Uttanlands

IEA: Eftirspurningur eftir olju, gassi og koli toppar innan 2030

Altjóða eftirspurningurin eftir fossilum brennievnum tvs. olju, gassi og koli fer væntandi at toppa áðrenn 2030 heldur altjóða orkustovnurin IEA

2023-09-13 12:37 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sigur altjóða orkustovnurin IEA í síni seinastu frágreiðing og grundgevur orsøkina at vera stóra menningin av varandi orkukeldum seinastu 12 mánaðirnar eins og vaksandi talið av elbilum.

Hetta er fyrstu ferð, at stovnurin metir, at “peak oil demand” hendir innan 2030.

Undir yvirskriftini "The world is at “the beginning of the end" of the fossil fuel era” grundgevur stovnurin fyri, hvussu støðan á altjóða orkumarknaðinum fer at broytast.

-Vit eru vitni til byrjanina til endan av einum tíðarskeiði við fossilum brennievnum, sigur stjórin í IEA, Fatih Birol. Greiningin hjá stovninum verður almannakunngjørd komandi mánadag í frágreiðingini “ World Energy Outlook” skrivar Financial Times.

-Hetta vísir, at veðurlagspolitikkur virkar leggur hann aftrat. Birol sigur víðari, at vit hava rokkið eitt søguligt vegamót, men heitir tó á politikarar um at skunda undir grøna orkuskiftið og minka um útlátið, hóast tað eru politiskar forðingar fyri at gera tað.

[object Object]

Stjórnir kring heimin hava hækkað íløgurnar í varandi orku sum eitt svar uppá veðurlagsbroytingarnar og orkukreppuna í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Hetta hevur tó eisini elvt til lækkan av livistøðinum.

Higartil hevur IEA, sum varð stovnað av OECD, mett, at eftirspurningurin eftir fossilum brennievnum fór at toppa í 2030. Nú er metingin vegna mongu íløgurnar í varandi orku innan 2030.

Birol vísir á, at nýggjar stórar fossilar verkætlanir hava ikki bert avleiðingar fyri veðurlagið, tær bera eisini stóran fíggjarligan váða.

Seinastu 10 árini hevur Kina staðið fyri einum triðingi av eftirspurninginum eftir gassi og tveimum triðingum av oljuni. Sól, vindur og kjarnorka fara at ávirka kinverska vøkstrinum í kolanýtslu.

Birol heldur annars, politikarar eiga at vera skjótari til at taka við orkuskiftinum og sigur, at tað ber til at skunda undir orkuskiftið við einum meira víðgongdum veðurlagspolitikki, hóast avbjóðingar í Vesturheiminum í sambandi við, hvussu ov skjótar og víðgongdar avgerðir kunnu vera móttiknar av veljarunum.

Bæði USA og ES hava tikið stig til sera stórar ætlanir til tess at stuðla vøkstrinum av varandi orku, men hava samtíðis møtt atfinningum frá politiskum andstøðingum móti stóra kostnaðinum.

Leiðarin í ES tinginum Roberta Metsola ávaraði herfyri um, at vandi er fyri, at veðurlagspolitikkurin, sum verður stýrdur úr Brussel, kann geva populistiskum flokkum vind í seglini, hetta um somu tíð sum bretska stjórnin hevur ætlanir um at loyva olju- og gassboringum.

Birol vísir á, at stór nýggj olju og gassfund kunnu gerast ónýtilig, tí íløgur fara at tróta m.a. tí hesar skulu brúkast til at halda verandi virksemi koyrandi.

Stór olju- og gassfeløg hava funnist harðliga at Birol og IEA, tí tey halda, at væntandi íløgur í olju- og gassveitingina í framtíðini kunnu hava við sær orkukreppur, um so er at metingin hjá IEA, um nær eftirspurningurin kemur í hæddina, er ov bjartskygd.

Eisini Opec felagsskapurin hevur funnist at IEA fyri at undirgrava marknaðin við at fáa íleggjarar at gevast við at gera íløgur í nýggjar oljuverkætlanir. Til hetta sigur Birol, at olju- og gassfeløg ikki bert undirmeta fólkahugsanina, tey gera eisini skeivar metingar av marknaðinum, um tey halda, at eftirspurningurin fer at vaksa komandi árini.

Hann ávarar um, at lækkar útlátið ikki munandi komandi árini, so verður torført at røkka 1,5 stig hitamarkinum. Tað er enn langt á mál at røkka útlátsmarkinum, men hetta liggur í okkara egnum hondum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder