Innanlands

Føroysk sjóvarfalsorka á spennandi vegamóti

Í summar fer svenska orkufyritøkan Minesto saman við SEV at seta út í Vestmannasund ein stóran sjódreka. Eitt avgerandi og spennandi vegamót í ætlanunum at geva eitt íkast til grøna orkuskiftið.  

Bretskt veitingarskip leggur út 3,5 kilometrar langan streymkaðal úr Vestmanna út á leiðina, har stórur sjódreki verður settur út eftir ólavsøku. Mynd Minesto.

Bretskt veitingarskip leggur út 3,5 kilometrar langan streymkaðal úr Vestmanna út á leiðina, har stórur sjódreki verður settur út eftir ólavsøku. Mynd Minesto.

2023-05-31 17:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast vindorka á landi og serstakliga til havs setir tað mesta av grønu dagsskránni í løtuni, so merkir tað ikki, at tað ikki eisini verður arbeitt við øðrum varandi og burðardyggum grønum orkuverkætlanum. Ein av hesum er sjóvarfalsorka. Og eisini her eru Føroyar við í royndunum at menna ta bestu loysnina. Saman við svensku orkufyritøkuni Minesto hevur SEV nú í nøkur ár staðið fyri royndarframleiðslu í Vestmannasundi við tveimum smærri drekum, ið framleiða streym inn á netið hjá SEV. 

[object Object]

Úrslitið av royndunum higartil er so mikið gott, at svenska fyritøkan nú leggur seinastu hond á ein risadreka, sum verður settur á sjógv um olavsøkumundið sambært menningarleiðaranum hjá SEV, Terja Nielsen í útvarpinum hjá KVF í gjár. 

Høvuðsskrivstovan hjá Minesto hevur í morgun sent út tíðindaskriv til altjóða miðlar um, at fyrsta stig til at taka í brúk komandi stóra drekan, nú er framt. Eitt bretskt  veitingaskip hevur lagt ein streymkaðal úr landi Inni á Fjørð  í Vestmanna út á leiðina, har stóri drekin verður lagdur úr um einar tveir mánaðir. 

[object Object]

Minesto hevur latið undirveitaran Inyanga  standa fyri arbeiðinum at leggja tann  3,4 kilometrar langa undirsjóvarkaðalin, sum í næstum skal bindast í 1,2 MW stóra drekan, Dragon 12. Arbeiðið at leggja kaðalin tók 22 tímar sigur Minesto. Kaðalin er gjørdur av JDR í Bretlandi og varð avskipaður úr Hartlepool. Martin Edlund, stjóri í Minesto sigur, at kaðalin er tann dýrasti parturin av undirstøðukervinum og er hann eitt vegamót í verkætlanini. Alt arbeiðið gekk uttan trupulleikar. Nú er so eftir at ankra komandi drekan. 

[object Object]

Minesto verkætlanin byrjaði í 2018, tá Minesto og SEV gjørdu avtalu um at troyta sjóvarfalsorkuna í Vestmannasundi og koyra streym út á netið hjá SEV. Minesto vildi við hesum vera við til at tryggja elveiting til netið, sum eftir ætlan bara skal fáa streym frá varandi orkukeldum frá 2030. Í 2019  fekk svenska fyritøkan 2,5 mió. euro ella umleið 25 mió. kr. í stuðuli frá ES. Peningurin skuldi brúkast til at menna og seta upp sjóvarfalstøknina hjá felagnum í Føroyum í samstarvi við SEV. Verkætlanin fekk heitið: ’Deep Green Island Mode’ (DGIM). ES segði í síni grundgeving fyri at lata stuðul, at tað metir hesa verkætlanina sum eitt fyrsta stig innan sjóvarfalsorku  til tess at kunna gagna grøna orkuskiftinum í Evropa. 

[object Object]

Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV: Orkan frá sjódreka er nógv meira støðug enn frá bæði vind- og sólorku.

Minesto lat fyrsta streymin inn á netið hjá SEV í 2020 og var hetta fyrstu ferð í heimssøguni, at ein sjóvarfalsdreki framleiddi streym inn á netið. Settir vórðu út tveir smærri drekar í eini royndarætlan. Í apríl í fjør kunngjørdi Minesto so, at tað fór undir at fyrireika eina stóra útbygging av sjóvarfalsorkuni í Føroyum og hevði útpeikað fleiri møgulig nýggj øki í landinum til framleiðsluna, eitt nú Hestfjørð, Skopunarfjørð og Svínoyarfjørð. Málið eftir komandi framtíðar útbyggingar er at kunna veita 40% av streymnýtsluni í Føroyum. Nú um dagarnar skipaði Minesto fyri eini verkstovuvitjan í Vestmanna við luttøku av serfrøðingum innan sjóvarfalsorku.

Við til kunningartiltakið vóru AFRY, Vattenfall, EDF, International Renewable Energy Agency (IRENA), eins og umboð fyri føroyskar stovnar og fyritøkur m.a. Umhvørvisstovan og SEV. 

Minesto sigur, at umframt at vera partur av føroyska grøna orkuskiftinum vil fyritøkan eisini fegin vera við til at skapa arbeiði í Føroyum, sum so aftur kann gagna føroyska samfelagnum. 

[object Object]

Komandi drekin er væl størri enn teir báðir drekarnir, sum eru í Vestamannasundi í dag. T.d. hevur hann eitt veingjabreiði uppá 12 metrar í mun til 5 m. á verandi Dragon 4 drekum. 

Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV segði við Útvarpið hjá KVF týsdagin, at sjódrekar kunnu koma at gera veruligan mun í grøna orkuskiftinum í Føroyum.

-Vit eru ómetaliga spent um, hvussu hetta fer at rigga. Fáa vit hesa tøknina at spæla saman við føroysku orkuskipanini so kann hetta fáa stóran týdning fyri ta samlaðu skipanina i Føroyum. 

Sjóvaralsorka kann avloysa stóran part av bæði vind- og sólorku og kann minka um nøgdirnar av orkugoymslum, sum vit hava tørv á sigur Terji Nielsen. 

Minesto metir, at ein sjódreki kann framleiða umleið tað sama sum ein vindmylla við sama mátti 1,2 MW, men munurin er, at meðan vindurin er óstøðugur er sjovarfalsorkan støðug. 

-Sjóvarfallið hevur ómetaliga stórt virði, tí vit vita, hvat vit hava um 100 ár eisini heldur SEV leiðarin fyri.

Ber til at leggja seg í ymsar firðir og sund, kunnu vit gagnnýta, at kyrrindini ikki eru samtíðis. 

SEV fer nú í samstarvi við Minesto at kortleggja øki í Føroyum, sum kunnu brúkast til framtíðar sjóvarfalsorkustøðir. 

Ein teirra er stór verkætlan í Hestfirði,  har ætlanini er at seta  út 5 drekar í fyrstu atløgu men so fleiri seinni. Feløgini hava søkt fígging frá ES til hesa verkætlanina. 

Eftir Hestfjørð er møguligt, at Leirvískfjørður fer at standa fyri tørni skilst. 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder