretlandi og Evropa og fer at hava stóran týdning fyri Bretlandi í framtíðini. Tað fer eisini at hava stóran týdning fyri veitaravinnuna í Bretlandi komandi mongu árini.
Um og tá Equinor møguliga fer at hyggja aftur eftir føroyska landgrunninum, tá verður tað Arne Gurtner, sum fer at hava ábyrgdina, nú hansara ábyrgdarøki umframt Bretland og Írland eisini fevnir um Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald