
Útbyggingin av stóru olju- og gasskelduni Rosebank skamt frá føroyska markinum heldur fram og gongur sum ætlað. Øll tann stóra og tunga útgerðin, sum verður sett á havbotnin 15 kilometrar frá markinum heldur fram at koma við skipum til hetlendska høvuðsstaðin, haðani útgerðin síðani verður flutt út víðari út á oljuleiðina.
Útbyggingin, sum fyri tað mesta fer fram á havbotninum, fevnir um eitt framleiðsluskip, sum fer at liggja á staðnum komandi 25 árini. Stór akker koma í næstum til Lerwick, har tey síðani verða fest í undirgrundina og gjørd klár til framleiðsluskipið, ið fer at koma á leiðina seinni í ár ella komandi ár. Áðrenn tað fer boripallur at bora 7-8 brunnar í sambandi við komandi framleiðsluna, sum er sett til at byrja seint næsta ár.
Oljan úr undirgrundini verður tá tikin upp frá havbotninum umborð á framleiðslu- og goymsluskipið. Hin parturin, gassið, verður so flutt gjøgnum rørleiðing til Hetlands umvegis stóru gassleiðingsskipanina, ið eisini bindur í aðrar gassleiðir vestan fyri Hetland.
Útgerðarskip kemur til Lerwick við útgerð, sum skal setast á havbotnin á Rosebankleiðini.
Herfyri tók rættur í Skotlandi avgerð um, at Equinor skuldi søkja um framleiðsluloyvi av nýggjum, tí broytingar skulu gerast í umhvørvispartinum, áðrenn farast kann undir framleiðslu.Hóast hetta kundi Equinor tó halda fram við arbeiðinum at byggja út kelduna.
Hóast orkuráðharrin í Bretlandi ynskir at steðga nýggjum oljuvirksemi, so hava bæði forsætisráðharrin og fíggjarmálaráðharrin gjørt greitt, at loyvi, sum eru latin til orkufeløg at útbyggja oljuleiðir, verða ikki tikin aftur. Mett verður heldur ikki, at avgerðin hjá dómstólinum fer at seta fót fyri víðari virkseminum.
Stjórin í Equinor í Bretlandi her á vitjan í Hetlandi í fjør, tá fyrsta útgerðin til Rosebank kom til Lerwick.
Í sambandi við nýtt virksemi í bretskum øki verður kravt av oljufeløgum, at tey elektrifisera framleiðsluna á pallum, og hetta er eisini eitt krav til Equinor, tá Rosebank fer undir framleiðslu. Kortini kann felagið gera hetta innan 2030. Í løtuni er felagið tí eisini í ferð við at kanna møguleikarnar fyri elektrifisering eitt nú við at finna fram til, hvar streymur kann koma frá, og her er ein møguleiki stóra Viking vindmylnulundin í Hetlandi.
Spurningurin um framtíðar havvindmylnulundir í Føroyum kunnu vera við til at veita streym til olju- og gasspallar eystan fyri Føroyar hevur eisini verið uppi at venda.
Kortið niðanfyri vísir møguleikarnar at veita streym til olju- og gasspallar vestan og eystan fyri Hetland frá vindmylnulundum antin í Hetlandi og til havs við Hetland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald