Tað var forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, sum á tíðindafundi kunnaði umheimin um, at felagsskapurin er komin ásamt um eina ætlan at minka um nýtsluna av gassi við 15%. Hetta verður gjørt sum eitt aftursvar til møguligan framhaldandi steðg í russisku gassveitingini til tað mesta av Evropa.
Hon vísti á, at Russland brúkar gassveitingar til Evropa sum vápn móti Vesturheiminum.
ES vil tryggja sær, at eingi húsarhald í Evropa standa uttan hita, tá veturin kemur, og tí er avrátt, at tað fyrst og fremst vera ídnaðarfyritøkur, sum verða raktar av eini minkandi gassnýtslu. Hetta fer so at raka londini ymiskt, men serstakliga Týskland og Italia, sum hava vinnur, ið brúka russiskt gass, verða meint raktar. Hetta skrivar Washington Post.
-Russland “blackmailar” okkum sigur ES nevndarforkvinnan og brúkar orku sum eitt vápn. Og tí mugu vit í Evropa, uttan mun til hvat Russland nú fer at gera, hava eina ætlan, sum fevnir um at minka um ella heilt gevast við at nýta gass úr Russlandi. Vit mugu fyrireika okkum til heilt at gevast við at keypa gass úr Russlandi”, segði ES forkvinnan.
Avtalan, sum skal góðkennast av øllum ES londunum, skal setast í verk komandi mánaðirnar. Sambært Washington Post skal umboð fyri russiskar myndugleikar hava sagt við blaðið, at russar ætla at fara aftur til somu veiting sum undan umvælingini av gassleiðingini. Men víst verður eisini á, at einki er vist fyrr enn skrúvað verður frá aftur gassveitingini. Russland hevur sum er longu steðgað øllum gassi til baltisku londini, Póland, Bulgaria og Finland. Helvtin av londunum í ES er rakt av russisku tiltøkunum, og veitingarnar eru nú minni enn ein triðingur av nýtsluni somu tíð í fjør.
ES leiðslan hevur heitt á limalondini at skifta frá gassi til varandi orku, har hetta ber til. Og leggur dent á at fáa tunga ídnaðin, almennar stovnar ol. at skifta til grønari orku.
Hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri at fylla goymslurnar av gassi til veturin. Um so er at støðan verður uppaftur meira álvarslig, so tekur ES sær rætt til at seta í verk tvungna sparing í nýtsluni.
Tað er fyrst og fremst kríggið í Ukraina, sum hevur varpað ljós á týdningin, sum russisk orka hevur fyri Evropa. Enn hava ES lond ikki megnað eins og USA at seta bann fyri innflutningi av orku úr Russlandi. Í 2021 innflutti ES umleið 40% av gassnýtsluni úr Russlandi og ein fjórðing av oljuni.
Hóast leiðslan í ES royndi at fáa ES lond heilt at gevast við at keypa olju, gass og kol úr Russlandi eydnaðist ikki at fáa semju um hetta og einstøk lond, sum eru sera bundin at orku úr Russlandi, fingu undantøk.
ES lond hava roynt at fáa olju og gass úr øðrum londum at seta ístaðin fyri ta russisku orkuna. ES leiðslan, sum raðfestir grøna orkuskiftið, hevur tó gjørt greitt, at limalondini eiga eisini at brúka kol, olju og kjarnorku í einum skiftistíðarskeiði, har roynt verður at fara burtur frá innflutninginum úr Russlandi. Hetta er so nakað, sum eitt nú Greenpeace hevur funnist at, tí tað er ikki í tráð við royndirnar at steðga veðurlagsbroytingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald