Uttanlands

Fyrsta vindorkan í Hetlandi út á bretska elnetið

Nú fyrsti steymurin frá Víkinga vindmylnulundini í Hetlandi er komin út á netið í Bretlandi hevur samlaða vindorkan rokkið 30 GW

2024-08-30 11:17 Author image
Jan Müller
placeholder

Um somu tíð sum roynt verður at menna vindorkuna í Føroyum við fleiri vindmylnulundum á landi kunnu tey í grannaoyggjunum Hetlandi hátíðarhalda eitt týðandi vegamóti innan vindorkuna.

Varandi orkuøkið í Bretlandi hevur nevniliga rokkið einum vegamóti, nú vindmyllur megna at framleiða meira enn 30 GW  av streymi fyri fyrstu ferð. Her er talan um streym frá vindmyllum á landi og til havs. Og er tað nú serstakliga risastóra vindmylnulundin í Hetlandi, The Viking Wind Farm, sum ger munin.

Tær 103 vindmyllurnar, sum vórðu tiknar í brúk í fjør, framleiða nú fyri fyrstu ferð inn á netið á meginlandinum. Til tess at gera hetta møguligt, er lagdur ein streymkaðal á havbotnin millum Skotland og Hetland. Hesin gevur møguleika fyri at flyta streym báðar vegir, tvs. úr Hetlandi inn á skotska meginlandið og øvugt.

[object Object]

Nú arbeiðið at leggja kaðalin er heilt liðugt er Viking vindmylnulundin bundin í bretska elnetið fyri fyrstu ferð. Hon gevur 443 MW og við henni er samlaði streymurin frá øllum land- og havvindmyllum í Bretlandi farin upp um 30 GW.

Skotski fyrstiráðharrin John Swinney sigur, at tann 160 fjóðringar langi kaðalin millum meginlandið og Hetland er eitt týðandi stig í royndunum at menna grøna orkuskiftið í Hetlandi.  

-Slíkar útbyggingar ikki bert lata upp fyri tí grøna orkuskiftinum, tær eru eisini við til at menna burðardyggan búskaparvøkstur í teimum lokalu økjunum sigur Swinney, sum fegnast um royndirnar at menna vindorkuna til lands í Skotlandi. Hesar eiga ein týðandi leiklut í royndunum at brúka skiftið til at røkka net null málinum.

[object Object]

Bretski orkuráðharrin Ed Miliband sigur, at Víkinga vindmylnulundin fer at gagna túsundtals heimum í Skotlandi og kring alt Bretland. -Hetta er eitt prógv um, at okkum tørvar fleiri útbyggingar av hesum slag til tess at gera Bretland til eitt reint orku-stórveldi. Tað er so eisini orsøkin til, at vit hava tikið av bannið móti at menna vindorku á landi. Nakað, sum skal tryggja at vit røkka málinum fyri reina orku í 2030 – har vit minka um nýtsluna av fossilari orku og gera okkara orkuskipan meira sjálvbjargna sigur Ed Miliband.

Tey 30 GW, sum varandi orkukeldur framleiða í Bretlandi, kunnu veita streym til meira enn 26 mió. húsarhald og minka um útlátið við meira enn 35 mió. tonsum hvørt ár.

Varandi orka veitti 46,4% av eleftirspurninginum í fjør. Vindorka er størsti parturin av varandi orkuni í Bretlandi við 28,1% av allari streymnýtsluni í fjør og meira enn 60% av varandi orkuni. Stjórin í Renewabel UK Ana Musat sigur sambært Energy Voice, at vindorkan fer at vera grundvøllurin undir framtíðar orkuskipanini í Bretlandi.

Musat sigur, at kanningar vísa, at ein tvífaldan av landvindmyllum í 2030 fer at menna búskapin við 45 mia. pundum og skapa 27.000 størv.

Bretland setti upp fyrstu vindmylnulundina í Delabole í Cornwall í 1991 og fyrstu offshore vindmyllurnar í Blyth í 2000. Menningin hevur verið áhaldandi við 1 GW í 2005, 5 GW í 2010, 10 GW í 2013 og 15 GW í 2017. Seinastu sjey árini hevur vindorkan so ment seg til 30 GW.

Ætlanin hjá Keir Starmer stjórnini er at økja vindorkuna á landi til 30 GW og fýrfalda vindorkuna til havs til 60 GW.

Labour stjórnin hevur sum mál at skunda undir offshore vindorkuna, og í tí sambandi skal nýggi almenni stovnurin "GB Energy" meira inn í myndina og samstarva við verandi Crown Estate, sum annars stendur fyri vindorkuøkinum.

Innan vindorkuvinnuna eru tey tó sera ivasom um málini hjá nýggju stjórnini og ivast tey í, um tað er gjørligt at røkka málunum við flótandi vindorku.

[object Object]Útbyggingar av vindmylnulundum til havs eru framtíðin, tí har fæst mest streymur. Feløg sum Equinor eru týðandi partur av hesum útbyggingum eitt nú á Dogger Bank. 

Umleið 48% av teimum 30 GW av vindorku verða framleidd í Skotlandi, harav landvindmyllur framleiða 9,5 GW. Vindmyllur til havs (offshore) í skotskum øki standa fyri 5 GW av hesi samlaðu framleiðsluni. Eisini skotska stjórnin hevur sett sær høg mál viðvíkjandi menning av vindorku við 11 GW til havs og 20 GW á landi í 2030. Í dag fevna havvindmyllur í Skotlandi um 5 GW av samlaðu framleiðsluni í Bretlandi.

Vindorka er ein av størstu vinnarunum í bæði umhvørvisligu og búskaparligu tilgongdini í Skotlandi og fer at vera tað í framtíðini eisini sigur Morag Watson frá Scottish Renewables. Fyrsta vindmyllan í Skotlandi varð sett upp í 1887 í Aberdeenshire. Í dag fevnir vindorkuídnaðurin í Skotlandi um 27.000 størv við eini inntøku uppá 7 mia. pund.

Tað er fyrst og fremst Viking vindmylnulundin í Hetlandi, sum eigur yvirskriftirnar í bretskum miðlum í hesum døgum, nú møguligt er at flyta streym millum Skotland og Hetland. Hetta verður mett sum ein sonn orkukollvelting bæði fyri Hetland og fyri Skotland/Bretland. Hon hevur kostað 1,2 mia. pund.

Nógvi vindurin í Hetlandi og tær meira enn 100 vindmyllurnar gera Hetland til mest framleiðandi landvindorkuøkið í Bretlandi. Tað hevur tó tikið drúgva tíð at røkka málinum. Meira enn 20 ár eru farin síðani verkætlanin kom í eygað. Hóast Viking vindmylnulundin í Hetland stendur fyri størstu vindframleiðsluni á landi í Bretlandi, so skulu nýggj stig takast tll tess at røkka málinum fyri 2030.

Eins og Hetland og Bretland hava Føroyar eisini sett sær mál fyri at útbyggja orskuskipanina við vindmylnulundum, sum skulu framleiða streym á netið. Í fjør nýttu so umboð fyri føroyskar orku- og umhvørvismyndugleikar høvi til at fáa innlit í vindorkumenningina í bæði Skotlandi og Hetlandi. Tað hendi, tá eitt føroyskt ferðalag umboðandi SEV og Umhvørvisstovuna vitjaði bæði í Aberdeen og í Lerwick í sambandi við eina norðurlendska granskingarverkætlan.

Í Aberdeen varð vitjað hjá felagnum, sum stendur á odda fyri útbygging við havvindmyllum, og í Hetlandi fingu føroysku umboðini møguleika at vitja risastóru vindmylnulundina Viking Wind Farm við ikki færri enn 103 vindmyllum. 

[object Object]Umboð fyri SEV, Umhvørvisstovuna, føroysku sendistovuna í London og orkan.fo (Portalin)  vitja Viking vindmylnulundina í Hetlandi í fjør.

[object Object]SEV og Umhvørvisstovan á kunnandi fundi við eitt av leiðandi vindorkufeløgunum í Aberdeen í fjør.  Mynd Jan Müller

Keldur: Energy Voice, BBC, The Telegraph

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder