Hesum boðaði Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvis- og orkumálum frá í síni røðu í sambandi við umrøðuna av løgmansrøðuni á ólavsøku, og nú um dagarnar endurtók hon í samrøðu við Útvarpið, at veðurlagslóg stendur ovarliga á listanum hjá landsstýrinum at fáa framda. Hetta segði hon í sambandi við, at kunngerð er lýst um at banna oljufýrum í nýggjum húsum og bygningum eftir 1. januar 2024.
Ingilín Strøm fegnast um, at tað loksins er eydnast at banna oljufýrum í nýggjum húsum. Hetta helt hon kundi verið gjørt fyrr, men tað hevur so ikki verið politiskt gjørligt fyrr enn nú. -Tað kundi verið gjørt fyri fleiri árum síðani. Nú binda vit fyri endanum og verður tað ikki longur at brúka oljufýr í nýggjum húsum.
Landsstýriskvinnan segði við Útvarpið, at hyggja vit eftir íløgunum i eina avarandi orkuskipan, so er tað skiljandi, at mong ikki megna at gera ta íløguna her og nú. -Men vit royna nú politiskt til at eggja fólki at leggja um. Eg vænti, at man einaferð fer at seta bann fyri oljufýrum yvirhøvur, men beint nú royna vit so at eggja fólki til at leggja um.
Ingilín Strøm sigur víðari, at fleiri skipanir eru á veg, sum skulu minka um útlátið.
-Vit arbeiða við tí veðurlagspolitikkinum, sum er samtyktur, og vit arbeiða kanska eisini við at fáa tann veðurlagspolitikkin framdan enn skjótari, enn man hevur áðrenn, tí tað hevur skund, at vit fáa minkað um okkara útlat. Vit koma væntandi eisini við einari veðurlagslóg í heyst, sum fer at krevja nøkur nýggj veðurlagsátøk av okkum, segði landsstýriskvinnan og vísti á, at tað koma nokk fleiri skipanir, sum verða settarí verk ta næstu tíðina.
Ingilín Strøm á tingi: Mugu minka útlátið
Vit endurgeva her tað landsstýriskvinnan segði undir umrøðuni av løgmansrøðuni eftir ólavsøku:
“Vit mugu minka útlátið, so okkara ommu- og abbabørn ikki skulu standa við avleiðingunum av okkara ógvusliga útlátsvøkstri og avleiðingunum av veðurlagskreppuni”.
Soleiðis havi eg ofta sagt her á tingsins røðarapalli. Men. vit noyðast ikki at tosa um framtíðar ættarlið, tí avleiðingarnar eru longu her. Og vit noyðast heldur ikki at venda kikaranum til onnur lond og aðrar heimspartar fyri at síggja avleiðingarnar. Tí nú eru avleiðingarnar beint her.
Í summar varð miðalhitin í havinum rundan um okkum methøgur, orsaka av veðurlagsbroytingunum, og Havstovan vísur á, at vit skulu vænta broyttar vistskipanir. Hetta eru vistskipanirnar, sum í dag skapa grundarlagið undir bæði fiskastovnum og aling. Vit eru eitt samfelag í liva í og av havinum, sum hvønn dag hitnar og súrgar.
Hetta summarið er eitt av seinastu sumrunum, har artiski havísurin kann upplivast í summartíð.
Í Evropa eru ógvusligar hitabylgjur, ið føra til turk og skógareldar, og fólk lata lív í hitanum, meðan tey eru til arbeiðis. Tí vit skulu øll hava mat og vatn á borðið. Men fyri nógvar av heimsins íbúgvum hevur nakað so einfalt sum at breyðføða sær og síni familju verið ógjørligt hetta summarið. Og tað er bara byrjanin. Eg veit, at tað ljóðar sum dómadagsprofeti, og eg veit, at tað ikki er serliga stuttligt at verða mint á tað. Men uttan mun til, hvussu óbehagiligt tað er, so ber tað ikki til at sópa veruleikan undir gólvteppið.
Tað góða er, at vit kunnu, og vit fara at høgga bremsurnar í. Men tað fer at krevja nakað av okkum.
Orku- og veðurlagspolitikk
Skiftandi landsstýri hava havt orku- og veðurlagspolitikk á skrá seinastu mongu árini, men tað er ein sannroynd, at ov lítið er hent á hesum økinum. Seinastu árini er útlátið vaksið nógv, so vit eru á einum støði, ið svarar til eitt av heimsins hægstu útlátum fyri hvønn íbúgva. Fyrstu ferð vit hava sæð minking í útlátinum var í fjør, og vísir tað, at átøk og fokus gera mun. Vit eru við at koma á rætta kós, tó at langt er eftir á mál. Nú skulu vit halda fast, halda á fram og seta meir ferð á. Henda samgongan hevur sett sær fyri, atátøk sum muna, skulu fremjast í verki áhaldandi og skjótast gjørligt.
Í 2022 varð ein orku- og veðurlagspolitikkur samtyktur í løgtinginum, og landsstýrið arbeiðir nú miðvíst við at seta átøkini í verk. Í ár verða sjey av teimum 25 átøkunum framd. Nevnast kann, at vit hava fingið góðkendar viðskiftatreytir og prísir til smærri vatnorkuverk, MVG-afturberingin til el- og vetnisbilar er longd til og við 2024, oljufýringar verða ikki loyvdar sum upphitingarkelda í nýggjum bygningum, stuðul verður latin fyri at burturbeina oljufýringar, um tað samstundis verður skift til elrikna upphiting, reglur verða gjørdar um fjarhita og semjan millum landsstýrið og SEV frá 2022 verður eitt nú framd við broytingum í Elveitingarlógini. Meiri vindorka skal bjóðast út, og orkumyndugleikin og SEV eru samd um, hvussu skjótt farast skal fram komandi sjey árini. Eisini verður kannað, hvussu elnetið og skipanarberandi tænastur kunnu skipast á mest skynsaman hátt.
Komandi ár verður arbeitt við í minsta lagi 10 átøkum. Vit skulu í eina skipaða tilgongd at útfasa F-gass sum kølievni í køli- og frystiskipanum á landi og sjógvi, prísir og viðskiftatreytir skulu gerast fyri uppsetan av sólorkuskipanum á vinnubygningar, sethús og aðrastaðni. Ein óheft orkuvegleiðing skal fáast at rigga, og fokus skal setast á grøna almenna ferðslu og orkuvirkni hjá skipum.
Tað almenna má eisini ganga á odda í mun til orkuskiftið. Tí hevur landsstýrið ásett, at allir almennir bygningar skulu leggja um til varandi orkukeldur og at øll akfør, sum tað almenna keypir, skulu vera elrikin. Eisini skal hol setast á at greina, hvussu eitt CO2-gjald kann skipast, uttan at tað rakar sosialt skeivt. Samgongan vil í øllum arbeiðinum við orku- og veðurlagspolitikki tryggja sær, at eingin dettur niðurímillum. Soleiðis fáa vit eina rættvísa, grøna umlegging.
Umframt arbeiðið við orku- og umhvørvispolitikkinum her heima, er neyðugt við altjóða samstarvi á hesum økinum. Havið og veðurlagið fevnir tvørtur um landamørk, og tað er umráðandi, at vit standa saman um at basa veðurlagsbroytingunum. Ætlanin er millum annað at luttaka á árliga partsfundinum innan veðurlagsøkið, COP 28, sum byrjar síðst í november, har landsstýrið serliga fer at fylgja samráðingunum um hav og veðurlag. Hetta er eitt týðandi evni í veðurlagssamráðingunum, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkum, sum í stóran mun liva av tí, sum havið gevur okkum.
Bindandi veðurlagslóg
Vit mugu hava eina veðurlagslóg, sum setir bindandi mál um at minka útlátið.
Veðurlagsbroytingarnar eru ein av teimum størstu og mest átrokandi avbjóðingunum, sum samfelagið nakrantíð hevur havt. Og veðurlagsbroytingarnar hanga óloysiliga saman við øktu avbjóðingunum vit hava á náttúru- og umhvørvisøkinum. Í samgonguni síggja vit tað sum okkara politisku og moralsku skyldu at gera átøk á hesum økjunum og at seta høg krøv til okkum sjálvs.
Við orku- og veðurlagssamtyktini hava Føroyar sett stutttíðarmál at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi, men vit mugu eisini seta okkum langtíðarmál. Tí er ætlanin seint í heyst at leggja fram uppskot til løgtingslóg um veðurlag. Endamálið við veðurlagslógini er at áseta bindandi stutttíðar- og langtíðarmál til tess at minka útlátið, og at Føroyar skulu fylgja altjóða samtyktum og tilmælum.
Tað er alneyðugt, at veðurlagsátøkini eru grundað á nýggjastu vitanina innan øki. Harafturat skulu vit regluliga eftirmeta, um málini at minka útlátið eru nøktandi og verða rokkin. Ætlanin er tí at seta á stovn eina ráðgevandi orku- og veðurlagsnevnd við serkønum fólkum at ráðgeva landsstýrinum á orku- og veðurlagsøkinum”, segði landsstýriskvinnan í umrøðu síni av løgmansrøðuni eftir ólavsøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald