Náttúrukreppan og veðurlagskreppan eru samantvinnaðar. Hvussu tryggja vit, at átøk at basa aðrari ikki gera hina verri? Tað fara tær báðar Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir, samskiparar fyri Norðurlendska ráðharraráðið við skrivstovu á Umhvørvisstovuni, at varpa ljós á, tá altjóða veðurlagsráðstevnan COP26 verður í Skotlandi í næstum skrivar Umhvørivsstovan á síni heimasíðu í morgun.
Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett sær fyri, at Norðurlond skulu vera burðardyggasta økið í heiminum í 2030. Tí verða náttúru- og veðurlagsátøk raðfest høgt, og fleiri verkætlanir eru settar í verk á hesum økinum seinastu árini. Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir á Umhvørvisstovuni samskipa fleiri norðurlendskar umhvørvisverkætlanir fyri Norðurlendska ráðharraráðið.
Tá altjóða veðurlagsráðstevnan COP26 verður í Glasgow um knappar tvær vikur, luttaka tær við einum tiltaki, sum tær nevna Two Global Crisis Interlinked ella Tvær altjóða kreppur samantvinnaðar. Talan er um veðurlagskreppuna og náttúrukreppuna, og kynstrið er at brúka loysnir, sum gagna báðum samstundis. Ein háttur er at brúka náttúruloysnir.
Náttúruloysnir eru átøk, har náttúran verður brúkt til at binda vakstrarhúsgass, verja og fjølga lívmargfeldi og betra trivnað hjá menniskjum. Hetta verður gjørt við millum annað at endurskapa lendi, lata áir upp og fáa náttúru tættari menniskjum.
- Við tiltakinum vilja vit vísa á, at Norðurlond eisini eru virkin á hesum økinum. Vit vísa ein film um náttúruloysnir, sum er framleiddur í Føroyum, og síðani verður orðaskifti við luttakarum úr Norðurlondum umframt IUCN, sum er altjóða felagsskapurin fyri náttúruvernd, siga fyriskipararnir.
Eisini vísa tær á, at áhugin fyri náttúruloysnum er stórur millum føroyskar stovnar, fyritøkur og einstaklingar. Í farna mánaði skipaðu tær fyri einum fundi á Reinsarínum í Havn, har eitt náttúrunetverk var sett á stovn, sum áhaldandi fer at virka fyri vitanardeiling um náttúruvernd. Umleið 60 fólk møttu á fundinum, og 40 teknaðu seg til netverkið, sum longu hevur sett næsta fund á skrá. Eftir ætlan fer netverkið eisini at skipa fyri fleiri almennum fundum kring landið í komandi ári skrivar Umhvørvisstovan.
Um fólk hava spurningar ella viðmerkingar eru tey vælkomin at ringja til Siggu ella Jónu á Umhvørvisstovuni, telefon 342400, ella at senda ein teldupost [email protected]
Kelda: Umhvørvisstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald