Undir heitinum “Net Zero Islands Network” skipar Nordisk Energiforskning undir Norðurlandaráðnum saman við skotsku stjórnini fyri ráðstevnu í Hetlandi í døgunum frá 16. til 17. mai.
Tá verða umboð fyri stovnar og myndugleikar úr Skotlandi, Hetlandi, Norra, Føroyum, Íslandi og Grønlandi við. Úr Føroyum verða ma. umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna.
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum skiftir millum londini her í Norðuratlantshavi. Hesaferð er skotska stjórnin vertur. Í hesum sambandi verður eisini høvi hjá hetlendska stýrinum at leggja fram ætlaninar hjá Hetlandi at røkka longur fram grønu kósini. M.a. fer Shetland Islands Council (SIC), sum í ávísan mun kann samanberast við okkara landsstýri at leggja fram eitt nú grønu Orion orkuverkætlanina.
Tað var annars henda verkætlan, sum bretski serfrøðingurin Gunther Newcombe legði fram fyri føroyskum stovnum og myndugleikum, tá hann fekk innbjóðan frá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki at vitja Føroyar í fjør. Hann verður so eisini partur av fjølbroyttu skránni báðar stevnudagarnar.
Onnur mál, sum fara at verða umrødd, er ætlanin hjá stjórnini at seta á stovn seks sonevndar “carbon neutral islands” so sum Yell innan 2040. Høvi verður so eisini hjá umboðum úr hinum oyggjalondunum eitt nú Føroyum at leggja fram framtíðar ætlanir á orkuøkinum. Tá fara bæði SEV og Umhvørvisstovan at hava framløgur.
Umframt fundirnar verður eisini vitjað ymsa staðni í Hetlandi, har spennandi og áhugverdar orkuverkætlanir eru í umbúnað ella við at verða settar í verk, eitt nú risastóra Viking vindmylnulundin, sum fer at fevna um 103 vindmyllur.
Eisini verður vitjað í Sullom Voe, olju- og gassterminalinum, har stórar ætlanir eru um fremja grøna orkuskiftið eisini. Somuleiðis verða vitjað hjá Nova Energy, sum er verkætlan við sjóvarfalsorku á oynni Yell. Eisini verður vitjað á orkustøð í sambandi við stóru orkuverkæætlanina at leggja elkaðal á havbotnin millum Skotland og Hetland.
Hetta er triðja árið á rað at skipað verður fyri hesi orkuráðstevnuni. Fyrstu ferð var í Føroyum í 2021, og fjør var hon í Grønlandi. Talan er um eitt samstarv millum oyggjalond og øki í Norðurlondum og Skotlandi, og er endamálið at hittast og umrøða framtíðar orkumøguleikar í oyggjasamfeløgum í grøna orkuskiftinum og hvussu oyggjasamfeløg kunnu læra av hvørjum øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald