Innanlands

Høgni Hoydal: Jarðfeingi marknaðarførir Føroyar

-Seinastu tvey árini hevur Jarðfeingi merkt vaksandi áhuga frá feløgum, sum eru virkin í leitingini eftir olju og gassi á bretska landgrunninum. Tað, sum kann fara at kveikja áhuga hjá útlendskum oljufeløgum fyri aftur at fara undir leitivirksemi í føroyskum øki, er, um gongd kemur á framleiðsluna úr kolvetniskeldunum eystanfyri føroyska markið í Hetlandsrennuni.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum heldur, at oljuleitingin er í góðum hondum hjá Jarðfeingi.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum heldur, at oljuleitingin er í góðum hondum hjá Jarðfeingi.

2023-11-15 19:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum m.a., tá hann svaraði fyrispurningum frá løgtingskvinnuni Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur (Ffl)  í dag.

Hóast málið um oljuleiting eisini varð frammi á tingi fyrr í ár, so var áhugin fyri at samskifta og kjakast um framtíðar oljuleiting við Føroyar ikki minni av teirri orsøk.

Orðaskiftið vardi í samfullar tveir tímar, har tingfólk úr fleiri av flokkunum søgdu sína hugsan og fyri tað mesta tóku undir við, at Føroyar skuldu ikki bert halda fram við at hava dyrnar opnar fyri oljuleiting, men eisini gera meira fyri at vekja áhugan hjá umheiminum  at leita aftur eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini. 

[object Object]

Drúgva  orðaskiftið á tingi um fyrispurningin frá  Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, tingkvinnu kom í kjalarvørrinum á svarinum frá landsstýrismanninum í vinnumálum Høgna Hoydal um oljuleiting við Føroyar, sum m.a. gjørdi greitt, at Jarðfeingi framhaldandi arbeiðir við at marknaðarføra Føroyar sum oljuleitiland.

Landsstýrismaðurin  segði m.a., at granskarar á Jarðfeingi hava seinastu árini arbeitt við verkætlanini “Oljan 2020-2022”. Endamálið við verkætlanini var at greina alt tilfarið, ið oljufeløg, sum áður hava leitað í føroyskum øki, hava savnað, m.a. royndarboringar og seismikk. Nú er mestsum komið á mál við arbeiðinum, og úrslitið er ein 3D-myndil av áhugaverdum øki eystanfyri Føroyar.

Í framhaldi av hesum arbeiðinum er peningur játtaður úr Sindri til verkætlanina “Framleiðsla av leitimiðum”.

Ætlanin er at framleiða leitimið í føroyskum øki, sum ætlanin síðani er at fara til oljufeløgini, ið eru virkin hinumegin markið, við. Afturat sær hava føroysku granskararnir útlendska serfrøði í kolvetnisleiting. Sitandi samgonga hevur eins og undanfarna samgonga valt at halda fram við Open Door-skipanini, ið merkir,at feløg við áhuga fyri føroyskum øki altíð kunnu senda landinum umsóknir um leiti-og framleiðsluloyvi.

Høgni Hoydal vísti á, at landsstýrið og samgongan hava sum eitt av sínum fremstu málum at fremja grøna orkuskiftið og burðardygd í samfelagnum. Tí er m.a. Umhvørvissmálaráðið sett á stovn, sum miðvíst skal leggja orku-og umhvørvispolitikkin til rættis.

Tá ið tað kemur til leiting eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, so hevur áhugin fyri at fara undir leiting verið rættiliga avmarkaður í nøkur ár vísti landsstýrismaðurin á.

Seinastu tvey útbjóðingarumførini hava ikki ført til, at loyvi eru latin. Seinastu tvey árini hevur Jarðfeingi tó merkt vaksandi áhuga frá feløgum, sum eru virkin í leitingini eftir olju og gassi á bretska landgrunninum. Tað, sum kann fara at kveikja áhuga hjá útlendskum oljufeløgum fyri aftur at fara undir leitivirksemi í føroyskum øki, er, um gongd kemur á framleiðsluna úr kolvetniskeldunum eystanfyri føroyska markið í Hetlandsrennuni.

-Um gongd fæst á framleiðsluna har í økinum, so fara oljufeløgini sannlíkt at hyggja at kolvetni í grannalagnum av framleiðandi oljufeltinum, og á tann hátt fáa størri gagn av stóru íløgunum, iðskulu gerast í undirstøðukervið. Tískil eru sannlíkindini fyri leitivirksemi í føroyskum øki tætt knýtt at bretska orkupolitikkinum – og her mugu vit ásanna, at tað er ein politiskur spurningur, sum føroyskir myndugleikar ikki hava stórvegis ávirkan á.

Høgni Hoydal segði víðari, at mett verður tí, at arbeiðið, ið Jarðfeingi ger, er tað, sum skal til fyri vekja áhugan hjá oljufeløgunum fyri aftur at fara undir virksemi í føroyskum øki.

Uppá spurningin um landsstýrið hevur ætlanir um at broyta skattatreytirnar hjá umsøkjarum at leita her segði Høgni Hoydal, at landsstýrið hevur sum er ongar ætlanir um at gera broytingar í skattaskipanini, tá tað snýr seg um oljuvinnuna.

Hann vísti á, at um kolvetni í rakstrarverdum nøgdum verður funnið í føroyskum øki, eru fíggjarligu avleiðingarnar væl lýstar í tí stóra fyrireikingararbeiði, sum er gjørt í fyrireikingunum í føroysku oljulóggávuni.

-Ásett er í løgtingslóg um búskapargrunn, at møguligar inntøkur frá oljuskatti skulu í Búskapargrunnin. Hinvegin eru umhvørvisárinini av kolvetnisframleiðslu seinastu árini vorðin alt meir týðilig - við ógvusligum veðri. Harvið er greitt, at oljuvinnaner tíðaravmarkað – lutvíst tí at nøgdirnar av kolvetnum í undirgrundini eru avmarkaðar, og lutvíst tí at menniskjað heldur fyrr enn seinni má steðga við at brenna kolvetni fyri at minka um útlátið av CO2 í lofthavið.

Høgni Hoydal vísti á, at leitivirksemi kann skapa nógv avleitt virksemi. Fleiri føroysk feløg veittu tænastur í sambandi við leitingarnar, ið hava verið, og nógv føroysk feløg eru virkin og veita tænastur í frálandavinnuni aðrastaðni.

Umframt at hava tørv á hópin av tænastuveitingum, so rindaðu oljufeløgini føroyska landskassanum meira enn 150 milliónir krónur i víddargjøldum í sambandi við tað virksemið, sum var í føroyskum øki. 

Eftir hetta var rættiliga drúgvt orðaskifti, har tingfólk fyri tað mesta hildu, at landsstýrismaðurin í vinnumálum átti at sett meira ferð á marknaðarføringina av leitingini og sjálvur verið partur av hesum. Til tað segði Høgni Hoydal, at hann politiskt ikki ætlaði at gera meira við málið. Uppgávuna at marknaðarføra Open Door leitiskipanina hevði hann litið Jarðfeingi til.

(Orkan.fo fer eftir førimuni at fylgja orðaskiftinum á tingi upp í komandi greinum.)





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder