Talan er um at lata 250 mió. kr. aftrat í stuðuli til menning av varandi orkukeldum so sum vind- og sólorku. Endamálið við hesum almenna stuðlinum er at fáa íleggjarar til at gera íløgur í grønu bretsku orkuframtíðina sigur Grans Shapps, orkutrygdarráðharri í bretsku stjórnini. Peningurin er partur av almennu stuðulskipanini nevnd «Contracts for Difference» (CfD), ið higartil hevur eitt budgett uppá 3 mia. kr.
Ein høvuðsorsøkin til at bretska stjórnin leggur so stóra herðslu á at stuðla menningini av varandi orku er framtíðar orkutrygdin. Mett verður at Bretland framhaldandi fer at innflyta orku, og tað ger landið viðbrekið. Bretland vil tí vera meira sjálvsveitandi við orku sum heild, og tí hevur stjórnin lagt herðslu á bæði at skunda undir nýtt olju- og gassvirksemi umframt varandi orkukeldur so sum vind og sól.
Óttin er stórur fyri, at Bretland bráddliga skal standa og mangla orku ikki minst í eini kreppustøðu so sum henni við russisku innrásini í Ukraina, sigur varaforsætisráðharrin Oliver Dowden í eini pressufráboðan nú um dagarnar.
Oliver Dowdon fer hósdagin at tendra fyri fyrstu vindmylluni í heimsins størstu vindmylnulund á Dogger Bank, sum norska Equinor m.a. stendur fyri.
Bretland hevur síðani 2014 lagt seg eftir at fíggja tiltøk við varandi orku og hevur latið sáttmálar til 52 verkætlanir í Skotlandi higartil.
Kelda: Energy Voice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald