Uttanlands

ES lond sleppa sjálvi at avgera kjarnorkuframtíð

Næstformaðurin í ES-tinginum, Frans Timmermans, sum hevur ábyrgdina av grøna orkuskiftinum í ES, sigur, at Bruxelles fer at loyva limalondunum at menna kjarnorku sum part av framtíðar orkuskipanini.

Frans Timmermans, næstformaður í ES við ábyrgd av grøna orkuskiftinum. Mynd Euractiv.

Frans Timmermans, næstformaður í ES við ábyrgd av grøna orkuskiftinum. Mynd Euractiv.

2021-12-11 12:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein týðandi partur av grøna skiftinum, sum ES hevur sett út í kortið, er at fara burtur frá kolvetnum til eitt nú vetni, ið m.a. kann framleiðast við vindorku. Men kjarnorkan verður eisini raðfest ovarliga. Frans Timmermans viðgjørdi júst kjarnorkuna á fundi við sínar fronsku starvsfelagar, sum í næstum taka yvir formansskapin í ES.

Spurningurin um at brúka kjarnorku í orkuframleiðsluni hevur leingi verið eitt stríðsmál í nógvum londum, men Frakland hevur valt at ganga kjarnorkuleiðina við at byggja fleiri kjarnorkuverk. Umleið 70% av fronsku orkuframleiðsluni stava frá kjarnorku. Herfyri tóku 9 lond í ES serstakliga lond í Eysturevropa stig til at stovna ein felagsskap, sum við franskari fyrimynd skal kanna møguleikarnar fyri at brúka kjarnorku sum  part av grøna orkuskiftinum, nú tað stig fyri stig verður farið burtur frá fossilu brennievnunum koli, olju og gassi. Eisini í Bretlandi, sum nú er uttanfyri ES, fyllur kjarnorka meira og meira í orkuorðaskiftinum. 

[object Object]

Frakland tekur yvir formansskapin í ES frá 1. januar

Nøkur ár herfyri gjørdu bæði Svøríki og Týskaland av at sleppa sær av við kjarnorkuverkini, men tann støðan er lutvíst broytt nú. Kjarnorkan kemur serliga væl við hjá londum, sum hava stóra ídnaðarframleiðslu av ymsum slag.

Frans Timmermans, sum verður mettur at vera eitt av oddafólkunum í ES, hevur annars verið rættiliga avgjørdur í spurninginum um grøna orkuskiftið. Hann sær øll fossil brennievni fara har piparið grør.

-Lond, sum vilja menna kjarnorkuna, skulu hava møguleika til tess. Tað er upp til einstøku londini í ES, antin tey vilja menna kjarnorkuna ella ikki, sigur hann, sambært ES heimasíðuni Euractiv.

Timmermans telist millum tey uttast á grøna vonginum, sum m.a. vil seta í verk krøv um lágt útlát av vørum, sum verða innfluttar til ES, av sama slag sum krøv, ið verða sett framleiðsluni í ES londum. Eisini eigur heimshandils felagsskapurin WTO at fylgja somu krøvum til tess at røkka bruðardyggum búskapi. Frakland tekur yvir ES formansskapin í januar og eitt hálvt ár fram. Franski forsetin Emmanuel Macron sigur, at hann fer eisini at raðfesta grøna orkuskifti í sambandi við veðurlagsbroytingarnar.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder