Tað eru helst ljósari tíðir fyri framman hjá orkufelagnum Longboat Energy við m.a. fleiri føroyskum partaeigarum. Hetta kunnu vit staðfesta í hesum døgum, nú norskir myndguleikar hava góðkent eitt samstarv “Joint Venture” millum Longboat og japanska orkufelagið Japex Petroleum. Nakað, sum viðmerkjarar halda kann gerast eitt sera spennandi samstarv.
Feløgini eru vorðin samd um saman at leita eftir olju og gassi í Norra eins og menna orkuleiðir. Við hesi avgerð kunnu feløgini gerast ein týðandi nýggjur spælari á norska landgrunninum skilst.
Síðani norska orkufyritøkan DNO keypti upp Faroe Petroleum nøkur ár herfyri hevur táverandi leiðslan í felagnum við m.a. Graham Stewart á odda, stovnað og ment orkufelagið Longboat Energy. Sølan av Faroe Petroleum gav so mikið av pengum, at hon m.a. kundi brúkast til at leggja botn til eitt spildurnýtt orkufelag, har Graham Stewart í dag er nevndarformaður.
Sami Graham, sum stovnaði Faroe Petroleum í byrjanini av føroyska oljuævintúrinum seinast í 90-unum, varð eisini ein av stigtakarunum til oljuleitingina við Føroyar. Men læka úrslitið av leitingini við Føroyar sum heild hevði við sær, at Graham saman við fleiri øðrum føroyingum setti kós móti Norðsjónum og stovnaði skrivstovur bæði í Aberdeen og Stavanger. Við uppkeypinum av Faroe Petroleum vildi leiðslan royna nakað nýtt.
Hóast yvirtøkan av felagnum ikki júst var tað, sum leiðslan í felagnum ynskti, so gav hon tó grundarlag fyri at fara undir annað virksemi tó framvegis innan olju og gass í Norðsjónum. Longboat Energy hevur verið við í fleiri boringum í norska partinum av Norðsjónum við góðum úrslitum í fleiri førum. Tað nýggjasta er, at felagið hevur keypt part av Statfjord leiðini og við hesum verður felagið eitt framleiðandi orkufelag.
Herfyri frættist, at Graham Stewart hevur stovnað enn eitt orkufelag, sum skal arbeiða í syðra partinum á bretska landgrunninum. Saman við einum kendum oljumanni, Chris Cox frá Spirit Energy hevur hann stovnað nýggja orkufelagið Curium Resources. Sostætt hevur hann eitt bein á norska og eitt á bretska landgrunninum.
Longboat og føroyska framtíðin
Áhugavert verður at fylgja við í fótafetunum hjá stovnaranum av Faroe Petroleum á sinni, nú hann av álvara hevur sett kós móti landgrunnunum í bæði Bretlandi og Noregi, har hann hevur fingið samstarv eisini við eitt stórt japanskt orkufelag.
Men tað setir eisini spurningin, um ikki tað eisini er pláss í framtíðar dagsskránni hjá felagnum við m.a. føroyskum røtrum at venda aftur til Føroya? Uttan iva átti at verið nokk at trivið í her hjá einum innovativum felag sum Longboat Energy, ið kundi verið við til at ment leitimið (prospekt), hvat tað er kent fyri, fyri síðani at lata hesi víðari til størri orkufeløg, sum seinni í tilgongdini kunnu fara at vísa áhuga aftur fyri Føroyaøkinum.
Eisini tann sannroynd, at bæði politiski og almenni áhugin í Føroyum fyri oljuleiting her er so stórur, er nakað, ið vit ikki síggja alla staðni í Evropa. Og so finst eingin sonevndur Windfall Tax her hjá okkum eins og hjá næsta grannanum Bretlandi. Og lutvíst høgi oljuprísurin er eisini við til at gera Føroyaøkið áhugavert aftur.
Føroyska “Open Door” skipanin stendur víðopin bæði fyri orkufeløgum og orkufólkum, sum hava verið her áður og nýggjum aktørum, sum eitt nú eru virknir í næsta grannalagnum.
Og eiga vit ikki at gloyma, at takkað verið miðvísa og stóra arbeiðið, sum Jarðfeingi ger, finst nú nógv størri vitan um føroysku undirgrundina enn áður.
Tá Graham & Co. stovnaðu Longboat Energy og brúktu gamla víkingaskipið – langskipið - í sínum logo, høvdu teir kanska eisini í huga við nútímans langskipinum at seta segl aftur við kós móti Føroyum eins og víkingarnir gjørdu á sinni Livst so spyrst.
Keldur: Offshore Energy, Energy Voice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald