2023-11-17 17:33
Veðurlagsstjórin og varafosetin í ES nevndini Maros Sefcovic gjørdi greitt á einum fundi um veðurlag og orku í Brussel í gjár, at tað verða ongir langtíðar sáttmálar gjørdir um gass eftir 2049.
Henda komandi avgerð er eisini partur av nýggja gass- og vetnispakkanum hjá ES, sum í løtuni er til endaliga viðgerð í ES-tinginum og ráðharraráðnum.
Hóast endaliga avtalan ikki er komin heilt uppá pláss, so eru londini samd um, at endadagurin skal vera í 2049. Hetta hevur norska NTB fingið váttað.
Orðingin í avgerðini fer at vera soljóðandi sambært e24: “Langtíðar sáttmálar eru ein týðandi partur av gassveitingini til limalondini. Men tær eiga ikki at vera ein forðing fyri varandi orku og gassi við lágum útláti sum eitt nú vetni. Tað er orsøkin til, at sáttmálar fyri fossilt gass ikki kunnu vara longur enn til 2049."
ES hevur eisini avgjørt, at gassnýtslan skal minka við 30% innan 2030.
Norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland heldur, at norskt gass hevur eina framtíð eisini eftir 2049.
-Einki verður sagt um, at tað ikki skal vera brúk fyri gassi eftir 2049 sigur hann við NTB. Ráðharrin sær fyri sær, at norskt gass m.a. kann brúkast í framleiðsluni av bláum vetni, har útlátið verður burturbeint við at fanga og goyma tað. Tað kann vera ein av loysnunum sigur hann.
Hetta kann tó møta mótstøðu, tí ES hevur sagt, at tað eftir 2030 fyrst og fremst fer at brúka grønt vetni, framleitt av varadni orku. Tó sigur Aasland, at nógvur ídnaður fer at hava tørv á gassi eftir 2050. Og sjálvt um farið verður frá langtíðar sáttmálum, so fer framvegis at bera til at selja norskt gass á spotmarknaðinum.
Umhvørvisrørslan heldur annars, at avleiðingin av avgerðini hjá ES eigur at hava við sær, at leitað eigur ikki at vera eftir nýggjum gassleiðum.
-At ES ger sín politikk á økinum meira ítøkiligan merkir, at Norra má gevast at leita. Vit kunnu ikki gera íløgur í ein marknað, sum er við at hvørva sigur Truls Gulowsen frá Naturvernforbundet við NTB. Hann vísir á, at frá tí at eitt fund er gjørt, ganga tað 15-20 ár til tað er í framleiðslu. Tað gevur onga meining at leggja til rættis framleiðslu, sum kemur eftir endadagin sigur hann.
ES ætlar eisini at gevast við at stuðla fossilum brennievnum og kom kravið fram eftir eina frágreiðing, sum vísir, at ES lond tvífaldaðu stuðulin til fossil brennievni frá 56 mia. euro í 2021 til 123 mia. í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald