Hitamátingar, sum verða gjørdar kring heimin, vísa, at ongantíð áður hevur hitin verið so høgur hesa árstíðina sum nú. Hitin er í meðal 17,23 stig ella eitt hálvt stig hægri enn somu tíð í fjør. Høvuðsorsøkin til nógva hitan er sambært serfrøðingum, skrivar NRK, at havfløtan er vorðin heitari og her fyrst og fremst í Norðuratlantshavi eins og við Antarktis. Eisini Kyrrahavið er vorðið væl heitari seinastu árini og í løtuni orsakað av El Ninjo veðurfyribrigdinum.
Orsøkin til óvanliga nógva hitan kring heimin er mannaskapt sigur veðurlagsserfrøðingur við NRK í morgun. Hon stavar frá tí nógva CO2 útlátinum, sum m.a. stavar frá nýtsluni av olju, gassi og koli. Skal hetta broytast mugu vit minka um orkunýtsluna og serstakliga tá ræður um fossilu brennievnini sigur serfrøðingurin.
Avleiðingarnar av nógva hitanum eru ekstremt veður, bæði tá talan er um skógareldar og grimdarregn. Alt hetta hendir samtíðis ymsa staðni í heiminum. Væntandi fer støðan bara at versna, og fer árið í ár at vera mett sum eitt kalt ár í mun til, hvat komandi árini hava at bjóða.
-Fylgja vit tilmælunum frá veðurlagsgranskarum um at minka um orkunýtsluna og fara yvir til varandi orku, ber til at sleppa undan teimum ringastu ræðumyndunum, sum hava verið frammi serstakliga í fjør verður sagt.
Eisini aðalskrivarin í ST, Gutteres ávarar um, at taka vit okkum ikki um reiggj og broyta orkuvanarnar, tá fer hetta at gerast ein vanlukka fyri alla klótuna. Hann ber tó ótta fyri, at tað longu er ov seint at kunna forða fyri ringastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.
Keldur: NRK, CNN, New York Times
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald