Síðani Joe Biden gjørdist forseti í USA hevur hansara stjórn lagt seg eftir at menna grøna orkuskiftið og fyri tíð síðani varð nýggjur lógarpakki samtyktur uppá 2500 mia. dollarar. Hesin skal skunda undir grøna orkuskiftið og skapa nýggj arbeiðspláss í USA.
Hetta varð sera væl móttikið i Evropa, sum nú sá fyri sær menning av grønum arbeiðsplássum og vaksandi útflutningi til USA. Eitt nú hava danskar fyritøkur gjørt seg klárar til hesa grønu kollveltingina, ið skal gagna teimum mongu donsku fyritøkunum, sum hava lagt seg eftir grøna orkuskiftinum eitt nú innan vindmylnuframleiðslu.
Nú er brádliga vent í holuni. Tí sami Joe Biden ger nú greitt, at amerikanski staturin fer at hjálpa fyritøkum, sum vilja fara undir grøna orkuskiftið við beinleiðis stuðuli til at koma í gongd og skattafrádráttum. Tvs. at nú leggur staturin seg upp í fríu kappingina við eitt nú Evropa, har flestu londini hava bundið seg til ikki at lata almennan stuðul til fyritøkur ella geva teimum skattafyrimunir.
Henda gongdin verður mett at vera ein álvarslig hóttan móti framtíðar vinnumenningini í Evropa her fyrst og fremst í ES. Politikarar og vinnulívsfólk bera ótta fyri, at statsstuðulin, sum amerikanska stjórnin fer at lata fyritøkum, ið vilja gera íløgur í USA í sambandi við grøna orkuskiftið, koma at órógva ella heilt avskepla kappingina millum fyritøkur í Evropa og í USA.
Hetta málið verður í løtuni viðgjørt á hægsta stað í ES. Londini skulu til at finna fram til, hvussu tey forða fyri, at fyritøkur í Evropa vegna lagaligu umstøðurnar í USA, rætt og slætt flyta sína framleiðslu til USA. Møguleiki er fyri, at henda gongdin fer at seta kílar í verandi marknaðarpolitikkin í ES, har einstøk lond ikki hava loyvi til at stuðla vinnulívinum. Men eygleiðarar meta, at hetta væl kann gerast ein tvingandi loysn tvs. at hereftir kunnu londini í ES stuðla vinnulívinum beinleiðis ella óbeinleiðis.
Men hetta fer sjálvandi ikki at vera lætt, tí tá fer munur at verða gjørdur á marknaðarpolitikkin í teimum einstøku londunum. Tvs. at Týskland og Frakland, sum hava betri ráð enn t.d. smærri lond sum Danmark, kunnu brúka nógv fleiri pengar til at stuðla vinnulívinum enn t.d. Danmark. Tað eru heldur ikki øll lond í ES, sum hava ráð til at lata statsstuðul til fyritøkur.
Her er í veruleikanum talan um at reka protektionistiskan politikk, sum skal verja arbeiðspláss og framleiðslu í USA mótvegis umheiminum, tvs. bæði Evropa, Kina og øðrum londum. Her er í veruleikanum lagt upp til eitt handilspolitiskt stríð millum lond í Vesturheiminum, sum annars samstarva á nógvum økjum. Tað, sum er við at henda, er, at grøna orkuskiftið verður mett at vera av alstórum týdningi fyri trygdarpolitikkin, har einstøk lond ikki longur vilja vera bundin av orku ella grønum orkuloysnum hjá øðrum londum.
Seinasta nýggja í málinum er, at ES á fundi hevur avgjørt, at tað vil finna eina loysn, sum miðjar móti at gera tað lættari at fáa almennan stuðul til grøna orkuskiftið men hann skal so eisini vera meira málrættaður og avmarkaður. Ótti er annars fyri, at stórur almennur stuðul kann hótta innara marknaðin í ES. Hetta siga tey 27 ES londini eftir fund á hægsta stigi í ES hósdagin. Við hesum hava londini avgjørt at koma við einum aftursvari til sonevndu Inflation Reduction Act í USA, sum vil lata privatum fyritøkum, ið fara í gongd við grønar verkætlanir, stuðul.
Tað eru fyrst og fremst Norðurlond í ES, sum eru ímóti almennum stuðuli til grøna orkuskiftið. Skal tað gerast, so skal tað fara av verandi budgettum hjá ES halda tey. Nú fer so ein arbeiðsbólkur at arbeiða víðari við uppskoti um, hvat er skilabest at gera fyri at verja upp móti hóttanini úr USA móti verandi kappingarreglum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald