Hetta var væntandi. Eingin olju- og gassleiting hevur verið á bretska landgrunninum síðani 2020. Vanliga eru útbjóðingar annars á hvørjum ári. Bretska stjórnin undir leiðslu av nýggja forsætisráðharranum Liz Truss gjørdi straks eftir, at hon varð vald fyri stuttum, av at hon fór at geva loyvi til leiting eftir olju og gassi skjótast tilbar.
Hetta verður gjørt av fleiri orsøkum. Ein er at geva orkufeløgunum møguleika at gera nýggjar íløgur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Ein onnur er at verja bretsku orkutrygdina, sum í dag er hótt av m.a. krígnum í Ukraina. Og enn ein orsøk er at gera Bretland sjálvsveitandi við olju og gassi í 2040 og tá eisini gera landið til útflytara av orku.
Í morgun kunngjørdi so bretski orkumyndugleikin “the North Sea Transition Authority” (NSTA), at tilsamans 900 teigar standa opnir til olju- og gassleiting. Roknað verður við, at tað fara at verða latin umleið 100 nýggj leitiloyvi. Umsóknarfreistin er 12. januar og verða loyvini latin á vári 2023.
Ein stórur partur av nýggju leitiloyvunum er eystan fyri Føroyar ella í einum øki bretar kalla West of Shetland (WOS). Loyvini liggja tá millum Hetland og føroyska markið. Sambært korti yvir loyvini, so liggja tey m.a. allan vegin framvið føroyska markinum úr suðuri og heilt norður um Føroyar.
Um somu tíð sum leitiútbjóðingin verður kunngjørd, hevur Lærdi Háskúlin í Aberdeen givið út frágreiðing um framtíðar olju- og gassvirksemi á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar. Har verður víst á, at enn eru góðir møguleikar at finna olju og gass í økjum, sum liggja tætt upp at føroyska markiðinum, eitt nú millum tær báðar stóru olju- og gasskeldurnar, Rosebank og Cambo. Kanningar vísa, at her finnast stór øki, har lítil ella eingin leiting hevur verið. Nýggja seismiskar kanningar vísa eisini, at tað finnast áhugaverd leitimið í hesum økinum, og her verður fyrst og fremst hugsað um gass men eisini um olju.
Í kanningini verður staðfest, at skal bretska stjórnina megna at gera Bretland óheft at innflutari orku frá 2040 og entá útflyta orku, tá er tað fyrst og fremst økið millum Hetland og Føroyar, sum ljós eigur at verða varpað á.
Kanning, sum er gjørd á Universitetinum í Aberdeen, vísir, at økini millum keldurnar Cambo og Rosebank, eru als ikki kannað nóg væl og kunnu tey goyma stórar nøgdir av olju og gassi.
Bretsku orkumyndugleikarnir leggja stóran dent á at fáa orkufeløg at skunda undir útbygging av møguligum fundum, tí Bretland hevur tørv á meiri olju og gassi. Roknað verður við, at til ber at stytta tíðina frá tí, at eitt fund er gjørt, til framleiðsla kann byrja munandi skjótari í mun til fyrr. Hildið verður, at tað kunnu ganga upp til fimm ár frá tí, at ein olju- og gasskelda er funnin til framleiðsla kann byrja. Og kanska entá minni.
Olju- og gassøkini á Atlantsmótinum, millum Hetland og Føroyar. Bretska stjórnin setir nú ferð á nýggja leiting, tí roknað verður við, at nógv olja og gass goymir seg í undirgrundini, eitt nú framvið føroyska markinum.
Partur av útbjóðingini er eisini, at hon byggir á grøna orkuskiftið, soleiðis at útlátið av CO2 verður minkað mest møguligt, hetta m.a. gjøgnum elektrifisering av pallum saman við framleiðslu av eitt nú vetni við orku frá m.a. havvindmyllum. Eisini hevur fangan og goymsla av CO2 stóra raðfesting í framtíðar olju- og gassverkætlanunum. Samanumtikið fer hon so eisini at tryggja mongu arbeiðsplássini í vinnuni.
Tey økini, sum nú eru vorðin partur av 33. leitiútbjóðingini í Bretlandi, hava myndugleikarnir valt út saman við orkufeløgum, sum hava víst á, hvørji øki á bretska landgrunninum hava teirra serstaka áhuga. Og sum sæst og skilst, so eru tað m.a. øki, sum liggja eystan fyri Føroyar, ið eftir øllum at døma hava stóran áhuga hjá feløgunum eisini.
Í dag fevnir olja og gass um tveir triðingar at orkutørvinum í Bretlandi, og sjálvt um eftirspurningurin eftir fossilum brennievnum fer at minka sum frálíðir, so fer tað kortini at verða stórur tørvur á olju og gassi í mong ártíggju aftrat sigur bretski orkumyndugleikin.
Bretski orkuráðharrin Jacob Rees-Mogg vil eins og bæði forsætisráðharrin og fíggjarmálaráðharrarnir skunda undir olju- og gassleiting í Norðsjónum. Nú er tað stigið tikið.
Í eini viðmerking til nýggju leitingina sigur bretski orkumálaráðharrin Jacob Rees-Mogg m.a., at tað er gleðiligt, at tað nú er komið hartil, at leitingin eftir olju og gass kann byrja aftur av álvara. Hann sigur, at alt skal gerast fyri at fáa leitingina at eydnast, nú Bretland hevur sett sær fyri at minka og seinni sleppa av við innlutta orku, sum eisini er nógv meira dálkandi.
Hvussu verða so hesi tíðindini um nýggja leiting beint eystan fyri markið móttikin her hjá okkum? Tað fara vit helst at hoyra meira til. Men støðan er so tann, at nógv orkufeløg fara um ikki so langa tíð at brúka nógvan pening og orku til tess at finna nýggjar olju- og gassleiðir eitt nú við markið, har tað longu eru gjørd stór olju- og gassfund, sum helst verða útbygd í næstu framtíð.
At verandi fund so sum Cambo og Rosebank eftir øllum at døma verða útbygd m.a. til tess at verja orkutrygdina Í Bretlandi fer at hava við sær nýtt infrakervi nær við føroyskt økið. Aftrat hesum vil ein komandi leiting uttan iva føra til, at uppaftur fleiri fund verða gjørd við markið og harvið verður infrakervið bara tað størri. Tað kann merkja, at smærri fund á føroyskum øki kunnu gerast meira lønandi, tá tey kunnu binda framleiðsluna í infrakervi hinumegin og haðani flyta olju og gass til Hetlands ella aðrastaðni, um hon tað ikki skal til Føroya.
Og hetta er nettupp tað, sum Føroyar hava tørv á, vilja føroyingar eins og hetta og undanfarin landsstýri og løgting hava ynskt tað, nevniliga at fáa gongd á olju- og gassleitingina við Føroyar aftur.
Mongu møguligu útbyggingarnar beint hinumegin markið fara at gera tað lættari og hugaligari hjá útlendskum orkufeløgum at fara undir aftur leiting og seinni framleiðslu føroysku megin markið.
Sum gongdin er í løtuni er tað helst bara ein spurningur um tíð, til eitt ella fleiri orkufeløg leggja sær leiðina hendavegin eisini.
Keldur: Energy Voice, North Sea Authority, Financial Times, Upstream og leinkja til
https://www.nstauthority.co.uk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald