Avtalan, sum nú um dagarnar varð gjørd millum Danmark, Týskland, Háland og Belgia at fara undir eina bókstaviliga risastóra havvindorkuætlan í Norðsjónum fer at fáa alstóran týdning fyri danska havnabýin Esbjerg, sum seinastu 50 árini hevur tænt olju- og gassvinnuni í Norðsjónum.
Danska orkuoyggin, sum verður kjarnin í danska partinum av vindorkuútbyggingini í Norðsjónum.
Nú skal økið sunnan fyri Esbjerg, gerast út til eina sera umfevnandi vetnisframleiðslu, ið fer at kosta 7,5 mia. kr. Hetta kom fram samtíðis, sum stjórnarleiðararnir í teimum fýra londunum saman við forkvinnuni í ES nevndini skrivaðu undir sáttmála at seta upp 10.000 vindmyllur í Norsjónum komandi árini.
Ursula von der Leyen segði eftir undirskrivingina, at útbyggingin av havvindi er sera týdningarmikil ikki bert í bardagnum móti veðurlagsbroytingum men so sanniliga eisini fyri at gera Evropa óheft at fossialari orku úr Russlandi. Og hon nevndi eisini, at júst Norðsjógvurin er av allarstørsta týdningi fyri at røkka málunum við havvindorku.
Talan verður um tær hægstu myllurnar, sum verða gjørdar í dag og skal ein fjórðingur av teimum setast upp í danska partinum av Norðsjónum. Tá myllurnar fara at framleiða um nøkur ár skulu tær standa fyri 65 GW, gigawattum. Í dag verða framleidd 2,5 gigawatt í Danmark.
Vindorkan skal síðani flytast til m.a. økið við Esbjerg, har ein nýggj verksmiðja skal framleiða vetni úr vindorkuni. Talan er um sonevnda Power-to-X framleiðslu, sum skal framleiða vetni (Hydrogen) úr vindorku og elektrolysu. Framleiðslan skal vera klár í 2025. Avtala er gjørd við amerikanska fyritøku um at lata elektrolysupartin til verkmiðjuna, sum fer at liggja í Veldbæk nær Esbjerg. Hetta verður størsta avtala av sínum slag nakrantíð. Verksmiðjan skal kunna framleiða 100.000 tons av grønum vetni um árið, sum skal brúkast í orku- og flutningssektorunum í Norðurevropa. Framleiðslan skal kunna nøkta tørvin hjá 15.000 stórum akførum um dagin. Grønt vetni er eftir øllum at døma framtíðin, tá talan er um alternativa orku við ongum ella líltum útláti.
Keldur: Jydske Vestkysten, Reuters, Berlingarin og Politiken.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald