Kring heimin broyta mong feløg, sum arbeiða innan olju og gass, navnaheiti, nú tey er vorðin virkin partur av grøna orkuskiftinum og harvið fevna meira breitt um nógvar ymsar orkutættir. Feløgini gerast orkufeløg í breiðari merking og umframt at halda fram við sínum olju- og gassvirksemi, so taka feløgini ein virknan leiklut í menningini av eitt nú varandi orkukeldum so sum vindi, sól, sjóvarorku, vetni, fangan og goymslu av CO2 oø. Hetta gera feløgini, tí tey hava drúgvar royndir og vitan frá olju- og gassvinnuni umframt fíggjarligu orkuna, sum tey kunnu gera brúk av í grøna orkuskiftinum. Sum dømi um hesa gongdina kunnu vit nevna fyrrverandi norska Statoil, sum skifti navn til Equinor. Vit kunnu nevna Total, sum í dag eitur TotalEnergies og soleiðis kundi verið hildið fram.
Men tað eru eisini feløg, sum vara av olju- og gassvinnuni, ið fremja navnaskifti í tráð við grøna orkuskiftið. Herfyri skifti danska felagið Olie og Gas Danmark til "Offshore Denmark”, og í dag hevur bretska felagið, Oil and Gas UK, skift navn til “Offshore Energies UK”. Í dag hevur so eisini FOÍB, sum seinastu 20 árini hevur umboðað útlendsk olju- og gassfeløg í Føroyum, tikið stig á somu leið og fer FOÍB hereftir at bera navnið Føroya Orkuídnaðarbólkur í sínum skjøldri. Hetta merkir, at felagið varðveitir sjálvt heitið FOÍB tó nú við enn breiðari merking.
FOÍB fer framhaldandi at hava sum stavnhald at royna at byggja brýr millum føroyska samfelagið og útlendsk orku- og íløgufeløg, sum kunnu hugsa sær at koma til Føroya fyri m.a. at kanna undirgrundina her - við tí fyri eygað at finna olju og gass. Tað er okkara avgjørda hugsan, at Føroyar eiga at fáa staðfest, antin undirgrundin her goymir eitt orkutilfeingi ella ikki og sum - um tað finst - saman við menning av varandi orku kann koma at vera til gagns fyri hetta samfelagið og umheimin. Nógvu og stóru olju- og gassfundini beint hinumegin markið kunnu benda á, at kolvetnieisini finnast í føroysku undirgrundini.
Orkuportalurin orkan.fo
FOÍB fer so eisini framhaldandi gjøgnum sín orkuportal at kunna um orkumál breitt og her m.a. eisini um frálands- og veitingarvinnu sum heild. Eisini um hvussu Føroyar og grannalond kunnu menna samstarvið á umrøddu økjum. Nýggja navnaskiftið á FOÍB kemur bert góðar tríggjar mánaðir eftir, at Oljuportalurin, oljan.fo skifti til nýggja heitið “orkan.fo." Og eins og nú var eisini tá grundgevingin júst tann sama: at vit ganga móti nýggjari tíðum við einum grønum orkuskifti, har varandi orkukeldur saman við olju og gassi, fara at mynda gerandisdagin mongu komandi árini.
Tá oljuportalurin, oljan.fo, í november í fjør broytti navn til orkan.fo skrivaðu vit m.a. hetta um orsøkina:
“Oljuportalurin, oljan.fo, hevur nú mong ár umrøtt orku í breiðari merking - við eisini at skriva um annað enn olju og gass. Vit hava t.d. gjørt nógv við at umrøða offshore vindmylnulundir og aðrar alternativar orkukeldur sum t.d. sólorku, sjóvarfalsorku og vetni/hydrogen. Eisini spurningin um fangan, flutning og goymslu av CO2. Vit hava eisini roynt at fylgja almenna orkuorðaskiftinum. Nýggja navnið og búmerkið er ein staðfesting av tí breiðara siktinum við hesum orkuportalinum, soleiðis at vit eftir førimuni umrøða alla orku og orkumál sum heild.
Orka er og verður ein lyklaspurningur í heiminum. Sum er fylla olja, gass og kol nógv í heimsorkuveitingini, men ein broyting sæst nógva staðni, kanska serliga í Evropa, har vindur og aðrar alternativar orkukeldur verða nógv útbygdar í hesum døgum.
Ymsar orkukeldur útiloka tó ikki hvørja aðra. Vit vita, at kolvetni - her kanska serliga gass – fara framhaldandi at verða ein stórur partur av hita- og el-veiting í einum stórum parti av heiminum. Hetta trygga grundarlagið undir orkuveiting kann tryggja orkustabilitet uppá stutt sikt, og so minka líðandi, sohvørt sum grøna orkuskiftið tekur dik á seg. Evropa er eitt nú sera tengt at gassi. Hetta merkir, at orkupolitikkur eisini í ein ávísan mun gerst stórpolitikkur. Til dømis klárar Evropa seg ikki uttan russiskt gass í løtuni, og tað hevur avleiðingar við sær, sum man má fyrihalda seg til politiskt og handilsliga.
Orka er so mikið grundleggjandi fyri okkara samfelag og fyri heimssamfelagið, at nóg mikið av orku má veitast so ella so. Ikki at veita orku til tey, ið tørva orku, er ikki ein møguleiki.
Røddir eru frammi um, at man skal kvetta við allar íløgur í fossila orku í stundini. Hetta vildi verið at sagað greinina av, ið man sitir á, áðrenn man hevur fingið riggað seg til nakað nýtt at sita á.
Veturin fyri framman fer at vísa okkum, at hóast mong munagóð framstig hava verið gjørd og framhaldandi verða gjørd í grøna orkuskiftinum, so er sera langt á mál, og mong vildu sitið køld í myrkuri, um ikki kolvetni veitti neyðugu orkuna afturat tí orku, sum nú verður framleidd á burðardyggum grundarlag. Tað er ein spuringur um javnvág/balansu í dag, og tað verður tað nógv ár frameftir.
Tað eru teir báðir frægu føroysku teknararnir Óli Petersen og Hannis Egholm, sum hava gjørt búmerkið til nýggja orkuportalin á Portal.fo – orkan.fo - og sum vísir ein dropa og eina myllu.”
Nú FOÍB broytir navn, flytur felagið eisini adressu frá Bringsnagøtu 15 til Sleipnisgøtu 10. Teldupostadressa og telefon eru óbroytt: [email protected] og 211820.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald