Í farnu viku samtyktu ES londini ein nýggjan sanktiónspakka, sum fyri fyrstu ferð rakar russiska orku. Talan er um at avmarka innflutningin av m.a. koli úr Russlandi. Men hetta er kortini í nóg mikið sambært forsetanum í ES, Carles Michel.
Í røðu í ES tinginum vísti hann á, at neyðugt er at taka bæði olju og gass við í sanktiónirnar. Hóast talan er um fyrstu royndina at avmarka innflutningin av koli úr Russlandi er kortini ikki talan um stórar nøgdir. Lond í Evropa fara framaldandi at keypa bæði kol, olju og gass úr Russlandi.
Tað eru ikki øll lond í ES, sum eru samd um, at sanktónir móti Russlandi kunnu stegða Putin. Kortini eru londini samd um sum frálíðir at minka um innflutningin av russiskari orku. USA hevur lovað Evropa meira olju og gass. Hetta munar tó lítið, um innflutningurin av orku úr Russland skal steðga heilt.
Tað er eisini ein trupulleiki hjá ES londunum at standa saman og draga eina línu, tá tað um sanktiónir móti russiskari orku viðvíkur.
Lond sum Týskaland og Italia kunnu nevniliga ikki vera allan innflutning av russiskari olju og gass fyriuttan uppá stytri sikt.
Hóast sanktiónir móti russiskari orku kunnu raka russiska búskapin, so eru kortini ráð fyri tí veit CNN at siga í kvøld. Tí samráðingar eru í løtuni millum Russland øðrumegin og bæði Kina, India og Pakistan hinumegin um at keypa orku úr Russlandi. Talan er m.a. um at byggja eina gassleiðing til Pakistan við russiskar hjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald