Skotska vindmylnuflaggskipið "Seagreen" út fyri strondina í Angus siglir nú við fullari ferð og kann framleiða nóg mikið av streymi til at nøkta tørvin hjá 2/3 av øllum húsarhaldum í Skotlandi. Hetta skrivar BBC. Vindmylnulundin fevnir um ikki færri enn 114 risastórar Vestas vindmyllur. Lundin er ein týðandi partur av skotsku royndunum at leggja seg á odda í kappingini um at gerast heimsins fremsta havvindorkuland.
Verkætlanin sá fyrstu ferð dagsins ljós fyri 10 árum síðani og síðani hevur verið arbeitt miðvíst við hesi eini av størstu orkuverkætlanunum av sínum slag í Skotlandi. Framleiðslan byrjaði fyri góðum ári síðani, men nú koyrir koyrir hon við fullari ferð.
Seagreen Offshore Windfarm hevur ein framleiðslumátt uppá 1,075 MW. Hon er 27 km. uttan fyri býin Angus. Samlaði kostnaðurin er 30 mia. kr.
Fyristøðufelagið SSE, sum eisini er partur av stóru vindmylnuverkætlanini á landi í Hetlandi eins og aðrastaðni í Skotlandi, sigur, sambært BBC, at Seagreen fer at minka um tørvin á fossilum brennievnum til tess at framleiða streym og fer at minka um CO2 útlátið við tveimum mió. tonsum um árið. Og harvið gera sítt til at røkka veðurlagsmálunum.
Upprunaliga varð ætlanin at seta upp 150 myllur, men hetta gjørdist óneyðugt, tá settar vórðu upp størri vindmyllur enn upprunaliga ætlað. Tí kunnu tær 114 myllurnar framleiða eins nógvan streym sum tær ætlaðu 150. SSE er nú farið at hyggja eftir møguleikum fyri at seta upp enn eina vindmylnulund við 36 vindmyllum aftrat.
Umleið 700 arbeiðspláss verða knýtt at Seagreen, harav helvtin er í Skotlandi. Vindmylnulundin verður rikin úr Montroese. Seagreen er eitt samstarv millum TotalEnergies og SSE Renewables.
Stjórin í SSE Renewables, Paul Cooley sigur við BBC Scotland News, at avgerðir, sum verða tiknar nú, kunnu koma at avgera, um málini at minka CO2 útlátið innan 2030 hjá skotsku og bretsku stjórnunum, verða rokkin.
-Seta vit ikki veruliga ferð á framleiðsluna av eitt nú vindorku til havs, so ivist eg í, um vit røkka málunum. Ein av stóru avbjóðingunum í hesum sambandi er móttøkan av streymi á verandi neti, sum ikki er tíðarhóskandi.
Tað er ein sannroynd, at framleiðsluorkan frá offshore vindi í Bretlandi veksur skjótt. Í farnu viku varð tendrað fyri fyrstu mylluni á heimsins størstu havvindmylnulund, Dogger Bank út fyri strondini í Yorkshire við ikki færri enn 277 vindmyllum, tá hon øll er sett upp.
Enn ein nýggj vindmylnulund er í umbúnað, nevniliga Neart na Gaoith út fyri Fife. Hon er so steðgað upp fyrisbils orsakað av ótta fyri, at hon kann skaða fuglalívið.
Claire Mack frá Scottish Renewables sigur, at nógvar vindorkuverkætlanir eru á tekniborðinum í Skotlandi vegna nógva vindin. Tess longur tú kemur úr landi, tess meira fæst burtur úr vindorkuni, eins og umhvørvisárinini verða færri. Tí vilja fleiri íleggjarar heldur fara til havs enn at virka á landi.
-Vit hava latið loyvi til meira enn 20 vindorkuverkætlanir til havs í Skotlandi, sum er ein tann størsta í øllum heiminum sigur Claire Mack víðari.
Skotland hevur eins og nógv onnur lond, sum vilja dúva uppá vindorku, møtt nógvum trupulleikum, nú farið verður út til havs við stóru vindmyllunum. Eitt nú er kostnaðurin vaksin nógv, og í nógvum førum sett fót fyri vindorkuverkætlanum. Eisini nógva burokratiið rundan um loyvistilgongdina eins og krøvini frá myndugleikum til loyvisgjøld ol. hevur seinkað menningini av havvindorkuni. Tað er so eisini galdandi fyri vindorku á landi, har umhvørvisspurningar eisini gera seg meira galdandi.
Spurningurin er eisini um, í hvussu stóran mun tað almenna skal til at stuðla vindorkuverkætlanum.
Stóru og mongu havvindmylnulundirnar kring Norðsjógvin hava eisini sett ringar í sjógvin og geva nógv arbeiði til havnir í fleiri londum.
Umframt at veita streym til brúkararnar á landi so er endamálið við eitt nú havvindmyllum at kunna brúka nógva steymin til at framleiða vetni, sum so aftur verður brúkt í framleiðsluni av nýggjum brennievnum, ið kunnu avloysa diesel. Enn ein brúkari av nógva streyminum frá vindmyllum eru verandi og komandi olju- og gassleiðir í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, ið hava brúk fyri grønari orku - elektrifisering - fyri at liva upp til grøna orkuskiftið og tí mugu minka munandi um útlátið.
Vindorka í Føroyum
Spurningurin um streymframleiðslu frá vindmyllum í Føroyum er lutvíst nýggjur og eru í løtuni færri enn 50 vindmyllur settar upp á Streymoynni, í Eysturoynni og Suðuroynni.
Enn hevur tó lítið verið frammi um ítøkiligar ætlanir at fyrireika Føroyar uppá eina havvindmylnuframtíð, har vit kunnu framleiða nógv størri nøgdir av streymi, sum so aftur kann brúkast í framleiðslu av vetni og møguliga eisini til útflútnings, tá streymleiðingssamband einaferð í framtíðini møguliga verður millum Føroyar og meginlandið.
Umboð fyri SEV legði í fjør tankar fram um eina møguliga ætlan um havvindorku í Føroyum á stóru Arctic Circle ráðstevnuni í Reykjavík. Slík ráðstevna verður aftur í hesi vikuni og eisini nú stendur SEV umboð saman við øðrum til at umrøða havvindorku í Norðurhøvum.
Umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna á vitjan hjá Flotation Energy í Aberdeen saman við umboði frá orkan.fo
Stjórin í Flotation Energy, Allan MacAskill greiðir føroyska ferðalagnum frá mongu og stóru havvindorkuætlanunum í Skotlandi. Mynd Jan Müller
Føroyskt ferðalag hevur annars í hesum árinum vitjað hjá eini stórari orkufyritøku í Aberdeen, sum arbeiðir við flótandi havvindorku. Tað var í sambandi við eina grøna ráðstevnu í Hetlandi, at umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna stukku inn á gólvið hjá “Flotation Energy” í Aberdeen fyri at verða kunnað um gongdina innan havvindorku í Skotlandi.
Fyritøkan eigur fleiri loyvisøki til havs til at seta upp flótandi havvindmyllur í Bretlandi og í fjareysturi. Ein teirra “Kincardine Offshore Windfarm” (KOWL) út fyri Aberdeen hevur framleitt streym síðani 2021 og var hon tá umrødd sum heimsins størsta flótandi havvindmylnulund. Lundin fevnir um 5 vindmyllur, ið hava eina framleiðsluorku uppá 50 MW. Talan er um Vestas vindmyllur og eru tær 15 kilometrar eystan fyri Aberdeen á 60-80 metra dýpi. Tær framleiða streym svarandi til orkunýtsluna hjá 35.000 húsarhaldum í Skotlandi.
Meira fæst at vita um umrøddu vindorkulund og felagið aftanfyri á hesi leinkju:
Keldur: Energy Voice, BBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald