Uttanlands

Grønt ljós til enn eina vindmylnulund í Hetlandi

Skotskir myndugleikar hava givið norsku fyritøkuni Statkraft saman við lokalum partnarum loyvi til at seta upp eina vindmylnulund, “Energy Isles”, á oynni Yell í Hetlandi. Talan er um 18 vindmyllur.

Hetland fer um fá ár - og við norskari hjálp - at gerast eitt týðandi vindorkuland í okkara parti av heiminum

Hetland fer um fá ár - og við norskari hjálp - at gerast eitt týðandi vindorkuland í okkara parti av heiminum

2023-10-03 16:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetland, okkara næsti granni, ætlar sær ikki at gerast eftirbátur, tá talan er um grøna orkuskiftið. Tvørturímóti ætlar hetta lítla oyggjalandið at gerast fremsta vindorkulandið í Norðuratlanthavi skulu vit døma eftir gongdini á vindorkuøkinum í løtuni og komandi árini.

Ikki færri enn umleið 150 vindmyllur fara at síggja dagsins ljós í oyggjunum innan nøkur fá ár. Og ein orsøkin til hesa fyri Hetland og harvið eisini Bretland hepnu gongd er tann, at ein av heimsins størstu fyritøkum innan varandi orkukeldur sum vatn, vind og sól, norska Statkraft hevur valt Hetland sum eitt av sínum kjarnuøkjum, tá talan er um at menna vindorkuna og seinni framleiðslu av eitt nú vetni og aðrari grønari orku og brennievnum.

Størsta vindmylnulundin í Hetlandi annars hjá Viking Windfarm við 103 vindmyllum er komin væl áleiðis og fer hon undir framleiðslu í 2024.

[object Object]

Í løtuni eru ikki færri enn tríggjar aðrar vindmylnulundir í umbúnað við ávikavist 18, 17 og 12 vindmyllum.

Væntandi verður farið undir at seta upp nýggju  vindmylnulundina, “Energy Isles” á norðastu oynni Yell  í 2025. Tær 18 myllurnar skulu setast upp vestan fyri Cullivoe og er ætlanin, at tær skulu mæla í 2027, skrivar Shetland News.

Umframt hesa vindmylnulundina hevur Statkraft saman við fyritøkum í oynni í umbúnað  at seta upp enn eina vindmylnulund, Beaw Field Wind Farm, somuleiðis á oynni Yell. Hon telur 17 vindmyllur, hvør vindmylla er uppá 4,23 MW og hevur eina samlaða framleiðsluorku uppá 71,91 MW. Væntandi verður verkætlanin góðkend í 2027 og fer hon at kunna veita streym til tað, sum svarar til 60.000 húsarhald.

[object Object]

[object Object]

Haraftrat skal Statkraft standa fyri uppsetan av 12 vindmyllum á Mossy Hill Wind Farm inni á meginlandinum nærhendis Lerwick. Hesar hava eina framleiðsluorku uppá umleið 50MW og kunnu framleiða streym svarandi til nýtsluna hjá 35.000 húsarhaldum. Væntað verður, at útbyggingin fær góðkenning í ár. Kostnaðurin fyri Mossy Hill Wind Farm er 100 mió. dollarar.

Energy Isles vindmylnulundin fer at hava eina samlaða orku uppá 126MW. Myllurnar verða 180 metrar høgar, tvs. at tær verða hægri enn tær 103 myllurnar hjá Viking Energy, sum verða settar upp í løtuni. Tær eru 155 metrar høgar.

[object Object]Norska Statkraft ger stórar íløgur í vindorku í Hetlandi og hetta fegnast leiðslan um.

Verkætlanarleiðari hjá Statkraft fyri vindmylnulundini Energy Isles, Rebecca Todd sigur seg vera stak væl nøgda við loyvið, sum fyritøkan nú hevur fingið frá skotsku stjórnini. Tað fer at hava ein týðandi leiklut í royndunum at menna varandi orku, sum kann framleiða streym og sum tá verður við til at stuðla uppundir orkutrygdina í Hetlandi men eisini hjálpa til at røkka útlátsmálunum hjá øllum Bretlandi.

Stigtakarin til hesa vindmylnulundina sigur, sambært Shetland News, at tá myllurnar mæla fara tær at framleiða streym frá varandi orkukeldu, sum svarar til nýtsluna hjá 157.000 húsum.

Nýggja vindmylnulundin fer at fáa stóran týdning fyri at minka um CO2 útlátið í Hetlandi.

Tað vóru fólk og íleggjarar á Yell í Hetlandi, sum longu í 2012 fóru undir fyrstu fyrireikingarnar til hesa vindmylnulundina, sum Statkraft í 2019 átók sær at fara undir at byggja. Uttan stóra lokala áhugan í Hetlandi hevði henda grøna verktætlanin ikki verið komin undir land. Todd frá Statkraft sigur, at tað er íbúgvunum í oynni fyri at takka, at verkætlanin gjørdist veruleiki.

Derek Jamieson, frá Energy Isles Ltd, sigur, at tað er takkað verið fólkinum á staðnum og  vinnulívinum, at henda stóra og spennandi vindorkuverkætlanin nú verður bygd.  -Vit fegnast eisini um, at skotska stjórnin hevur stuðlað verkætlanini, sum fer at flyta oynna longur á grønu og burðardyggu leiðini sigur talsmaðurin fyri verkætlanina.  

Tað hava verið ivamál í sambandi við ávirkan á náttúru eitt nú torvheiðar, men tey eru loyst síðani. Ætlanin var upprunaliga at hava upp til 63 myllur, sum skuldu vera 200 metrar høgar. Tað endaði tó við væl lægri tali við 180 metrar høgum myllum.

Skotsku myndugleikarnir, sum hava givið grønt ljós til vindmyllurnar, halda, at tað ber til at fremja útbyggingarnar uttan at tað fer at nerva lendið nógv og vísa á, at fyrimunirnir við at kunna framleiða varandi orku frá vindmyllum fara at vísa seg at hava alstóran týdning fyri íbúgvarnar eins og fyri at røkka málini í verðurlagspolitikkinum. Miðjað hevur tí verið móti at finna ta røttu javnvágina.

Enn ein útbygging við vindmyllum er á tekniborðinum. SIC, Shetland islands Counsil er í ferð við at samráðast við Statkraft og partnarar um ein sáttmála um leigu av økinum rundan um Scatsta Airport, sum ikki verður brúkt longur, til framtíðar orkuframleiðslu.

[object Object]

Føroyar og vindorka

Um somu tíð sum okkara grannar fyri sunnan raðfesta vindorku á landi sum ein týðandi part av grøna orkuskiftinum eru eisini ætlanir í Føroyum at økja um vindorkuna á landi. Sambært eini heildarætlan fer SEV at seta upp eina vindmylnulund í Sandoynni í næstu framtíð. Eftir hetta koma so eisini fleiri aðrar vindmylnuverkætlanir.

Ein høvuðsmunur millum Føroyar og Hetland, tá talan er um at menna landvindorkuna, er tann, at hetlendingar hava megnað at fáa stóra orkufyritøku í Norra at gerast partur av vindorkumenningini í Hetlandi við bæði íløgum og tøkniligari vitan og royndum. Nýggi elorkukaðalin millum skotska meginlandið og Hetland hevur uttan iva stóra týdning í so máta.

Um og nær slík tilgongd eisini fer at koma til Føroya er í skrivandi løtu óvist. Føroyar eru eins og Hetland sera vælegnaður til vindorku og hvør veit, um ikki íleggjarar aðrastaðni fara at síggja Føroyar sum ein møguliga marknað eisini.

Nú norska orkufyritøkan Equinor er farin undir at útbyggja stóra olju- og gassleið nær Føroyum og sum fer at hava tørv á elorku til raksturin av framleiðsluni, kundi verið spurt, um framtíðar føroysk elframleiðsla frá vindmyllum einaferð kundi verið partur av hesi tilgongd, ið hevur sum endamál at minka um útlátið. Og tá er spurningurin, um streymleiðingssamband millum Føroyar og Hetland og skotska meginlandið, verður eitt krav, nú okkara marknaður er so lítil. 

Hyggja vit eftir Hetlandi, so eru útlendskar íløgur ein drívmegin at menna vindorkuna. Kundi tað hugsast, at hetta kundi verið næsta stigið her hjá okkum eisini, serliga tá talan er og verður um vindmyllur til havs, sum fara at krevja sera stórar íløgur. 


Keldur: Shetland News, Statkraft og  Energy Voice

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder