Uttanlands

Føroyar á grønari orkuráðstevnu í Hetlandi

-fyri at læra av grannunum og fyri at geva teimum íblástur 

Føroysku luttakararnir á grønu orkuráðstevnuni í Hetlandi í vikuni. Myndir Jan Müller

Føroysku luttakararnir á grønu orkuráðstevnuni í Hetlandi í vikuni. Myndir Jan Müller

2023-05-21 14:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Jan Müller, Lerwick

Í hesi vikuni hittust umboð úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Norra, Danmark og Álandi  eins og úr Skotlandi og skotsku oyggjunum, Hetlandi, Orknoyggjunum og Hebridunum í Lerwick í Hetlandi  fyri at umrøða grøna orkuskiftið í hesum partinum av heiminum. 

Undir heitinum “Net Zero Islands Network” vórðu fyrilestrar og kjak um, hvat verður gjørt í einstøku oyggjasamfeløgunum fyri at røkka á mál í grøna orkuskiftinum, og hvussu oyggjar og lond kunnu læra av hvørjum øðrum gjøgnum netverkan og samstarv. Føroyar vórðu umboðaðar av Terja Nielsen og Tórfinni Simonsen frá SEV og Sigurði í Jákupsstovu, Kára Mortensen og Meinhard Eliasen frá Umhvørvisstovuni. Føroyska sendikvinnan í Bretlandi, Kate Sanderson luttók eisini sum eygleiðari.  

[object Object]Høvið varð at vitja risastóru vindorkulundina hjá Viking Energy, sum fevnir um 103 vindmyllur á einum stórum økinum inni í landinum í Hetlandi. 

Tiltakið er partur av eini verkætlan, sum "Nordisk Energiforskning" undir Norðurlanda  Ráðharraráðnum stendur fyri. Tað hevur sett ávísa upphædd av pengum av  til at skunda undir grøna orkuskiftið í Norðurlondum, og hóast talan er um eina norðurlendska verkætlan, so hava londini hinumegin Norðsjógvin, Skotland og oyggjarnar har, Hetland, Orknoyggjar og Hebridurnar ynskt at vera partur av verkætlanini, og hetta er eisini fallið í góða jørð í Norðurlondum, sum ynskja eitt størri samstarv við grannarnar fyri vestan. Síðani Arktis er vorðið alt meira aktuelt eftir kríggið í Ukraina og rembingarnar millum Russland og Vesturheimin hava tikið dik á seg, hava Norðurlond og Skotland nærkast hvørjum øðrum bæði innan trygdarvirðurskifti men eisini á orkuøkinum. 

[object Object]Grøna orkan í miðdeplinum á ráðstevnu í Lerwick. Klaus Skytte, stjóri í Nordisk Energiforskning í miðjuni og høgrumegin við næsta borðið Anders Geertsen, ráðgevi hjá Nordisk Energiforskning, sum báðir gjørdu eitt megnar arbeiði at fyrireika og samskipa ráðstevnuna. Nú skulu teir saman við øðrum undir "torføru" men spennandi uppgávuna at finna komandi land ella oyggj til ráðstevnuna í 2024.

[object Object]Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, luttekur her  í pallborðsorðaskiftinum í býráðssalinum í Lerwick saman við umboðum úr Orknoyggjunum, Hetlandi og Álandi.  Uttast til høgru stjórin í Nordisk Energiforskning Klaus Skytte, her sum orðstýrari.

[object Object]

[object Object]Nordisk Energiforskning, sum stóð fyri tiltakinum í Hetlandi seinastu dagarnar, við síni yvirlýsing á fundinum: "Norðurlond sum heimsins mest burðardygga øki og samskipaða orkuøkið". 

[object Object]

[object Object]Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni hevði framløgu um grønu orkutilgongdina í Føroyum. Her umrøður hann m.a. møguleikan fyri at seta upp flótandi havvindmyllur kring Føroyar, har hann eftirlýsti miðvísar raðfestingar og kanningar. 

[object Object]Trý av føroysku umboðunum umrøða tær mongu spennandi verkætlaninar, sum grannalondini løgdu fram á ráðstevnuni. Kári Mortensen, Tórfinnur Simonsen og Terji Nielsen. 

[object Object]Ein av skotsku luttakarunum á ráðstevnuni, Gunther Newcombe, orkuráðgevi bjóðar føroysku sendikvinnuni í Bretlandi, Kate Sanderson vælkomna til Hetlands. Gunther vitjaði í Føroyum í fjør eftir innbjóðan frá Føroya Orkuídnaðarbólki, FOÍB, í sambandi við "Orion" verkætlanina, sum setir út í kortið framtíðar grøna orkuskiftið í Hetlandi. 


Tiltakið fór av bakkastokki í Føroyum í 2021 og helt fram í Grønlandi í fjør. Síðani beyð skotska stjórnin saman við hægsta myndugleikanum í Hetlandi sær at vera vertsland fyri verkætlanini í ár. Haraftrat beyð íslendska sendistovan í London sær at stuðla uppundir vertsskapin hesaferð. Nú verður so kannað, hvar verkætlanin skal vera í 2024. Tað fer so helst at vera í einum øki, sum hevur onkurt serstakt tilknýti til orku og grøna skiftið. 

[object Object]Norska flaggið vundið á stong á tinghúsinum í Lerwick norska tjóðadagin 17. mai, tá ráðstevnan varð hildin. Norra eins og Føroyar hava í forðum havt sera tøtt bond.

[object Object]Partur av føroyska ferðalagnum uttan fyri Town Hall, vakra og sermerkta býráðshúsið í Lerwick, har orkuráðstevnan varð hildin. Fv. Jan Müller frá Orkan.fo, Kári Mortensen og Meinhard Eliasen frá Umhvørvisstovuni, Tórfinnur Simonsen frá SEV og Kate Sanderson, føroyska sendikvinnan í Bretlandi. 

[object Object]

Tiltakið í hetlendska høvuðsstaðnum var væl fyriskipað og vóru dyrnar í býráðsbygninginum, Town Hall í býnum latnar upp fyri teimum umleið 30 gestunum. Tiltakið fór fram við framløgum og pallborðskjaki og høvdu umboð fyri ymsu oyggjabólkarnar høvi at leggja fram. Úr Føroyum løgdu Terji Nielsen frá SEV og Sigurð í Jákupstovu og Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni fram ella luttóku í pallborðsorðaskiftinum. 

Luttakararnir fingu eitt sera gott innlit í arbeiðið í Føroyum at røkka longur á grønu leiðini, bæði hvat er gjørt higartil og hvørjar ætlanir liggja fyri framman. Tað fer Orkan.fo at koma nærri inn á í komandi greinum. Føroyski orkuportalurin Orkan.fo varð umboðaður av Jan Müller. 

[object Object]Stjórin í Nordisk Energiforskning, Klaus Skytte, umrøður orkuspurningar í Føroyum saman við Tórfinni Simonsen og Terja Nielsen frá SEV.

[object Object]Terji Nielsen leiðari av menningardeildini hjá SEV greiddi hegnisliga og skilagott  frá grønu orkutilgongdini í Føroyum. Her við pallborðið saman við umboðum úr Hetlandi, Grønlandi og Svalbard.


Í samanumtøkuni gjørdu luttakararnir greitt, hvussu stóran týdning samstarv og aftur samstarv hevur bæði fyri einstøku økini og til tess at røkka málinum Net Null útlát innan eitt ávíst áramál.

[object Object]Høvið varð at vitja avriggingarhavnina (Decommissioning) í Dales Voe uttanfyri Lerwick, har gamlir oljupallar í Norðsjónum verða avriggaðir og tilfarið endurnýtt. 


[object Object]

Fjarhitaskipanin í Lerwick hevur stóra undirtøku, men enn restar nógv í at fullføra hana optimalt. Her greiðir fyrrverandi stjórin, sum hevur drúgvar royndir úr Danmark, frá skipanini.

[object Object]

[object Object]

Eftir netverkanina í stásiliga hetlendska býarsalinum vórðu útferðir gjørdar til ymsar partar av Hetlandi, har grøna orkuskiftið sæst við egnum eygum. Her mundi vitjanin til Viking vindmylnulundina draga størsta áhugan til sín, nú hon er heilt einastandandi og serstøk sjálvt í heimshøpi.

At eitt so lítið oyggjaland sum Hetland við einans 22.000 íbúgvum fer undir eina risastóra verkætlan við 103 stórum vindmyllum fyri nógvar mia. kr. er einki minni enn eitt bragd og nakað, sum onnur í hesum partinum av heiminum uttan iva kunnu læra av, eitt nú vit í Føroyum, tó at vit eru væl ávegis við vindmyllum á landi.

Men tað er altíð eitt men við slíkari ógvusligari verkætlan í einum lutvíst lítlum landi. Hetlendingar eru í tvídrátti um verkætlanina. Ein helvt fegnast og ein onnur helvt vil ikki vita av øllum hesum vindmyllunum, sum tey halda skemma sjáldsama og vakra landslagið. Eisini halda mong, at hetlendska lokalsamfelagið fær alt ov lítið burtur úr vinninginum av komandi framleiðsluni, tó at øll sjálvandi fegnast um at fáa eina 100% trygga elveitingartrygd. 

[object Object]

Tey ungu í skotsku oyggjunum eru framtíðin í grøna orkuskiftinum. Her tríggir av luttakarunum frá smáu oyggjasamfeløgunum á vitjan á tí spildurnýggju vindorkulundini, sum verður sett upp í Hetlandi í løtuni og verður klár at taka í brúk í 2024, um somu tíð sum nýggi elkaðalin, ið skal  binda Skotland og Hetland saman, verður tikin í nýtslu. 


[object Object]Børnini í Hetlandi eru longu partur av grøna orkuskiftinum og hava fingið nýggjan íblástur frá komandi vindmyllunum. 


Men tað kemst ikki uttan um, at henda orkuverkætlanin er við til at tryggja Hetlandi grøna orku í framtíðini. Taka vit so við, at ein elkaðal verður lagdur millum Skotland og Hetland um somu tíð, tá gevur tað uppaftur størri meining, nú tað í framtíðini fer at verða møguligt at flyta streym báðar vegir, alt eftir hvør tørvurin er. Tað fara vit eisini at venda aftur til. 

[object Object]

[object Object]

Enn ein spennandi og sera forkunng útferð varð gjørd til havnina í Lerwick, sum vekir sera stóran ans hjá øllum vitjandi úr øðrum oyggjalondum, nú hon er so mikið stór, at hon kann hýsa virksemi av alskyns slag og stendur til at verða útbygd komandi árini.

Her húsast samferðslan millum oyggjarnar, fiskivinna, ferðavinna, oljuvinna, upphøggingarvinna osfr. alt lið um lið. Sum tað nýggjasta er havnin nú eisini vorðin goymslupláss fyri hundraðtals lutum til vindmylnulundina "Viking Energy Windfarm" í Hetlandi.

Og ikki nokk við hesum. Longu nú verður tosað um, hvar pláss skal setast av til møguligar framtíðar flótandi havvindmyllur, nakað, sum hevur stóra raðfesting í Hetlandi bæði í sambandi við grøna orkuskiftið men eisini við framleiðslu av vetni og grønum brennievnum til eitt nú skipaferðsluna fyri eygað. 

[object Object]Kate Sanderson, føroyska sendikvinnan í Bretlandi var saman við øðrum diplomatum úr Norðurlondum boðin við á ráðstevnuna av skotsku stjórnini. Her er hon uttanfyri skrivstovuna hjá politikarunum, sum umboða Hetland í skotska tinginum og bretska parlamentinum.


Undir vitjanini í Skotlandi nýttu føroyingarnir eisini høvi til at vitja “Floating Energy” vindmylnufyritøkuna í Aberdeen. Hon eigur ta fyrstu flótandi havvindmylnulundina í heiminum stutt frá Aberdeen. Orkan.fo fer at umrøða ta vitjanina í komandi grein.

[object Object]

Tað var eisini sera forkunnugt hjá føroysku luttakarunum at leggja leiðina inn til brennistøðina í Lerwick, sum veitir fjarhitaorku til stóran part av húsarhaldunum, sjúkrahúsunum og skúlunum í býnum. Hetta mundi vera serliga áhugavert fyri tey, sum fylgja orðaskiftinum í Føroyum, antin vit skulu hava eina ella tvær brennistøðir í framtíðini eins og hvussu vit kunnu fáa mest burtur úr orkuni frá eini brennistøð. 

[object Object]

Niðanfyri skráin fyri ráðstevnuna:


NET ZERO ISLANDS

16-17 MAY 2023, LERWICK, SHETLAND

 

PROGRAMME


Day 1 - Lerwick Town Hall, Hilhead, Lerwick, ZE1 0JL

9:45 – 10:30 Session 1 – Welcome and setting the scene

  • Maggie Sandison, Chief Executive, Shetland Islands Council
  • Anders Geertsen, Senior Adviser, Nordic Energy Research
  • Mairi Gougeon MSP, Cabinet Secretary for Rural Affairs, Land Reform and Islands, Scottish Government

10:30 – 12:00 Session 2 - An overview of the strategic energy transition on Scottish islands.

  • Chair: John Smith, Director of Infrastructure, Shetland Islands Council
  • Claire Ferguson Climate Change Strategy Team Leader, Shetland Islands Council and Douglas Irvine Future Energy Executive Manager, Shetland Islands Council.
  • Laura Hutton, European Marine Energy Centre (EMEC)
  • Reuben Irvine, Carbon Neutral Islands (CNI) Yell Community Development Officer; Shona MacLeod, CNI Barra Community Development Officer; and Aisling Phillips, CNI Hoy Community Development Officer

13:00 – 14:30 Session 3 - An overview of the energy transition in the Nordic region

  • Chair: Anders Geertsen, Nordic Energy Research, Senior Adviser
  • Klaus Skytte, CEO, Nordic Energy Research
  • Ragnar Ásmundsson, Orkusjóður Energy Fund, Iceland
  • Kári Mannbjørn Mortensen, Environment Agency, Faroe Islands

15:00 – 17:00 Site visits (Viking Energy site and Kergord Interconnector site).


Day 2 - Lerwick Town Hall, Hilhead, Lerwick, ZE1 0JL

9:00 – 10:15 Session 4 –Building local capacity and retaining wealth locally within clean energy transition– panel discussion

  • Chair:  Klaus Skytte, CEO Nordic Energy Research
  • Katrina Wiseman, Area Manager, Highlands & Islands Enterprise, Scotland
  • Daniel Gear, Director, Voar Energy, Scotland
  • Gunther Newcombe, Project Coordinator, Newbyrne Consultants#, Scotland
  • Sigurð í Jákupsstovu, Environment Agency, Faroe Islands
  • Johnny Lindström, Government of Åland

10:30 – 11:45 Session 5 - Innovations for remote island regions: Resilience and Off Grid – panel discussion

  • Chair: Francesco Sindico, Scottish Government
  • Magnus Holborn, Foula Island, Scotland
  • Alice Mathewson, North Yell Development Councilc, Scotland
  • Mons Ole Dyvik Sellevold, Store Norske Energy Company, Norway
  • Niels Erik Hagelquist and Esben Lundsø Madsen, Nukissiorfiit National Energy Distribution Company, Greenland
  • Terji Nielsen, Electrical Power Company SEV, Faroe Islands

11:45 – 12:15 - Conclusions and next steps

13:15  onwards – Site visits (Shetland Heat, Energy and Power and Dale’s Voe South Quay Extension)


Lesið meira á orkan.fo komandi tíðina um ráðstevnuna og annars vitjanina í Hetlandi og Skotlandi eins og annað áhugavert á orkuøkinum. 

Orð og myndir: Jan Müller









                    

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder