2022-06-20 15:56
Hetta segði stjórin í IEA, Fatih Birol í eini samrøðu við Financial Times herfyri. Somu úttalilsi hevur hann havt í bæði Der Spiegel og seinast í NRK. Stjórin fyri altjóða orkustovnin, International Energy Agenzy, var eisini frammi við líknandi ávaringum á búskaparfundinum í Davos herfyri. Hann sigur, at ein møgulig og neyðug skamtan fer fyrst og fremst at raka partar av ídnaðinum, sum brúka gass í síni framleiðslu.
Og í morgun fingu vit so fyrstu tekini um skamtan av gassi, tá týska stjórnin boðaði frá, at landið fer at skamta nýtsluna av gassi í ár fyri m.a. at verja seg móti avleiðingunum av ov lítlum gassgoymslum í vetur. Týski orkuráharrin, Robert Habeck sigur sambært Bloomberg, at til tess at kunna spara uppá gassið, er landið tvingað til at lata upp aftur fleiri kolaorkuverk. Hann sigur at veitingartrygdin er í lagi í løtuni, men støðan er álvarslig. Gassveitingarnar gjøgnum Nord Stream leiðingini eru minkaðar við 60%.
Enn eru tó ikki útlit til, at orkugongdin fer at raka veitingartrygdina hjá Týsklandi, men neyðugt verður at fylla upp gassgoymslurnar, soleiðis at tær eru fullar, tá veturin kemur. Hóast ávarað verður móti eini møguligari orkukreppu í Evropa, serstakliga í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina og vesturevropeisku sanktiónunum móti Russlandi, so verður fyrst og fremst tosa um eina gasskreppu, tí stórur partur av gassinum, sum verður brúktur í Evropa, kemur úr Russlandi.
Stjórin í IEA heitir á londini í Vesturheiminum um at brúka orkuna skilabetri eitt nú við betri bjálving og veðurlagsútbúnaði . Undan innrásini í Ukraina keypti Evropa 40% av sínum gassi úr Russlandi. Fyri Týskland var talan um 55%. Russiski stórframleiðarin av gassi, Gazprom, hevur higartil gjørt av at steðga gassinum til Póland, Bulgaria, Finnland, Háland og Danmark og minka munandi um gassveitingarnar til Týskland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald