Uttanlands

Føroyar og oljuleiting í fremsta orkumiðlinum í Skotlandi

Skotski orkumiðilin “Energy Voice”, sum hevur høvuðssæti í Aberdeen, ger nógv burtur úr avgerðini hjá landsstýrinum at halda fram við “Open Door” skipanini í sambandi við leiting eftir olju og gassi við Føroyar.

2023-04-11 13:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Undir yvirskriftini “Faroes still open to future oil  exploration” umrøður Energy Voice, sum man vera ein tann mest lisni orkumiðilin í Bretlandi, støðuna hjá nýggja landsstýrinum til oljuleiting við Føroyar. At hon er óbroytt í mun til undanfarna landsstýrið. At eingin ætlan er at hava nýggjar útbjóðingar. Men at verandi skipan við “Open Door” stendur við og kunnu orkufeløg tí til eina og hvørja tíð søkja um leitiloyvi sambært verandi karmum og treytum.

Energy Voice leggur stóran dent á, at Føroyar við hesi avgerð hava eina aðra støðu til oljuleiting enn hinir partarnir av Ríkisfelagsskapinum, nevniliga Danmark og Grønland. Tað kemur eisini fram, at ein stórur meiriluti á løgtingi tekur undir við framhaldandi oljuleiting eins og eisini meiriluti av føroyingum hevur somu jaligu støðu til allan oljuspurningin. Eisini tekur miðilin fram, at Føroyar ynskja at vera við til at betra um orkuveitingartrygdina í Evropa.

[object Object][object Object]

Energy Voice skrivar víðari, at nú bretska stjórnin hevur gjørt av at áleggja oljufeløgum ein nýggjan serskatt, so kann tað vera ein fyrimunur fyri oljufeløg at venda eygunum móti Føroyum, sum hevur ein væl lægri skatt á orkufeløg. Í Bretlandi er hann í løtuni 75% og í Føroyum umleið 55%. Sostætt metir miðilin, at hetta kann vera við til at skapa bjartskygni aftur rundan um leiting við Føroyar. Eisini tann sannroynd, at nógv virksemi er vestan fyri Hetland, og at undirstøðukervið nær markið helst fer at verða útbygt, kann hava týdning fyri Føroyar.

Miðilin umrøður so eisini avgerðina hjá landsstýrinum at seta á stovn eitt nýtt Umhvørvismálaráð og vísir til orðini hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni um, at grøna orkuskiftið hevur fyrstu raðfesting hjá landsstýrinum, ið hevur sett sær fyri at øll elorka á landi skal stava frá varandi og grønum orkukeldum innan 2030.  

Sí leinkju til grein í dagligu útgávuni hjá Energy Voice um føroyska oljuleiting:


https://www.energyvoice.com/oilandgas/492070/faroe-islands-exploration/


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder