Tað er ein stór avbjóðing, tá talan er um at liva upp til veðurlagsmálini samtíðis sum orkufeløg skulu fáa hjólini at mæla runt. Hetta sannar m.a. stjórin í einum tí størsta orkufelagnum í Evropa, Anders Opedal í Equinor. Men hóast stóru avbjóðingarnar ivast hann ikki í, at tað fer at bera til at menna varandi orkuna um somu tíð, sum hildið verður fram við einum skynsomum olju- og gassvirksemi.
-Tá vit skulu brúka pengarnar, so hugsa vit, at tað mest umráðandi er at gera íløgur í framtíðina. Tað er at gera íløgur í ta orkuna, sum samfelagið tørvar, sigur Anders Opedal við norska miðilin E24 og leggur aftrat: -Vit síggja, at sjálvt í tí grøna orkuskiftinum er tørvur á olju og gassi.
Felagið hevur eins og flest onnur orkufeløg sett sær veðurlagsmál, og tað er at gerast klimaneutralt í 2050. Ætlanin er at minka útlátið á egnum leiðum við eini helvt og gera íløgur við meira enn 50% í varandi orku. Ein partur at røkka á mál er at menna havindorkuna til tess at veita streym til olju- og gasspallar eins og fara undir at framleiða nýggj brennievni at avloysa verandi drívmegi.
Í Norra verður í hesum døgum nógv tosað um at elektrifisera bæði vinnu og samferðslu. Í sambandi við komandi kommunuvalið verður elektrifisering tí eisini raðfest bæði innan olju- og gassvinnuna, innan fiskivinnuna og samferðsluna og flutning annars. Ein avleiðing av hesum verður helst hægri streymprísur, og tað ger, at tað eisini er stór mótstøða móti elektrifiseringini eitt nú í norðurøkjunum.
Spurningurin um at elektrifisera LNG framleiðsluna í Melkøya í Norðurnorra er ein partur av kjakinum, hóast avgerð er tikin um hesa elektrifisiering.
Semja er um, at elektrifisering sum heild fer at minka nógv um útlátið. Hetta er ikki minst galdandi fyri olju- og gassvinnuna í Norðsjónum, har feløg sum Equinor longu hevur sett gongd á elektrifiserningina av fleiri av tess stóru olju- og gassleiðum. Tað eru tó eisini tey, sum halda, at elektrifiseringin er bara ein undanførsla fyri at kunna rættvísgera framhaldandi framleiðslu og nýtslu av fossilum brennievnum.
Nógv verður eisini gjørt burtur úr í kjakinum at elektrifisera fiskivinnuna ella at brúka onnur brennievni enn diesel. Hetta verður ein sera stór og torfør og kostnaðarmikil uppgáva og verður tað seinur dagur, at tað t.d. fer at eydnast at fáa mongu stóru havgangandi verksmiðjuskipini, ið m.a. fiska í Barentshavinum at leggja um frá diesel til onnur brennievni, hóast tað er framtíðin kundi NRK siga frá í sending nú um dagarnar.
Equinor er helst eitt av teimum vanligu olju- og gassfeløgunum í heiminum, sum hevur lagt mestan dent á at fremja grøna orkuskiftið í sínum virksemi. Fyritøkan hevur gjørt vart við, at tað í framtíðini fer at brúka 2/3 av sínum íløgum til varandi orku og 1/3 til olju og gass.
Equinor roynir í hesum sambandi at finna lønandi verkætlanir innan varandi orku og hevur t.d. keypt upp eitt felag í Pólandi, eitt í Danmark, eitt í Brasilia og tvey battarífeløg í Bretlandi og USA.
Aftrat hesum koma so stóru íløgurnar í Dogger Bank sigur leiðarin í Equinor. Tað fer at verða eitt sera stórt stig til varandi orku og fer at verða heimsins størsta havvindmylnulund. Væntandi verður skrúvað frá fyrstu framleiðsluni í næstum. Henda lundin kann sambært Opedal standa fyri 5% av streymtørvinum í Bretlandi, tá hon øll er útbygd í 2024. Aftrat hesum er Equinor eisini partur av fleiri øðrum vindmylnuverkætlanum í Bretlandi.
Keldur: E24, NRK og Equinor
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald