2021-07-15 16:39
Evropeiska Samveldið, ES, hevur nú lagt fram uppskot um ein framtíðar veðurlagspolitikk, sum tey 27 londini í felagsskapinum nú skulu til at kjakast um og fáa samtyktan innan ávísa tíð. Talan er um tann mest umfatandi veðurlagspakkan í heimshøpi yvirhøvur. Longu nú verður klimapakkin hálovaður eins og funnist verður at honum.
Við uppskotinum verður strongt á at fáa reiðarí at skunda undir gongdina til grøna orkuskiftið við at fara burtur frá at brúka m.a. tungolju.
Uppskotið, sum verður mett at vera rættiliga víðgongt, fer uttan iva at hava við sær eitt bæði drúgvt og hart orðaskifti við ymsum meiningum og støðutakanum í ES komandi tíðina, og óvist er, um tey 27 londini í ES fara at taka undir við øllum teimum mongu pørtunum av uppskotinum. Men hetta er so fyrstu ferð, at ES nevndin, vegna allan henda risastóra felagsskapin, leggur fram eitt so umfevnandi uppskot á veðurlagsøkinum.
Uppskotið er rættiliga breitt og snýr seg um at seta rættiliga stór krøv til londini til tess at koma veðurlagsbroytingunum til lívs. Frá at hava verið tankar og hugskot til grøna skiftið, er nú talan um at gera orð til veruleiki, at seta tiltøk í verk. Her er m.a. talan um at leggja avgjøld á flogferðsluna, á skipaferðsluna og onnur øki. Ein av høvuðstáttunum er at banna øllum bensin- og dieselriknum akførum frá 2035. Fram til tá skal útlátið tó tálmast munandi. Tvs. at innan 13 ár skulu eingir bensin- og dielsel bilar koyra á vegunum í Evropa.
Eygleiðarar eru samdir um, at tað kann taka langa tíð, møguliga fleiri ár at røkka til eina semju um øll hesi ymsu veðurlagsmálini, nú londini hava so ymiskar áskoðanir um, hvussu skjótt og langt veðurlagstiltøkini skulu røkka.
Endamálið við nýggja veðurlagspakkanum hjá ES er m.a. at fáa heimin at minka um CO2 útlátið við 55% innan 2030 og innan 2050 heilt niður á null.
Nýggja veðurlagsætlanin verður nevnd “Fit for 55”. Oddakvinnan í ES, Ursula von der Leyen sigur, at endamálið við hesi verkætlan er at velja eina betri, sunnari og ríkari framtíð fyri okkara børn og komandi ættarlið. Tað er málið at tryggja vælferðina hjá ikki bert okkara ættarliði men hjá teimum komandi eisini. Evropa er tilreiðar at ganga á odda á hesi leið sigur hon.
Tiltøkini fara at gera tað dýrari at hita húsarhaldini, og at ferðast millum lond. Men fíggjarligur stuðul fer at verða latin til fólk til eitt nú at broyta heimini til eina grønari framtíð.
“Vit fara at biðja fólk um at taka stór stig sigur veðurlagsstjórin í ES, Frans Timmermann. Vit fara eisini at seta stór krøv til okkara vinulív, men vit gera tað fyri eina góða søk, leggur hann aftrat.
Roknað verður við mótstøðu fyri uppskotinum til broytingar frá eitt nú leiðarum innan flogferðslu eins og frá londunum í eystara partinum av Evropa, sum í dag brúka kol sum orkukeldu. Greinarar siga, at skal henda nýggja royndin hjá ES eydnast, so krevst, at hædd eisini verður tikin fyri tí sosiala partinum eins og fyri búskapinum, soleiðis at hann ikki verður hóttur.
Høvuðsendamálið við nýggja veðurlagspakkanum er at minka um útlátið við 55% í 2030 og røkka null útláti í 2050. Verður uppskotið samtykt fer tað eisini at raka lond uttan fyri ES, tá tey lond, sum ikki hava ella vilja áseta sær somu mál sum ES við skerjing av útláti, koma at rinda eitt marknaavgjald, tá tey útflyta vørur til ES. Australiga hevur longu harðliga mótmælt hesum partinum av uppskotinum og sigur, at uppskotið eisini hevur til endamál at verja ídnaðin í ES, sum aftur er í stríð við altjóða handilsavtalur.
Roknað verður við mótstøðu frá ikki minst teimum, sum í dag vara av eitt nú flogferðsluni og skipaferðsluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald