Uttanlands

ES samtykkir bann móti russiskari olju

Eftir drúgvar samráðingar eru tey 27 ES londini samd um at banna innflutningin av russiskari olju innan nýggjár, tó við undantaki av olju gjøgnum rørleiðing til Ungarn. 

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini fegnast um semjuna um bann móti russiskari olju.

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini fegnast um semjuna um bann móti russiskari olju.

2022-05-31 11:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Loksins kundu londini í ES í nátt semjast um at seta bann móti innflutningi av olju úr Russlandi. Hetta er partur av 6. sanktiónspakkanum móti Russlandi í sambandi við innrásina í Ukraina. Talan hevur verið um sera torførar samráðingar, nú eitt av ES londunum, Ungarn, alla tíðina hevur sett seg upp ímóti einum fullkomnum oljubanni.

Grundgevingin hevur verið, at Ungarn er so heft at olju úr Russlandi, at tað vildi verið mett sum ein búskaparlig kjarnorkubumba, um landið skuldi tikið undir við einum banni. Fyri at koma á mál rukku londini kortini til eina neyðsemju, har Ungarn fær loyvi at innflyta olju gjøgnum rørleiðing úr Russlandi. Í hesum sambandi kunnu eisini Tjekkia og Slovakia taka ímóti russiskari olju.

Samanumtikið fær avgerðin hjá ES ta avleiðing, at góð 90% av oljuinnflutninginum úr Russlandi verða steðgað fyri jól í ár. 

Avgerðin hjá ES fevnir bara um olju og ikki um gass. Her kann støðan gerast meira trupul, tí lond í Evropa dúva so nógv uppá gass úr Russlandi. T.d. kemur 85% av gassinum, sum Ungarn brúkar, úr Russlandi. 

Hóast stóra ónøgd millum hini ES londini mótvegis støðuni hjá Ungarn, so er leiðslan í ES kortini samd um, at semjan er eitt ítøkiligt prógv um, at ES lond standa saman, tá ástendur og at londini eru før fyri at draga eina línu í einum so týðandi máli sum sanktiónir móti Russlandi. ES vónar, at herdu sanktiónirnar móti Russlandi fara at ávirka kríggið í Ukraina, soleiðis at Russland endurskoðar støðuna.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder