Tá heimsins størsta skip (flutnings- og kranaskip) fer til arbeiðis í Norðsjónum er tað flutningur, sum vil nakað. Nú um dagarnar fór "Pioneering Spirit", sum m.a. er bygdur til burturav at flyta gamlar oljupallar, undir eina risalíknandi uppgávu, tá skipið í einum lyfti tók ein av gomlu oljupallunum í Norðsjónum inn á dekkið. Talan var um 17.000 tons stóra oljupallin "Brent Alpha", sum nú í 44 ár hevur framleitt olju fyri Shell. Nú er hann ávegis til lands í Bretlandi, har pallurin verður tikin sundur á Able skipasmiðjuni í Teesside. Partarnir av hon verða so brúktir aftur.
Pioneering Spirit, sum fór av bakkastokki í 2013, hevur longu verið við til fleiri niðurtøkur (decommissioning) av oljupallum og útbúnaði í oljuvinnuni til havs, serstakliga í Norðsjónum. Hesa ferðina varð tó nýggj útgerð tikin í brúk, sum betrar um arbeiðsgongdirnar. Hetta er tann triði av Brent oljupallunum, sum Pioneering Spirit lyftir umborð og flytur til lands til sundurtøku. Í 2017 lyfti skipið 24.000 tons stóra Brent Delta oljupallin og í 2019 enn ein Brent pall, Brent Bravo. Eftir er so ein Brent pallur, sum framvegis framleiðir olju á søguliga Brent oljuøkinum. Tað er Brent Charlie, sum vigar 34.000 tons. Óvist er enn, hvussu leingi hann fer at framleiða aftrat.
Nú oljuvinnan í Norðsjónum hevur fimti ár á baki, er greitt, at nógvar av keldunum eru tómar ella um at tømast. Sum part av krøvunum oljufeløgini mugu ganga undir, er eisini at rudda upp eftir sær, og tað merkir, at oljupallar og eisini útbúnaður á havbotninum skal takast upp og flytast til lands at vera tikin sundur og seinni endurnýttur. Tá hugsað verður um, at talan er um hundraðtals pallar í Norðsjónum, er greitt, at nógv arbeiði verður komandi árini. Talan er um eina vinnu uppá hundraðtals mia. kr.
Niðurtøka av gomlum oljupallum í Norðsjónum er tí við at gerast ein nýggjur ídnaður í fleiri londum kring Norðsjógvin so sum Bretlandi, Norra og Danmark. Har verða gjørdar stórar íløgur í havnir og móttøkur á landi, sum kunnu taka ímóti risastóru pallunum, ið síðani verða tiknir sundur, og har nærum 95% av tilfarinum verður endurbrúkt. Her er sostætt talan um rættiliga nógv arbeiðspláss og inntøkur til landskassarnar.
Kappingin er longu sera hørð. Greinarar siga við Energy Voice, at bretar hava longu tryggjað sær, at flestu av bretsku pallunum í Norðsjónum koma til lands í Bretlandi at verða tiknir sundur.
Í Bretlandi er kappingin um at fáa pallarnar til ymsu egnaðu økini á landi eisini hørð. Eitt nú hevur Hetland fingið eina góða støðu í hesi kapping, nú frágreiðingar um, hvørji støð eru best egnað til nýggju vinnuna, m.a. peika á Hetland. Aðrar peika á havnir í Norðurskotlandi og norðara partinum av Onglandi.
Krøvini eru djúphavnir, góð havnapláss og í summum førum turrdokkir. Decommissioning snýr seg so eisini um gomul oljuskip (FPSO), sum aftur seta stór krøv til sundurtøku. Her er Norra eftir øllum at døma betri fyri enn Bretland og hevur rættiligt kjak tikið seg upp í Bretlandi um oljugoymsluskipið Curlew, sum helst fer til Norra. Bretskir politikarar siga, at oljufeløgini mugu tryggja, at bretskar havnir og skipamsmiðjur verða raðfestar hægst, tá talan er um at rudda upp eftir nærum fimti ára oljuvinnu í Norðsjónum.
Grannar okkara í Hetlandi vilja eisini hava part av køkuni innan nýggju vinnuna, niðurtøka av oljupallum, her síggja vit ein minni pall uttan fyri Lerwick.
Nú Hetland eisini er vorðið partur av “decomm-menningini” tekur spurningurin seg upp í hvønn mun Føroyar kunnu fáa ein bita av køkuni onkuntíð í framtíðini. Er teinurin til Føroya kappingarførur og hava vit havnir, keiir og skipasmiðjur við ella uttan turrdokk, sum vit kunnu bjóða fram til at vera partur av hesi framtíðar vinnu? Sum skilst eru enn eingi ítøkilig stig tikin til slíkt virksemi frá føroyskari síðu, tó at eitt nú Mest og ASB hava víst hesum áhuga á oljumessum, har niðurtøka av oljupallum hevur verið umrødd. Hetta er tó nakað, sum má verða gjørt í samarbeiði við havnir og skipasmiðjur og myndugleikar í eitt nú Hetlandi og Skotlandi.
Hóast nógv arbeiði er í Føroyum í løtuni, so kemur uttan iva tann dagur, tá minni er at gera, og tá kundi hóskandi aftur verið spurt til møguleikan at gerast partur av nýggju “decomm-vinnuni” í kjalarvørrinum á oljuvirkseminum í Norðsjónum.
Niðanfyri leinkjur til “Decommissioning” til lesarar, ið ynskja at vita meira um hesa vinnuna.
https://www.shell.co.uk/sustainability/decommissioning/brent-field-decommissioning/the-brent-story.html
https://www.shell.co.uk/sustainability/decommissioning/brent-field-decommissioning.html
https://www.shell.co.uk/sustainability/decommissioning/brent-field-decommissioning/brent-field-decommissioning-programme.html
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald