Hetta var ein av boðskapunum hjá forkvinnuni í ES tinginum, Ursula von der Leyen, tá hon mikudagin helt sína árligu røðu í ES tinginum um støðuna í felagsskapinum.
Niðurstøðan var fyrst og fremst, at tey orkufeløg, sum hava havt ein heilt óvanligan vinning orsakað av methøgu orkuprísunum serstakliga eftir russisku innrásina í Ukraina, uttan at hava brúkt kreftir og pengar til at røkka hesum søguliga profittinum, skulu frá 1. desember í ár rinda góðar 1000 mia. kr. til borgarar og fyritøkur, sum eru harðast rakt av orkuprísunum.
-Tað er ikki rætt, at fyritøkur skulu hava so stóran vinning orsakað av krígnum í Ukraina, og at vanligu borgararnir skulu rinda gildið. Í hesum tíðum má vinningurin (profitturin) verða býttur út til tey, sum hava mest tørv á honum, segði von der Leyen.
Hon vísti á, at uppskotið, sum kemur fyri í ES tinginum í hesum mánaðinum, fer eisini at fevna um olju- og gassfeløg, sum mugu geva eitt kreppuíkast. Tilsamans fer uppskotið at kosta orkufeløgum í øllum 27 limalondunum 1400 mia. kr., sum síðani verða brúktar til at betra støðuna hjá teimum, sum eru ringast fyri orsakað av methøgu prísunum.
Herfyri kom ES við eini røð av uppskotum til tess at handfara orkukreppuna, sum serstakliga rakar húsarhald og ídnaðin. Millum uppskotini er eitt sonevnt solidaritetsíkast frá olju- og gassfeløgum eins ein serskattur á ovurstóra profittin hjá orkufeløgum, sum eitt nú framleiða streym. Her verður talan um framleiðarar av varandi orku, kjarnorku og kolaorku.
Í røðu síni rósti Ursula von der Leyen annars Norra fyri at vera ein álítandi veitari av orku og segði, at ES og Norra nú fara at seta ein felags arbeiðsbólk, sum m.a. skal meta um, hvussu Norra kann geva sítt íkast til at tryggja lægri gassprísir.
Í dag verður streymprísurin ásettur við prísinum á gassi sum grundarlag, og tá gassprísurin er methøgur, so fylgir streymprísurin við. Hetta er nakað, sum mong vilja hava broytt, men tað er eftir øllum at døma ikki so einfalt. Hetta er so nakað, sum arbeiðsbólkurin skal hyggja nærri at.
ES forkvinnan legði í røðu síni dent á, at neyðugt verður við tiltøkum, skulu londini røkka málunum um null útlát og til tess verður neyðugt við stórum íløgum, sum aftur hava við sær størri skuld. ES fer at seta í verk reglar, sum kunnu tryggja, at londini hava møguleika at gera íløgur í grøna orkuskiftið, uttan at tað broytir javnvágina.
Von der Leyen segði, at tað eru eingi einføld svar uppá støðuna, sum Evropa er komið í vegna russisku innrásina í Ukraina og síðani vaksandi orkuprísirnar. Hon segði seg hava havt fundir við norska forsætisráðharran um støðuna men vildi einki siga um, antin Norra tekur undir við uppskotinum um, at olju- og gassfeløg skulu gjalda eitt sonevnt solidaritetsíkast, sum skal koma teimum til góða, ið eru harðast rakt.
Viðmerkjarar siga sambært E24, at ein serskattur ella solidaritsíkast á olju- og gassfeløg kann vera við til at minka um áhugan at gera íløgur í nýtt virksemi, sum so aftur kann vera við til at gera Evropa minni havt at Russlandi eins og medvirka til grøna orkuskiftið.
Higartil hevur verið tosað um eisini at seta eitt prísloft á russiskt gass, men eftir øllum at døma hevur ES slept hesum, tí tað verður ov torført at seta tað í verk. Russar hava eisini hótt við fult og heilt at kvetta alla orkuveiting til Evropa, um hetta hendir.
Norski orkuráðharrin Aasland, sum hevur verið á fundi saman við orkuráðharrunum í ES sigur sambært E24, at ansast má væl eftir, at tiltøk ikki verða sett í verk, sum gera kreppuna uppaftur verri.
-Høvuðsavbjóðingin er, at tað er ikki nokk til av orku. Hetta kemst av, at Putin velur at brúka gass sum vápn og strategiskt amboð til tess at seta seta split í Evropa sigur orkuráðharrin.
Eisini í Danmark hevur orkustøðan verið til viðgerðar. Stjórnin hevur sagt seg vilja leggja uppskot fram um ein lánipakki uppá 40 mia. kr. til tey, sum eru harðast rakt av høgu orkuprísunum. Borgarar og fyritøkur kunnu fáa lán til at rinda tann yvirprís á orku, sum er íkomin eftir russisku innrásina í Ukraina og skulu so ikki rinda lánið aftur fyrr enn støðan er vorðin betri aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald