Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti orkuráðstevnuna “Ósvart” í Norðurlandahúsinum í morgun.
Heðin Mortensen segði, at hetta hevur á mangan hátt verið eitt grønt ár hjá Tórshavnar kommunu, har vit hava sett stór arbeiði í gongd at leggja um til grøna orku og helt fram:
“Tórshavnar kommuna og Hugskotið byrjaðu árið við at skipa fyri tiltakinum Vinnuforum, har boðið varð inn til eitt spennandi tiltak, har vinnan og kommunan fingu høvið at hittast til netverkan og íblástur.
Í vár varð sjóneykan sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan.
Vit viðgjørdu millum annað burðardygt vinnulív, um hvussu stórar og lítlar fyritøkur kunnu menna nýskapandi og burðardyggar virkisgongdir, ið skapa virði, bæði fyri fyritøkuna sjálva og fyri samfelagið.
Í ár varpa vit ljós á møguleikarnar og fortreytirnar fyri at skifta til burðardyggar orkuloysnir og leggja vanar um.
Vit hava lýst, hvørjar ætlanir kommunan hevur á grøna økinum. Vit hava tosað um endurnýtslu, bæði í mun til hús, búnýti, klæðir og mat. Og vit tóku eitt stórt stig, tá vesturbýurin herfyri varð knýttur uppí avlopshita frá Sundsverkinum.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt langtíðarætlanir fyri arbeiðið á orku- og umhvørvisøkinum, har serligur dentur verður lagdur á egið virksemi hjá kommununi, hetta tí vit meta, at kommunan eigur at ganga undan.
Talan er um fýra øki, vit leggja serligan dent á. Fyri at minka um orkunýtsluna og útlátið leggja bygningar um til fjarhita ella varandi orku, LED, ventilasjón, stýringar og sólkyknuskipanir.
Gøtuljósini verða øll útgjørd við LED-ljósum. Í fjør vórðu um 900 ljósarmatur skift. Vit skifta til elbilar, og eftir nýggjár koma fyrstu elbussarnir – allir bussarnir skulu vera grønir í 2027.
Í ár brúka vit 4,5 miljónir at binda 9 kommunalar bygningar í fjarhitanetið. Minkingin í útláti av hesum er um 200 tons árliga, ið svarar til millum 3 og 4% av útlátinum frá bygningunum hjá Tórshavnar kommunu.
Umframt hesa sparing vísir tað seg, at rakstrarútreiðslurnar fyri hvønn bygning minka av umleggingini.
Sum flestu vita, fara vit nú eisini at gagnnýta heita vatnið í Kollafirði til allar kommunalu bygningarnar, ið liggja við Sjógv.
Samstundis fara vit undir at víðka um og gagnnýta sjóhitaskipanina Yviri við Strond, haðan Boðanesheimið fær hita.
Vit hava samstundis herfyri gjørt eina hitaætlan fyri alla kommununa, har borgarar skulu kunna síggja, nær grannalagið kann vænta at fáa tilboð um fjarhita – og um ikki, hvørjar aðrar hitaskipanir tá eru til størstan fyrimun í hvørjum grannalagi sær.
Og so lovaðu vit herfyri, at vit í hesum sambandi skuldu skipa fyri eini orku- og umhvørvisráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har tað fer at bera til at kunna seg um tað mesta innan orku.
Og nú eru vit her. Henda ráðstevnan verður høvið hjá øllum at fáa sær nyttuga vitan til síni egnu orkuval, og samstundis at hoyra nýggj boð uppá, hvussu vit skipa samfelagið so grønt og so ósvart sum gjørligt.
Ráðstevnan vendir sær til øll, sum hava hús at hita. Endamálið er at bera fólki so nógva og holla vitan sum gjørligt um upphiting, so tey fáa valt bestu, minst dálkandi og ódýrastu loysnir til síni hús.
Vit staðfesta, at fjarhiti, vindorka og heitar keldur eru alt evni, sum krevja samfelagsligt kjak og planlegging. Tí verður henda ráðstevna eisini staðið, har størri ætlanir verða settar á dagsskrá.
Tórshavnar kommuna er í ferð við at gera eitt hita-atlas, har til ber at síggja, hvat slag av upphiting egnar seg til ymsu støðini og býlingarnar í Tórshavnar kommunu.
Fyrsta stigið av hesum verður lagt fram í dag.
Hetta er avbera spennandi. Vónin er so, at vitjandi veruliga fáa ítøkiliga vitan við sær heim.
Í dag og í morgin fara vit at hoyra bæði føroyskar og danskar serfrøðingar um umskipan til reina orku á fleiri økjum.
Í 2027 skulu øll oljufýr hjá Tórshavnar kommunu vera skift út við grønar orkukeldur. Tá skal Co2-útlátið vera minkað við eini helvt í mun til 2016.
Fjarhitanetið verður alsamt útbygt, men ætlanin er, at varandi orkukeldur í nógv størri mun verða brúktar í fjarhitaframleiðslu. Grøna orkan frá vindi og vatni skal eisini verða gagnnýtt mest møguligt.
Nýggir bygningar skulu hava so lítla orkunýtslu sum gjørligt, hetta verður hugsað inn í allar byggiverkætlanir heilt frá byrjan - og skal vera partur av útbjóðingartilfarinum.
Í dag seta vit sjóneykuna á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan.
Her til slut bare en lille hilsen til vores deltagere fra Danmark. Hjertelig velkommen.
Vi glæder os til at høre om jeres arbejde med at gennemføre den grønne omstilling på en teknisk, økonomisk og miljømæssig hensigtsmæssig måde.
Specielt er det intressant for os at høre, hvilke af jeres omstillinger også kan gennemføres på Færøerne.
Tak for jeres deltagelse og en gang til: Hjertelig velkommen.
Eg skal at enda takka fyrireikarunum fyri eitt stórt og gott arbeiði – takk til okkara egnu umhvørvisdeild og takk til fyriskipararnar Katrin Helmsdal og Katrin Petersen.
Og takk til Norðurlandahúsið fyri at hýsa ráðstevnuni.
Góða ráðstevnu øll somul – og hjartaliga vælkomin.
Hervið er Orkuráðstevnan Ósvart sett”, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald