Uttanlands

Heimurin setir hitamet

Samtíðis setir miðsavnanin av CO2 eisini nýtt met

2023-11-10 12:34 Author image
Jan Müller
placeholder

Ongantíð áður hesi seinastu 125.000 árini hevur jørðin verður so heit sum í 2023. Hetta vísa mátingar kring allan heim, sum veðurtænastan hjá ES, Copernicus hevur almannakunngjørt.

Ongantíð áður hevur meðalhitin í oktober verið so stórur sum í ár. Meðalhitin var 15.30 stig. Tað er 0,85 stig meira enn vavnligt  fyri tíðarskeiðið 1991-2020. Tað er 0,4 stig heitari enn í oktober 2019, sum fram til í ár varð tann heitasti, sum er máldur. Oktober er fjórði mánaðin á rað, sum er tann heitasti nakrantíð.

Meðalhitin fyri heimin sum heild í 2023 er tann hægsti, sum nakrantíð er skrásettur. Hóast vit ikki enn eru við ársenda, so benda øll tøl á, at 2023 verður heitasta árið nakrantíð í søguni.

[object Object]

[object Object]

Eisini misavnanin av CO2 setir nýtt met.

Hitametini stava helst frá globalu upphitingini. Haraftrat síggja vit methøgan hita í heimshøvunum og somuleiðis eru vit júst nú í eini tíð, har veðurlagsfyribrigdið El Nino er við at taka seg upp í Kyrrahavinum, ið aftur er orsøkin til hitavøkstri kring heimin. Eisini miðsavnanin av vakstrarhúsgassum í atmosferiuni tykist at fara at seta met um somu tíð sum hitametini. Mátingar av CO2 í atmosfriuni byrjaði í Hawaii móti endanum av 1950-unum og hevur misavninin ongantíð verið størri enn í oktober í ár.

Sambært altjóða orkustovninum, IEA, vórðu 36,8 gigatons av CO2 latin út í atmosferuna. Tað er størsta mongdin síðani IEA fór undir skráseting, sum fara aftur til 1900. Sambært veðurlagspanelinum hjá ST hava vit ikki sæð makan til CO2 útlát seinastu 2 mió. árini. Tann methøga miðsavnin av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum í atmosferuna er høvuðsorsøkin til hitavøksturin vit hava upplivað seinastu 50 til 60 árini. Hetta skal ein ójavnvág, sum aftur er orsøkin til ekstrem veðurfyribrigdi.


Kelda: NRK, DR

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder