Endamálið við uppskotinum er sambært Finansavisen ein roynd at stýra íløgunum á eina meiri burðardygga leið, og kann hetta m.a. hava stóran týdning fyri eitt land sum Norra, sum er størsti útflytarin av gassi til ES eftir Russland.
Tað er annars stór ósemja í ES, um kjarnorka og gass skulu metast sum umhvørvisvinarlig orka. Frakland er eitt av londunum, sum gongur inn fyri kjarnorku, samtíðis sum Týskaland ikki vil vita av henni og er við at sleppa sær heilt av við kjarnorku. Um somu tíð sum Frakland byggir nýggj kjarnorkuverk, stongir Týskaland síni. Á nýggjárinum var triðja kjarnorkuverkið av teimum seks í landinum stongt. Eitt av ES londunum, Eysturríki, fer enn longri og hóttir við at fara til dómstólarnar við ætlanini hjá ES nevndini.
Týskarar halda, at jarðgass fer at gerast ein týðandi tøknibrúgv á leiðini til at sleppa av við útlát frá eitt nú kolaframleiðslu og at sleppa av við kjarnorku, skrivar Reuters.
Ein talsmaður fyri týsku stjórnina sigur, at støðan hjá stjórnini er óbroytt. Hon er sannførd um, at kjarnorka kann ikki eyðmerkjast sum burðardygg. Her verður ikki minst hugsað um vandar, ið kunnu standast av radioaktiva burturkastinum. Onnur lond við Fraklandi, Finlandi og Tjekkia halda, at kjarnorka er avgerandi fyri at kunna sleppa av við CO2 útlátið frá kolaorkuverkum.
ES kommiserurin fyri innara marknaðin, Thierry Breton, segði fyri jól, at bæði gass og kjarnorka fara at vera partur av sonevndu taksonomiini í ES. -Kjarnorka og nátúrgass geva eitt týðandi íkast til at røkka klimamálunum, segði hann við týska blaðið Die Welt.
Skal uppskotið frá ES-nevndini verða samtykt, má eitt fleirtal av londunum í ES taka undir við tí. Meira verður at frætta um hetta málið seinni í januar skilst á altjóða miðlum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald